hósdagur 7. juli 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sunnudagin var
minningardagur
teirra deyði í ferðsl-
uni. Higartil í ár hev-
ur gingið illa, tí tað
hava longu fýra fólk
latið lív í ferðsluni
MINNINGARDAGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sunnudagin, fyrsta sunnu-
dag í juli, var minningar-
dagur teirra deyðu í ferðsl-
uni, og sætta árið á rað
vórðu blómur løgd við tey
støð, har fólk eru deyð.
Jón Kragesten á Ráðnum
fyri Ferðslutrygd, sigur, at
higartil í ár hevur gingið
illa í ferðsluni í Føroyum.
– Tað eru longu fýra fólk
deyð í ferðsluni í ár. Tey
vóru øll ungdólk og børn,
og tey vóru ávikavist 18 ár,
17 ár, 14 ár og 0 ár.
Hetta svarar til 8,3 fólk
pr. 100.000 fólk.
Síðani 1928 eru 255 fólk
deyð í ferðsluni í Føroyum,
harav 207 síðani 1970.
Sostatt eru nógv fleiri
fólk deyð í ferðsluni í Før-
oyum enn í Danmark
Jón Kragesten sigur, at
fyrra hálvár í ár doyðu 2,8
fólk í ferðsluni í Danmark
fyri hvørji 100.00 fólk.
Alt fjør doyðu 369 fólk í
Danmark, ella 6,8 fólk pr.
100.000.
Hóast tað í Danmark hev-
ur gingið framá í stórum
seinastu árini, so eru danir
als ikki nøgdir við støðuna.
Teir vilja enn longur fram
og vera á hædd við Noreg
og Svøríki, har talið á
deyðum pr. 100.000 er um
5,6. Í Noregi og Svøríki
verður miðvíst arbeitt eftir
Nullhugsjónini, sum er, at
eingin skal doyggja ella fáa
álvarsligt mein í ferðsluni".
– Fyri at gera nakað við
støðuna í Danmark, verður
av
álvara
arbeitt
við
ferðslutrygdarætlanum,
sigur Jón Kragesten.
– Umframt upplýsing,
verður dentur lagdur á
gransking, at nýta hátøkni í
akførum og veganetið og
ikki minst at betra um eftir-
litið hjá politinum.
Hon sigur, at í 2002 settu
danir sum mál, at í 2012
skulu færri enn 300 fólk
doyggja í ferðsluni. Í løtuni
eru danir framman fyri tíð-
arætlanina og umhugsa nú
at lækka málið fyri 2012 frá
300 niður í 250 fólk.
– Í Føroyum hava vit enn
ongan skipaðan ferðslu-
trygdarpolitikk og vit hava
ikki sett okkum ítøkilig mál
at arbeiða í móti, hóast
Ráðið fyri Ferðslutrygd í
fleiri ár staðiliga hevur
mælt til hetta, sigur hann.
Vón fyri framman
Men Ráðið fyri Ferðslu-
trygd heldur, at vón er
kanska fyri framman, við
tað at landsstýrismaðurin í
ferðslumálum í næstu ting-
setu fer at seta fram lógar-
uppskot um, at endamáls-
orðingin í ferðslulógini
verður grundað á Nullhug-
sjónina.
Hvalbingar samstarva
við norðmenn um
ætlaða toskaaling í
Hvalba
TOSKAALING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at fara undir
at ala tosk í Hvalba.
Á fundi í bygdaráðnum í
Hvalba týskvøldið var ein
umsókn til viðgerðar um at
útvega eitt øki til at gera
royndir við toskaaling á.
Tá ið føroyingar hava
tosað um aling, hevur tað
nú í nógv ár bara verið
hugsað um laks. Men sein-
astu mánaðirnar eru fleiri
og fleiri farin at tosa um at
ala tosk og nú liggja eisini
hvalbingar framvið.
Tað er Mikkjal Hammer,
vanliga nevndur Mikki,
skipari og reiðari í Hvalba,
sum nú tekur stig til at fara
undir toskaaling í Hvalba.
Hann hevur tikið upp
samstarv við fyritøkuna
Eco-Farm í Noregi og sam-
an við teimum, ætlar hann
at royna at ala tosk í Føroy-
um við teirr tøkni og teirri
vitan, sum Eco-Farm hevur
ment á økinum.
– Eco-Farm hevur roynt
sína vitan og sína tøkni til
toskaaling áður og úrslitið
hevur verið nøktandi, verð-
ur sagt í umsóknini til
Hvalbiar Kommuna.
Ala í kørum á landi
Ætlanin er at ala toskin í
stórum kørum á landi og
gevur hendan royndin nøkt-
andi úrslit, vóna teir at
kunna fara undir aling á
vinniligum grundarlagið
aftaná.
Kørini eru stór, einar 15
metrar í diametur.
Teir siga, at hendan fyrsta
royndartíðin kemur at varaa
eitt til hálvtannað ár og
hesa tíðina koma 2-3 full-
tíðarstørv at vera knýtt at
virkseminum.
Sostatt søkja teir nú
kommununa um at útvega
øki til endamálið.
Sjálvir hava teir hugsað
um eitt øki niðri á havnarla-
gnum í Nesi í Hvalba, sum
er einar 1000 fermetrar
stórt.
Talan er um eitt øki, sum
Búnaðarstovan eigur og á
fundinum týskvøldið sam-
tykti bygdaráðið einmælt at
taka stig til at ogna sær
økið og at lata stigtakarun-
um tað til endamálið.
Nr. 127 - 7. juli 2005
9
Hægri P-bøtur
Havn: Tórshavnar bý-
ráð samtykti á fundi
hóskvøldið í farnu
viku, at taka undir við
eini áheitan frá Runa-
víkar kommunu um P-
bøturnar.
Henda
áheitanin
gongur út uppá, at báð-
ar kommunurnar sam-
an heita á Vinnumála-
ráðið um at hækka
gjaldið fyri ólógliga
parkering úr 200 upp
til 300 kr.
Á
fundinum
var
eisini eitt uppskot um
at lækka gjaldið ístað-
in við einari krónu nið-
ur í 199 kr., men tað
fall á fundinum. Tí
mugu fólk bara ansa
sær betri, um tey ikki
skulu fáa P-bót í fram-
tíðini.
sb.
Nýggj kloakk-
skipan
Hestur:
Tórshavnar
býráð hevur samtykt á
fundi at farast skal
undir arbeiðið at gera
nýggja kloakk í Hesti.
Hest kommuna fekk
tilboð um gerð av
arbeiðinum. Tað var
P/f J&K Contraktors,
ið hevði lægsta boð
uppá góðar 2,4 mió. kr.
við 6,25 % mvg.
Samlaði kostnaðurin
við projektering, eftir-
liti og øðrum verður
mettur til 3,2 mió. kr.
sb.
Hestur fær nú nýggja
kloakkskipan. Tað hevur
Tórshavnar býráð
samtykt
10 grundøki
seld
Vestmanna: Tað hevur
gingið sera væl við
søluni av grundøkjum
í Vestri, síðan Vest-
manna Kommuna lýsti
við hesum í mars mán-
aði.
- Seld eru nú íalt 10
grundøki, og trý onnur
eru umbiðin í løtuni,
skrivar heimasíðan hjá
kommununi..
Tað vórðu útstykkj-
að 25 grundøki í
Vestri, og tvey onnur
grundøki, sum eru í
Miðalsbrekku.
Sigast má, at hetta
heldur óvanliga stigið
við at lýsa eftir keypar-
um til grundøki, hevur
givið sera gott úrslit.
sb.
Ætla at ala tosk í Hvalba
Mintust tey deyðu í ferðsluni
Í álitinum „Ávegis til Nullhugsjónina‰ sum Ráðið fyri
Ferðslutrygd lat gera í 2003, verður m.a. mælt til, at:
Útbúgvingin at taka koyrikort til bil skal betrast og ung-
fólk millum 18 og 25 ár skulu fáa serligt royndarkoyrikort í
2 ár við serligum treytum
Koyrikort við stigaskipan skal setast í verk
Kravd undirvísing at fyri at taka koyrikort til prutl
Promillumarkið skal lækkast úr 0,5 niður í 0,2
Skaðanevnd at kanna álvarsligastu ferðsluóhappini
verður sett
Venjingarbreyt/ hálkubreyt verður gjørd í Føroyum"
– Sunnudagin mintust vit tey, sum eru deyð
íferðlsuni og nógvastaðni vórðu blomstur løgd
á søðum, har ferðslan hevur kravt mannalív.
Tað stendur ikki væl tíl í ferðsluni í Føroyum,
men kanska er vón fyri framman, heldur
Ráðið fyri Ferðslutrygd
– Tað er her, úti í
Nesi í Hvalba, at
ætlanin nú er fara
undir royndir við
toskaaling