Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 127 - 7. juli 2005 Flestu mugu verða á einum máli um, at tað líkist ongum, at eitt framkomið samfelag skal liggja í streymloysi í 2005 vegna eina arbeiðsósemju. Tí er tað væl skilligt, at Løgtingið varð kallað saman, tí talan er veruliga um eina neyðstøðu, har milliónir verða spiltar, hvørja ferð streymurin verður slitin til eitt øki. Skipanin, har landsstýrismaðurin skal góðkenna sáttmálarnar hjá SEV, má antin avskaffast, ella má Fíggjarmálaráðið við í samráðingarnar. Tað ber ikki til, at man letur tveir partar samráða seg fram til eitt úrslit, fyri bert at kolldøma hetta úrslit, ið enntá var eitt semingsuppskot, ið báðir partar góðtóku. Hví ikki bara strika ásetingina um, at landstýrismaðurin skal góðkenna sáttmálarnir hjá SEV og útdelegera hetta fult og heilt til SEV og kommunurnar, ið eiga og reka SEV? Um hetta var gjørt, so kundi landstýrismáðurin stitið á síðulinjuni og kritisera úrslitið hjá SEV, eins og øll hini, uttan tó at eiga nakað í tí, og kundi tí farið til samráðingar í heyst við einum blankum arki. Seinastu árini er tað vorðið so, at øll fakfeløgini fáa at kalla tað sama í prosentvísari lønarhækkan hvørt ár. Soleiðis var tað ikki fyrr, og ilt er at síggja, hví tað skal verða so. Um alt skal fáa tað sama, so er eingin grund til at hava samráðingar við ymisk fak- feløg. At vit hava ymisk fakfeløg á arbeiðsmarknaðinum er júst tí, at tað til eina og hvørja tíð vilja verða ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi hjá ymiskum fakbólkum. Tað kann til dømis verða talan um kapping frá til dømis reiðaríum, sum eigur at verða umhugsað, tá ein tosar um Maskinmeistarafelagið. Eisini kann talan verða um førleikabroyting í ávísum fakbólkum o.s.fr. Sjálvandi skal landsins búskaparliga støða takast við hjá øllum pørtum. Henda støðan er ikki góð í løtuni, og tykist privati arbeiðsmarknaðurin hava tikið hetta til eftirtektar og hevur handlað hareftir. Trýstið á almenna sektorin økist hvønn dag. Vit síggja, at tað tykist verða trupult at kanalisera almennar pengar út til tær tænastur, ið røkka borgaran, hóast umsitingin av hesum tænastum ikki tykist minka. Her má okkurt henda komandi árini, sum ger tað bíligari at umsita tær grundleggjandi vælferðartæanstur, ið borgarin betalir sín skatt fyri, og tí er ilt at síggja stórar almennar lønarhækkingar fyri sær. Sum áður nevnt, so kemur kappingin um maskinmeistarar í høvuðsheitinum ikki frá øðrum almennum stovnum, men heldur frá flotanum og útlendskum skipum. Tí er eingin verðsins grund til, at Maskinmeistarafelagið skal bindast til at fylgjast við restina av almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað er ein brølari, at Landstýrið alment sigur, at sáttmálin millum SEV og Maskinmeistarnar leggur støðið fyri hinar. Hví? Hvat er hetta fyri nakað, at allir bólkar partú skulu fylgjast at? Tað kunnu vera ár, har onkur fær meir, fyri síðan at fáa minni okkurt annað ár. Tað er ein spurningur um samráðingarrættin, og ikki sum nú, har lægsti felagsnevnari skal diktera alt annað. Um SEV t.d. eitt árið misti allar maskimeistarnar til nótaflotan, so mátti felagið betalt meir, fyri at behildið hesi fólk, uttan at hvør fulltrúi hjá landinum nýttist at fylgja við. DAGSINS MEINING Sosialurin Fíggjarmálaráðið má broyta mannagongd VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Bjørn á Heygum Verkfalsrætturin misnýttur Enn einaferð eru vit vitni til, at einstakt fakfelag um- boðandi nøkrar fáar limir - í hesum føri ca. 40 maskin- meistarar - tekur kvørkra- tak á eitt heilt samfelag. fyri at trumfa síni ser- áhugamál ígjøgnum. Hesi ómissandi demo- kratiski verkfalsrætturin verður í dagsins føroyska samfelag toygdur í hvørjari lykkju. Fakfeløg við limum í ávísum lyklastørvum nýta nú til eitt hvørt høvi til at taka flest møgulig sum gísla einum meira ella minni ótespiligum og ódámligum leiki, har tað ræður um at leggja alt samfelagið lami til tess at vinna sær og sínum nakrar fyrimunir. Stríðið stendur í tílíkum førum ikki longur millum arbeiðsgevara og arbeiðs- taka, men millum sjálvt samfelagið og einstøku fakfelagsbólkarnar. Ovurstór og ómissandi samfelagsvirði verða sett í váða hvørja einastu ferð eitt verkfall av slíkum slag gerst veruleiki. Ongin tjóð kann í longdini lata sær lynda slíkar afturvendandi lemjandi atgerðir frá ávís- um áhugabólkum bert tí tað eitist verkfalsrættur. Hesin rættur kann ongantíð verða so frið-halgaður, at hann loyvir at støðið verður máða undan búskapinum og lív og heilsa borgarans verður sett í váða. SEV sum monopol SEV hevur sum almenn monopolfyritøka áður sett dagsskránna á føroyska ar- beiðsmarknaðinum við stórfingnum gávumildni og ovurstórum lønarhækking- um, sum hetta monopol jú uttan víðari kann turka av uppá einstaka brúkaran. Ì sáttmálasamráðingun- um hesaferð er SEV tó farið eitt stig víðari. Vitandi um, at teir við sínum lønar- stiga skapa fordømi fyri restina av almenna arbeiðs- marknaðinum, hevur elfel- agið við at gótaka eina løn- arhækking fyri sítt starvsfólk, beinleiðis lagt seg út við alment proklam- eraða politikkin hjá lands- stýrismaninum í fíggjar- málum um eina 0- loysn í sáttmálasamráðingunum. Elfelagið er samstundis gott ávegis at tileinkisgjera og undirgrava allar sáttmál- arnar á privata arbeiðs- marknaðinum, sum høvdu sum eina avgjørda fyritreyt, at lønargjógvin millum vanliga løntakaran í vinn- uni og almenna starvsfólki ikki vaks og gjørdist enn breiðari enn framman- undan. Fakfeløgini á privata arbeiðsamrknaðinum hava sýnt fyrilit og víst samfel- agssinni við at góðtaka eina 0-loysn á sjálvum lønar- stiganum. Tískil mugu tey nú ikki vera stungin í ryggin av almenna monpolinum, við tí úrslitið at allar fyritreytir undir verandi sáttmála detta burtur umframt og tað sindri av álitið sum er eftir mótvegis politikarum hvørvur eina ferð med alla.. Landsstýrismaðurin onki val Landsstýrismaðurin kann sostatt undir ongum um- støðum forsvara, at góðtaka ein sáttmála, sum enn eina- ferð er við at avskepla før- oysla lønarlagið og oyði- leggja okkara kappingar- føri. Hann gjørdi tískil tað einasta rætta, nevniliga at vraka sáttmálan millum SEV og maskin-meistara- felagið. Við einum frammanund- an ovurstórum og í longdini óhaldbarum undirskotið á fíggjarlógini uppá fleiri hundrað mio kr. vildi tað eisini verið óðamannaverk og politiskt sjálvmorð fyri landsstýris-mannin í fíggj- armálum at góðtikið ein slíkan sáttmála. Øktu almennu lønarút- reiðslurnar. kunnu sum er bert vera fíggjaðar antin við uppsøgnum ella enn fleiri og tyngri skattum og avgjøldum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tískil onki annað val enn at standa rimmarfastur og ikki víkja ein tumma. Varar verkfallið bert nakrar dagar afturat er hann eisini noyddur at fara í løg- tingið og lóggeva soleiðis at maskinmeistararnir hjá SEV vera javnstillaðir ikki í prosent men í krónum við partarnar á privata arbeiðs- marknaðinum. Arbeiðsmarknaðurin endurskoðast At føroyski arbeiðsmarkn- aðurin treingir til at vera endurskoðaður í síni heild er ongin loyna. Slíkt anarki og kaos sum her valdar kann bert ein bananrebu- blik bjóða sínum borgarum. Skulu vit ikki framhaldandi koma undir hetta ivasama heiti, so má fást skil á og tað í stundini. Onki fram- komið samfelag kann standa model til ein tílíkan afturvendandi ruðuleika, sum vit her eru vitni til. Arbeiðsrættur og fastir karmar á arbeiðsmarknað- inum eru grundleggjandi fyritreytir um vit skulu gera okkunm minstu vónir um bert at náa ein evarska lítl- an part av sonevndu visión- unum hjá løgmanni fyri 2015. Gíslatøka av føroyska samfelagnum