Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 7. juli 2005 7 Tað er ein beiskur biti hjá javnaðarmonn- um, at teir nú mugu leggja seg út í eitt stríð við fakfeløgini um verkfals- og sam- ráðingarrættin. Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, sigur, at hetta er eitt neyðugt stig at taka í núverandi støðu Sáttmálatræta Stefan í Skorini - Eg eri ikki glaður fyri, at vit nú noyðast at avmarka rættindini hjá einum fak- felag at gera sáttmálar, men hetta er eitt neyðugt stig at taka. Um øll fram- leiðsla á landi steðgar upp, skramblar alt saman, sigur Kristian Magnussen, nú samgongan hevur tikið stig til at steðga verkfallinum við lóg. - Útflutningsvinnan hev- ur ikki gott orð á sær orsakað av verkføllum, og hetta ger støðuna frægari, sigur hann. Formaður Starvsmanna- felagsins, Gunnleivur Dals- gaard, er í øðini um støðuna, og hann hóttir við tiltøkum frá sínum limum. Neyðugt stig Hóast Kristian Magnussen ikki er fegin um gongdina í málinum, heldur hann, at hetta er eitt neyðugt stig at taka - bæði at vraka sátt- málan millum SEV og Maskinmeistarafelagið og at tvinga maskinmeistarar- nar aftur til arbeiðis við eini løgtingslóg. - Hevði Bárður Nielsen góðkent sáttmálan, hevði hann óbeinleiðis lagt støðið fyri komandi samráðingar á almenna arbeiðsmarkn- aðinum í heyst, og lands- kassin hevur heilt einfalt ikki ráð til slíkar lønar- hækkingar, heldur Kristian Magnusen. - Um vit geva eftir fyri lønarhækkingum nú, fer tað at hava avleiðingar fyri aðrar vælferðartænastur í Føroyum, sigur Kristian Magnussen, og so er spurn- ingurin, um fólk yvirhøvur tíma at búgva her á landi. Løgin støða Viðvíkjandi samráðingun- um millum SEV og Mask- inmeistarafelagið sigur Kristian Magnussen, at hetta er ein løgin støða við tað at landsstýrið er eftir- litsmyndugleiki, men ikki tekur lut í samráðingunum. - Landsstýrið skuldi møguliga verið við í sam- ráðingunum, men spurn- ingurin er, hvønn leiklut tað skuldi havt. Vit skulu møguliga umhugsa, um landsstýrið yvirhøvur skal vera eftirlitsmyndugleiki og hava rættin at vraka slíkar sáttmálar, sigur Kristian Magnusen. Tað er vent í holuni í sambandinum millum nøkur av fak- feløgunum og Javnaðarflokkin, sum søguliga hevur roynt at hjúkla um samráðingar- og verkfalsrættin. Sum javnaðarmaður er Kristian Magnussen ikki fegin um, at sam- gongan nú fer at lóggeva maskinmeistararnar aftur til arbeiðis Savnsmynd Ein herskin biti av svølgja Sáttmálatræta Stefan í Skorini Tá vit tosaðu við umboð fyri andstøðuna mikumorg- unin, vildi eingin boða frá síni støðu til uppskotið, sum samgongan legði fyri tingið kl. 16. Orsøkin var, at landsstýrið ikki hevði kunnað andstøðuna um uppskotið fyri tingfundin. - Tað er undir allan kritik, at samgongan ikki kunnar andstøðuna um innihaldið í uppskotinum, áðrenn fundin. Vit hava ikki havt grundarlag fyri at taka støðu fyri ella ímóti, tá vit ikki hava tilfarið, sigur Páll á Reynatúgvu, framsøgu- maður hjá Tjóðveldis- flokkinum. Kári P. Højgaard hevur somu grundgeving fyri, hví hann ikki vil geva sína støðu til kennar. - Eingin kunning hevur verið frá landsstýrinum, og tí skyldar Bjarni Djurholm okkum eina djúptøkna frágreiðing um málið, sigur Kári P. Højgaard, tinglimur fyri Sjálvstýrisflokkin. - Mær dámar ómetaliga illa at leggja meg út í eina sáttmálatrætu, men vit mugu bíða og síggja, hvussu leikur ferst, sigur Kári P. Højgaard. Vox-pop um verkfallið hjá Maskinmeistarafelagnum Janus B. Kamban, snikkaralærlingur: Eg taki í prinsippinum ikki undir við, at tingið leggur seg úti hasa træt- una, tí at tingið skal halda seg uttanfyri slík mál. Tað er møguliga øðrvísi, tá landið liggur lamið og tey gomlu ikki fáa hjálp. Eg haldi tó, at inflatión komið í hugtakið verkfall. Vit fara í verkfall fyri eitt gott orð ístaðinfyri at bíða til støðan veruliga er álvar- som. Árni Gærdbo, skræddari: Sjálvandi skal tingið leggja uppí hesa trætuna. Hetta líkist svartasta ong- um. Vit sita trý fólk fyri einki ta løtuna, tá streym- urin er farin, og tað ber ikki til. Bárður kann hin- vegin ikki vænta at fáa alt fyri einki undir komandi samráðingum. Kirstin Olsen, arbeiðskvinna: Ja eg haldi, at tingið skal leggja uppí. Vit sleppa ikki til arbeiðis á fiska- virkinum, har eg arbeiði í løtuni. Kári Magnussen, snikkari: Tingið eigur ikki at leggja uppí undir vanligum um- støðum, men tað er kanska best í hesum føri. Streymur er heilt einfalt ov týdningarmikið fyri landið. Vit fáa ikki arbeitt, og tí skal tingið leggja uppí Johan Fjallsá, maskinmeistari: Nei eg haldi ikki, at tingið skal leggja uppí hetta málið. Fyri mítt við- komandi kann eg gott liva uttan streym í nakrar tímar hvønn dag, men eg skilji væl, at tað er sera óheppið fyri útflutningsvinnuna. Eg haldi, at SEV má fáa baklandið í ordan, tí vit kenna støðuna frá seinastu samráðingum. Teir hava ikki lært nógv. Myndir: Bárður Lydersen Andstøðan finst at landsstýrinum: Eingin kunning um málið Fyri tveimum árum síðani skrivaði Maskinmeistarafelagi ð undir nýggjan sáttmála hálvan tíma undan fráboðaða tingfundinum, men vit kunnu ikki vænta tað sama hesuferð. SÁTTMÁLATRÆTA Stefan í Skorini Báðir partar váttaðu miku- morgunin, at samband var millum partarnar, men søgdu samstundis, at einki ítøkiligt var á borðinum. - Tað er lítið sannlíkt, at vit gera ein nýggjan sáttmála fyri tingfundin eins og seinast, segði Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum. - Vit eru ikki bangnir fyri, at tingið samtykkir okkara sáttmála við lóg, men fara aftur til arbeiðis við uppreistari pannu, leggur hann afturat. Bíða til í heyst Klæmint Weihe, stjóri á SEV, væntar ikki, at partarnir fara at møtast fyrr enn í heyst, um løgtingið nú samtykkir at leingja sáttmálan við lóg. - Vit fara helst at bíða til eftir 1. oktober, tá sam- ráðingarnar millum Starvs- mannafelagið og lands- stýrið eru lidnar, sigur Klæmint Weihe. Hann vísir á, at SEV eins og Maskinmeistarafelagið vildi hava Fíggjarmálaráðið við í samráðingarnar, men hesum ynski vildi Fíggjármálaráðið ikki ganga á møti. - Teir boðaðu frá, at teir vildu hava eina null-loysn, men vit vistu ikki ná- greiniliga, hvat tað merkti, sigur Klæmint Weihe. Um tingið samtykkir uppskotið frá samgonguni, gongur ikki long tíð, áðrenn streymveitingin er normaliserað. - Tá vit fáa Sundsverkið í gongd, kunnu vit aftur veita streym sum vant, sigur stjórin í SEV. Neyvan nøkur semja fyri tingfundin