hósdagur 7. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 127 - 7. juli 2005
Fiskikapping
á Eiðisvatni
FISKIKAPPING
tíðindaskriv
Stuðulsfelagið hjá EB/
Streymi hevur, síðan
tað stovnanina í 2003,
skipað fyri ymsum
væleydnaðum tiltøk-
um, og fer nú fríggja-
dagin at royna seg við
einum nýggjum tiltaki.
Fríggjakvøldið
8.
juli verður nevnliga
skipað fyri eini fiski-
kapping suðuri á Vatni,
eisini kent sum á Eið-
isvatni.
Kappingin
byrjar kl. 19.00 og
heldur fram alla nátt-
ina og endar kl. 12
leygardagin 9. juli. Tá
verða sílini vigað, og
tann, sum hevur fingið
tað tyngsta sílið, vinn-
ur kappingina og fær
steyp til ognar.
Kostnaðurin er 100
kr. fyri vaksin og 50 kr.
fyri børn. Tilmeldingin
fer fram við vatnið.
Ongum
nýtist
at
ganga svangur, tí stuð-
ulsfelagið fer at selja
pylsur og smurt breyð.
Bjargingarfelagið
á
Eiði fer at taka sær av
trygdini. Tey, sum ikki
longu eiga tráðu, nýt-
ast ikki at sita heima, tí
fiskiútgerð og agn fæst
til keyps.
Hetta er eitt sera gott
høvi hjá øllum at fáa
eitt hugnaligt summar-
kvøld, saman við tráð-
uni og øðrum góðum
fólki, í vakrari náttúru.
Tjaldingarmøguleikar
nir eru góðir.
Leygarkvøldið 9.juli
verður dansur í EB-
húsinum har Sólva og
Bergmenn spæla. Her
eru sjálvandi øll væl-
komin.
Stuðlað tiltakinum
hava: Svend Krosstein
og Føroya Bjór.
– Vit hava havt fundir
við landsstýrismann-
in um málið. Men við
eini so stórari upp-
bakking sum hesari,
kunnu vit gera meiri.
Nú er nokk tosað, nú
má handlast so tey
eldru kunnu fáa tann
matin tey eiga at fáa,
sigur Heðin Morten-
sen, borgarstjóri í
Havn
ELDRARØKT
Snorri Brend
Kl. 10:45 týsmorgunin fekk
Heðin Mortensen nevniliga
handaðar umleið 900 und-
irskriftir frá fólki sum biðja
býráðið um at loysa trupul-
leikan við matútberingini.
- Vit ynskja trupulleikan
loystan, soleiðis at tey
gomlu kunnu fáa heitan
mat hvønn dag, sigur
Ragna Reinert, sum er ein
teirra ið hevur tikið stig til
hesa innsavningina.
Fyrrapartin vóru hon,
Unn Patursson og Malla
Midjord og handaðu undir-
skriftirnar, sum hava ligið
frammi í handlum og aðra-
staðni síðani fríggjadagin í
farnu viku. Tað er ein
bólkur frá røntgendeildini á
Landssjúkrahúsinum, sum
hevur tikið stig til hetta.
Fyri øll hesi 900 er tað
so, at tá tað gongur út yvir
menniskju, so má okkurt
gerast.
Fylgja við
Bæði Ragna og Heðin vóru
bilsin um stóru undirtøk-
una, sum hetta mótmælið
hevur fingið. Og bæði vón-
aðu tey, at okkurt fór at
henda í hesum málinum
sum skjótast.
- Hetta er eitt tekin um at
fólk fylgja væl við í tí, sum
hendir í samfelagnum, og
gera nakað, tá slíkar spar-
ingar raka ein ávísan bólk.
- Vit ætla so ikki at sita
hendur í favn. Nú má okk-
urt henda, segði Heðin
Mortensen, tá hann fekk
handað hesar undirskriftir-
nar.
Fundir hava verið við
landsstýrismannin í al-
mannamálum, Hans Paula
Strøm, um málið. Og nú
ætlar Heðin sær so aftur á
fund við Hans Paula, so
hetta málið kann verða
loyst sum skjótast.
Og málið hevur veruliga
skund, tí útberingin av mat-
inum steðgaði eftir ætlan
mikudagin.
900 undirskriftir
fyri teim eldru
Tær tríggjar – vinstrumegin Malla Midjord, Unn Patursson og Ragnar Reinert - hava ikki havt langa tíð til at savna inn undirskriftirnar: Síðani fríggjadagin
hava tær savnað inn 900 undirskriftir við eini áheitan um at tryggja teimum eldru heitan mat hvønn dag. Í morgun handaðu tær undirskriftirnar til Heðin
Mortensen, borgarstjóra í Havn
Mynd: Bárður
Fyri trimum árum
síðan høvdu vit 69
mjólkarframleiðarar í
Føroyum, sum lótu
mjólk til MBM. Í dag
eru bøndurnir 14
færri, men samlaða
talið av litrum er
størri enn áður
MJÓLKAR-
FRAMLEIÐSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Við endan av árinum 2001
vóru tilsamans 69 mjólkar-
bøndur í Føroyum, sum
lótu mjólk til MBM, Meg-
infelag
Búnaðarmanna.
Innvigingin av mjólk hetta
árið var 7.032.763 litrar.
Eitt ár seinni – við endan
av 2002 – var talið av
mjólkarframleiðarum tað
sama, men innvigingin var
størri, 7.490.222 litrar.
Við ársenda 2003 høvdu
vit tveir bøndur færri enn í
2002, og talið av litrum var
umleið millum tølini í 2001
og 2002.
Eykagjald
Í 2003 fór Meginfelag Bún-
aðarmanna undir at lata
eyka gjald fyri fyrstafloks-
mjólk. Av teimum inn-vig-
aðu litrunum hetta árið
vóru 92,1% fyrstafloks
mjólk – ella 6.694.849
litrar.
Við ársenda í fjør – 2004
– vóru tilsamans 57 mjólk-
arbøndur, sum lótu mjólk
til MBF, og innvigingin
hetta árið var 7.580.985
litrar, sum er tað mesta hesi
árini.
Av samlaða litratalinum í
2004 vóru 89,1% fyrsta-
floksmjólk, sum svarar til
6.764.717 litrar.
MBM veit í blaðnum,
Bústólpi, at siga, at í løtuni
eru 55 mjólkarframleiðarar
í Føroyum, sum er 14 færri
enn við ársenda 2001.
Selja kvotur
Í grein í Bústólpa, vísir for-
maðurin í Meginfelag Bún-
aðarmanna, Poul Klement-
sen á, at mjólkarkvoturnar
gjørdust søluligar fyri ein-
um ári síðan.
- Eitt sindur misjavnt var,
hvussu kvinnur og menn
tóku ímóti hesum, men
flestu vóru fegin um hetta.
Onkur helt tó, at bíðað
skuldi verið í eitt ár aftrat,
áðrenn kvoturnar gjørdust
søluligar.
Hann sigur, at hetta er so
fyrstu ferð, at bóndin hevur
eitt virði at halda seg til –
og sum marknaðurin hevur
verið higartil, hevur prísur-
in verið góður.
- Nú kunnu vit fara til ein
fíggingarstovn við einum
virði at seta í veð fyri eitt
nú kvotukeyp, tí nú verður
loyvt at seta í pant.
Poul Klementsen vísir á,
at bóndin nú við øðrum
orðum sjálvur fær loyvi at
avgera, um hann setur
kvotuna í pant – ella, hvat
hann setir hana í pant fyri.
Færri mjólkarframleiðarar
– men fleiri litrar