Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 7. juli 2005 11 VIÐMERKINGAR Ein mentanarligur miðdepil fyri tey eldru í Havn Ása Hátún Fyri umleið 8 árum síðan yvirtók Tórshavnar Býráð gamla Føroya Banka. Katr- in Dahl, tá býráðslimur, bar tá fram hugskotið at nýta henda prýðiliga bygning mitt í gamla býarpartinum til tilhaldsstað hjá teimum eldru í Havn og legði so- leiðis lunnar undir slík eldratiltøk í Føroyum. Her eru nakrar hugleið- ingar um virksemið í Til- haldinum, soleiðis sum eg havi upplivað tað. Leiðslan er á høgum pro- fessionellum stigi, sum hevur ans fyri tí breidd, ið er neyðug fyri at skapa uppliving, menning og trivnað hjá eldri fólki. Við sær hevur leiðarin tvey fólk í hálvum starvi - við heilsu- frøðiligum og listarligum førleika -, neyðuga rein- gerðarhjálp og eina seriøsa nevnd, demokratiskt vald á aðalfundi. Umhvørvið á Tilhaldin- um er sera vakurt og hugnaligt, og góði ansurin fyri tí estetiska letur upp fyri ríkari samveru við róð og hvíld í sinninum. Lat okkum tríva í nakað av regluliga virkseminum í húsinum. Matgerð Eina ferð um vikuna ger ein "matbólkur" - kvinnur og menn - undir kønari leiðslu døgurða á staðnum, og fyri eitt lítið gjald kunnu tá onnur skriva seg upp til at eta við og soleiðis hittast til góða matsamveru við sunnum mati - genialt! Fimleikur Tvær ferðir um vikuna er væl skipaður fimleikur. Undirtøkan er góð - fólk kemur eitt nú av Velbastað, ja, heilt úr Nólsoy, til at verða við til hesa stuttligu og stimbrandi løtu. Sum samsýning leggur tú bara eina 10-krónu til leiðaran. Felagssangur Hvønn týsmorgun er fult hús, har øll í góðan tíma syngja saman av hjartans huga og fáa sær ein kaffi- munn aftaná. Sjálvboðin fólk skipa fyri á flyglinum, sum Ingibjørg, einkjan eftir Andrias Restorff, hevur latið Tilhaldinum. Slíkar gávur hava ríkað stovnin, bæði til ognar og anda. Fyrilestrar, framløgur Týsdag seinnapart kanst tú gleða teg til at fara á Til- haldið at uppliva, lurta og síggja. Her hava verið nógv- ir ómetaliga áhugaverdir fyrilestrar. Nevnast kann í ár eisini temarøð, har fakfólk - eitt nú psykiatar, kostveg- leiðarar og ergonomar - frá ymsum síðum hava lýst evnið "At taka ábyrgd av egnari heilsu". Altíð er stovan tá full av áhugaðum fólki. Her er av sonnum talan um upp-lýsandi og fyribyrgjandi virksemi, sum ivaleyst eisini í seinasta enda kann vera ein sparing hjá heilsuverkinum, fyri nú eisini at taka tey aktuellu peningaviðurskiftini við. Jú, tað er betri at fyribyrgja enn at lekja. Gongutúrar og útferðir Mitt í viku verður farið út: gongutúrar, til onkra fram- sýning, vitjan á stovnum o.s.fr. Einar tvær ferðir um árið eru longri útferðir við endamáli og veitsludámi. Handverk Hósdag og fríggjadag er ofta handverk á skránni, viðhvørt fyrifallandi ar- beiði - onkur dugir okkurt, sum hini kunnu læra, og ofta skipa fólk seg sín- ámillum at hittast um hetta. "Mother Therese"-teppini er eitt arbeiði fyri seg, sum altíð er í gongd. Hetta er felagstiltak fyri øll, sum binda fýrkantar av somu stødd, men í ymsum litum. Fýrkantar í hóskandi tali verða lagdir á borðið og telvaðir aftur og fram, til litsamansetingin riggar, og so verður seymað saman. Hesi snotuligu teppir verða send til hjálparfelagsskapin. Ikki minst spennandi eru tey fyrireikaðu dagsskeið- ini, har farið verður í dýpd- ina við onkrum evni. Altíð eru hesi skeið fullteknað. Tilhaldið eigur nógv am- boð, oftast givin av fólki, sum vilja stovninum væl. Nevnast kann dreyibonkur við útgerð, karðimaskina, seymaskina, karðar, rokkar, snældur o.m.a. Eisini tilfar sum t.d. ull, tógv, litingartil- far hevur stovnurin, og alt hetta verður gagnnýtt til fulnar. Her er talan um kvalitets- samveru. Fólk við felags áhuga koma á tal, prátið gongur, nýggj vinarbond verða knýtt, og glað og ríkað fara fólk aftur til hús. Jú, maður er mans gaman, og gleði er gott fyri heilsuna. Læra enskt Tú kanst fara oman á Tilhaldið at "práta enskt". Kunnugur eldri lærari skipar fyri, og her sum í øðrum førum gjalda fólk eitt sindur fyri seg - einar 20 kr. hvørja ferð tað er lærararlønin. Telduhjálp Eina ferð um vikuna situr fullkønur teldumaður og gevur vegleiðing í teldu- nýtslu, og annars er gott telduumhvørvi í húsinum. Annað virksemi Í sambandi við jól er jólaútsøla. Tey eldru hava tilvirkað lutirnar, standa fyri søluni, og ágóðin fer til stovnin. Á ólavsøku eru forvitn- isligar framsýningar - oftast afturlítandi við myndum, lutum og upplýsandi tilfari um, hvussu lívið var fyrr. Hetta eru tiltøk, sum krevja stórt fyrireikingararbeiði. Vitjan av øðrum stovn- um. Ógloymandi var løtan, tá børn av einum barna- garði komu á Tilhaldið at dansa føroyskan dans. Børn og gomul, hond í hond, kvóðu og dansaðu saman. Slíkt eru ríkar løtur. Boccia í kjallaranum Tey spæla og trena, melda seg til kappingar, og tvær ferðir hevur Tilhaldið vunnið slíka kapping. Kortspøl og onnur spøl t.d. landastrok er óført at hittast til. Makkarar finna saman, og fólk koma hvørj- um øðrum við. Tú kanst eisini seta teg fyri teg sjálvan á eina motiónssyklu ella í ein massagustól at slappa av. Í døpru myrka- tíðini eru ljóslampurnar stimbrandi helst fyri tey eldru. Luksus? Nei, hetta er heilsumennandi, fyri- byrgjandi og samfelagsliga gevandi. Um innlit Nú hoyrast ætlanir um eitt eldraráð. Hvat plagar at koma burtur úr slíkum al- ment settum nevndum og ráðum? Mangan álit, sum enda í onkrari skuffu, og ikki eru tey ókeypis. Nei, hjálp til sjálvhjálp og stuðul til hugskot og fyritakssemi frá teimum, sum kenna tørvin, tað sæst munandi aftur. Hvat innlit hava eitt nú tey á Almannastovuni og Heilsumálaráðnum um tað, sum veruliga fer fram á stovnum innan teirra um- sitingarøki? Vildi mælt til, at onkur ábyrgdarfólk á økinum tók sær eina viku at fylgt tí virksemi, sum eitt nú á Tilhaldinum í Tórsgøtu og tilsvarandi stovnum úti um landið. Mangan tykist tað, sum at vinstra hond veit ikki, hvat høgra ger hjá myndugleikunum. At enda kann eg nevna nøkur tøl, sum tala. Seinasta árið hava ca. 14.000 vitjanir verið á Til- haldinum í Tórsgøtu, og hetta talið er vaksandi. Játtanin til Tilhaldið er umleið 800.000 kr. um árið. Her er veruliga talan um lítlan pening við sera stórari effekt. At skerjingar mugu fara fram í tí almenna, nú fíggj- arstøðan er, sum hon er, er væl skiljandi, og ibaleyst er tað til eina og hvørja tíð bara gagnligt, at gjølla verður hugt eftir, hvat al- menningur peningur veruliga verður nýttur til; men við at spara virksemi burtur sum tað, ið fer fram í Tilhaldinum í Havn og alt meira eisini úti um landið, verður samfelagsliga munandi meira mist enn vunnið. Tilhaldið í Tórsgøtu Fyrsti sáttmálin Jákup Sørensen Gudmar Joensen Svenning Eysturdal Kári Sigurheim Martin Dam maskinmeistarar á Sundsverkinum Síðani fyrsta sáttmálán millum SEV og Maskin- meistarafelagið, hava allir sáttmálarnir síðani verið avgreiddir millum SEV og MF, eftir vanligari mannagongd í sáttmála- samráðingum. Hetta má sostatt metast sum hevdvunnin rættur. Í hesum sambandi verur eisini víst til: "Semja millum Føroya Landsstýri og Maskin- meistarafelagið", dagfest 16. feb. 1993. stk 3. Landsstýrið ásann- ar, at yrkisfelagið hevur samráðingarrættin viðvíkj- andi øllum fakligum við- urskiftum hjá limunum. MF hevur ongantíð lagt aðrar sáttmálar ella sátt- málaúrslit til grund fyri sáttmálasamráðingum, men bert síni egnu ynski og krøv. Okkum vitandi hevur sáttmálin millum SEV og MF, heldur ong- antíð verið grundarlag fyri ynskjum og krøvum frá øðrum feløgum. Í sáttmálaskeiðunum hevur altíð valda friður. Tey tiltøk sum hesaferð eru sett í verk, hava ong- antíð áður komið upp á tal, heldur ikki tá ið á stóð. Við seinastu sáttmála- samráðingar, langaði tá- verandi landsstýrismaður- in trumfin á borðið longu í fyrsta umfarið. Soleiðis at sáttmálin millum SEV og MF skuldi leggja støði fyri komandi sáttmála- samráðingum hjá Fíggjar- málaráðnum. Núverandi landstýris- maðurin í fíggjarmálum hevur valt sama leistin, og lagt fótonglar fyri einari og skilagóðari semju. Soleiðis skapa menn misálit á og máa støði undan einari skipan, ið hevur virkað í nógv ár. Landið hevur einskilt og sett stórar ognur í almenn partabrøv, og fleri eru í umbúna. Hvar var eftirlitis- skylda ánarans við teimum lønarsáttmálunum? Hvarv hon við einskiljingini? Løgfrøðingur leggur seg nú sum tá út í kjakið, fyri at staðfesta heimildir- nar hjá landsstýrismann- inum at ógilda semings- uppskotið. Lítið bendir tó á, at hann hevur sett seg inn í semingsuppskotið. Hevði hann gjørt tað, hevði hann helst havt staðfest heimildirnar hjá landsstýrismanninum at góðkenna semingsupp- skotið - og báðir høvdu talst millum skilamenn. Tá ið landið í nítiárun- um lá í andaleypi og landskassin var tómur, fóru vit, stórt sæð uttan samráðingar og meiri at siga eftir harraboðum, munandi niður í løn. Hóast fíggjarstøðan hjá SEV var heilt ørðvísi enn tann hjá landskassanum. Samráðingarnar sein- astu árini hava staðfest, at vit eru munandi dragnaðir í løn og at hinir eru við at hvørva í blánanum. Tað er millum annað tað sum nevndin í MF, okkara vegna hevur sámráðst um. Hjalmar Norðberg Poulsen Hesi nógv sigandi orðini hjá navnframa týska psykopat- unum onkel Adolf renna mær í hug. Stytti mær stund- ir aftaná eina ótrationella og heldur margháttliga drifts- vakt. Sum koblingsleiðari hjá Sev hevur ein siti í kontr- ollrúminum í Vestmanna við miklari ábyrgd og býtt tey tøku kilowattini út til allar føroyskar mannasálir, so kristiliga sum yvir høvur gjørligt,- hetta tí at talsjon- gulørurin í fíggjarmálastýr- inum enn einaferð, á ivasam- an juritiskan hátt, nossaði í tí. Tað hevur verið ført fram, at tað ber ikki til, at 40 maskinmeistarar hjá Sev, av sínum eintingum kunnu lamma samfelag okkara. Jú tað kann kanska verða nak- að um hetta. Veruleikin er tó tann, at henda ábyrgdafulla manning hevur rættiliga holla tekniska vitan á hesum øki, sum eitt framkomi samfelag ikki kann vera fyri uttan. Sjálvandi eiga teir sína virðing fyri hetta megn- ararbeiði, og sjálvandi eiga teir sína løn uppiborna. Hó- ast alt kemur hon ikki úr Føroyska Landskassanum. Kundi annars hugsað mær at vita, um landsins støða var eins kritisk, um nú 40 starvsfólk í politisku fyrisit- ingini, uttan aðra ávaring, fóru ein marglætistúr uttan- landa í eina viku. Fíggjar- málaráðharrin hevði tá kunnað roynt seg sum ferða- leiðari. Eitt er heilt vist,- hønurnar á Velbastað høvdu ikki lagt merki til hetta. Framferðarháttur Fíggjar- málaráðharrans er undir alt lágmark! Hann niðurgerð og spottar felagsnevnd maskin- meistaranna. Hetta kemur rættiliga klárt fram, við tað at hann ikki ønir at boða fel- agsnevnd okkara frá negat- ivu niðurstøðu hansara sátt- málanum viðvíkjandi, men heldur luftar tankan út í Før- oyskum fjølmiðlum, aftaná at varðaløgmaður er eftur- spurdur. Hetta feigt ótil- geviligt. Hoyrir ikki heima nú á døgum, men sum danin segði det var dengang, mænd var mænd og bøsser skydevåben. Men nú nýggj- ar tíðir eru, broytist alt, bæði menturnarliga, kynsliga og ikki minst poliktisk. Før- oyska demokratiið er við at gleppa okkum av hondum og Stalinisman blómar. Nú Løgtingi er kalla sam- an í úrtíð, er tað mín vón, at diktatorisku lokalbrøgdini ikki eydnast,- soleiðis at de- mokratisk viðurskifti vinna frama og sáttmálin kann staðfestast, samfelag okkara til mikið gagns. Keine Hexerei, : Nur Behändigkeit;