Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 127 - 7. juli 2005 Hóast tað í dag væntandi eydnast landsstýrismanni- num í almannamál- um at fáa fatur á tveimum milliónum afturat til umsorg- anararbeiðið, vantar enn út við ein mill- ión. Tískil er tað ikki vist, at øll tiltøkini á økinum kunnu halda fram Eldraøkið Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í løtuni bendir alt á, at fíggjarnevndin seinni í dag letur Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almannamálum, fíggjar- skjalið, sum heimilar hon- um at brúka tvær milliónir afturat uppá umsorganar- arbeiðið til tey eldru. Hetta er tó framvegis ikki nokk til, at øll tiltøkini kunnu halda fram, sum fyrr. Seinni í dag fer Almanna- stovan at koma við einum tilmæli um, hvussu pening- urin skal raðfestast. Óvæntaður tørvur Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin heitt á Almannastovuna um at tryggja, at mattænastan kann halda fram. Eisini verður lagt upp til, at tiltøk, sum eru bygd upp yvir longri tíð, ikki detta niður- fyri aftur. Hetta merkir so, at summi av nýggjastu tiltøkunum innan umsorg- anararbeiðið verða raðfest lægri og møguliga ikki kunnu halda fram. Men hvussu tað ber til, at landsstýrismaðurin ikki frammanundan hevur sæð, at peningur kom at vanta á økinum? - Ongin kundi vænta eina so ógvusliga øking í um- sóknum um pening til umsorgan til tey eldru. Hetta hevur onki við tað at gera, at tað verða alsamt fleiri eldri borgarar. Hetta vita vit sjálvandi, og tí er játtanin til eldraøkið sum heild eisini økt sera nógv seinastu árini. Umsorganar- arbeiði er ein helt onnur játtan, har vit fyri fyrstu ferð síðsta ár heittu á stovnar innan umsorganar- økið um at søkja um peng- ar. At tann tørvurin knapp- liga var tvær milliónir størri enn tær fimm mil- liónirnar, sum vóru settar av, hevði ongin ímyndað sær, sigur landsstýris- maðurin. Taka við læru Hans Pauli vísir á, at vantandi peningurin til umsorganararbeiði ikki er útrykk fyri sparingar á eldraøkinum sum heild. Heldur er játtanin til edra- økið hækkað støðugt sein- astu árini. Í 2004 hækkaði játtanin við 15 milliónum, og á fíggjarlógini komandi ár verður mælt til eina hækking uppá 21 milliónir afturat. Tí er tað skeivt at siga, at tað verður skorið niður á eldraøkinum, sigur landsstýrismaðurin. Fyri at tryggja, at um- sorganararbeiðið ikki verð- ur fyri sama smeiti næsta ár, verður øll umsorgan- arskipanin gjøgnumgingin av nýggjum í næstum. Sambært landsstýrismann- inum er skipanin sett sam- an av nógvum ymiskum tiltøkum, har fleiri lítið og onki hava við hvørt annað at gera. Eitt nú heldur landsstýrismaðurin, at mat- tænastan eigur at verða løgd undir heimarøktina, so vit fáa eina meir gjøgnum- skygda konto, sum burtur- av snýr seg um umsorgan. - Tað er ongin ivi um, at tað, sum nú er hent við játtani til umsorganar- arbeiðið, fær avleiðingar fyri uppleggið komandi ár, so vit ikki aftur standa við eini ov lítari játtan. Vit kunnu læra av tí, sum er hent uppá fleiri mátar, sigur Hans Pauli og sipar til, tað til dømis eigur at verða hugt uppá, um ikki onkur av tiltøkunum innan um- sorgan kunnu samskipast betur, so peningurin røkkur longur. Sólskinssøga Hans Pauli Strøm leggur afturat, at hóast fíggjarliga støðan innan umsorgan- ararbeiðið beint nú er alt annað enn heppin, er hon í veruleikanum ein sólskins- søga. - Tørvurin á pengum til dagtilhald og onnur tiltøk fyri eldri ber boð hug og orku at vera virkin, eisini á ellisárum. Hetta taki eg sum eitt tekin um, at ein stórur partur av okkara eldru liva eitt betri lív, enn fyrr, og tað er avgjørt at fegnast um, sigur lands- stýrismaðurin. - Tað var ógjørligt at spáa um frammanundan, at so stórur tørvur fór at verða á pengum til umsorganararbeiði fyri tey eldru, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum Hans Pauli Strøm: - Umsorganararbeiðið má raðfestast Tað fer at merkjast kring alt landið, um løgtingið samtykkir at lóggeva maskin- meistararnar aftur til arbeiðis, boðar for- maðurin í Starvs- mannafelagnum frá VERKFALL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Starvsmannafelagið hevur sent Føroya løgtingi eitt. Skrivið er stutt: "Starvsmannafelagið ger við hesum Føroya Løg- tingið greitt, at um løg- tingið á tingfundinum í morgin ásetur nakran sátt- mála við lóg, síggja vit ongan annan møguleika enn at seta tiltøk í verk." Og tað er ikki ein serliga fegin formaður í Starvs- mannafelagnum, vit hava í telefonini, tá vit royna at fregnast eftir, hvat tað merkir, at tiltøk skulu setast í verk. - Tað fari eg ikki at siga tær nú. Vit bíða eftir, hvat hasir fólkavaldu fara at gera. Men eg kann siga tær, at vit meina hetta í ramasta álvara, og tað fer at merk- jast, sigur Gunnleivur Dals- garð. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum leggur dent á, at partarnir komu til eina semju við semings- monnum, og tað er tískil púra burturvið, at løgtingið nú leggur uppí. - Tað er ikki fyri stutt- leikar, at vit senda løg- tingið eitt tílíkt skriv. Vit kunnu ikki lata hetta fara afturvið borðinum. Hvørj- um skal tað enda við, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Í samband við onnur fakfeløg Gunnleivur Dalsgarð váttar eisini fyri Sosialinum, at teir eru í holt við at royna at fáa onnur fakfeløg við í leikin. Hetta er í skrivandi ikki avgreitt, men for- maðurin í Starsvsmanna- felagi Kunnu vit so vænta okkum, at tit fara at leggja landið lamið? - Vit fara ikki at góðtaka, at løgtingið lóggevur á henda hátt. Og tað fer at merkjast, sigur Gunnleivur Dalsgarð. - Vit skulu takast í álvara Gunnleivur Dalsgarð savnsmynd