hósdagur 7. juli 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 127 - 7. juli 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Bjarni Åkesson Filholm
í Hjørring hevur á
Forlaget Nautilus givið
út nýggja bók við heit-
inum "Nordsøens
hurtigløbere", sum er
um DFDS-ferða-
mannaskipini Kron-
prinsesse Ingrid og
Kronprins Frederik
FERÐAMANNASKIP
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bókin "Nordsøens hurtig-
løbere" er enn eitt dømi um
stóra áhugan fyri ferða-
mannaskipum hjá høvund-
anum, Bjarna Åkesson
Filholm, sum er hálvur før-
oyingur og býr í Hjørring.
Hann hevur seinastu árini
givið út fleiri bøkur um
m.a. strandfaraskipið Smir-
il og ferðamannaskipini við
navninum Tjaldur. Í fjør
gav hann eisini givið út
skaldsøguna
"Lykkepust
fra Liverpool", sum er 60-
ara tónleikin á Bornholm.
Í nýggju bókini "Nord-
søens hurtigløbere" verður
eisini nógv skrivað um
siglingina hjá Kronprins
Frederik millum Esbjerg og
Føroyar í 60-unum og 70-
unum.
Í tíðindaskrivi frá For-
laget Nautilus stendur m.a.:
"De to flotte motorskibe
Kronprins
Frederik
og
Kronprinsesse Ingrid var
gennem mange år indsat på
DFDS's Nordsøruter fra
Esbjerg til England. Med
en servicefart på 20 knob
blev overfartstiden bragt
ned på 18 timer på Esbjerg-
Harwich ruten, og skibene
blev vidt kendt for deres
høje komfort.
Begge skibe var bygget i
Helsingør. Da de blev af-
leveret, var de DFDS's flag-
skibe og desuden det for-
nemste, som dansk skibs-
bygningsindustri
kunne
præstere.
De to skibe havde en
spændende historie, hvor
den mest dramatiske begiv-
enhed var branden i Har-
wich,
hvor
Kronprins
Frederik blev meget slemt
beskadiget.
Bogen omhandler både
de to skibes historie og en
nøje beskrivelse af skibe-
nes konstruktion. Bogen er
rigt illustreret med mange
spændende billeder af de to
flotte DFDS-skibe, samtide
brochurer m.m."
Bókin kann bíleggjast hjá
føroysku bókahandlunum.
15.juni tók Fimmbogi
M. Poulsen prógv
sum PADI-Dive-
master hjá kavara-
skúlanum Faroe Dive
í Klaksvík
KAVING
Divemaster útbúgvingin er
ein av teimum hægstu og
mest krevjandi kavaraút-
búgvingunum, ein kann
taka her á landi.
Hann hevur við hesum
prógvi, sum kavaraleiðari,
fingið kunnleika og mynd-
ugleika at standa fyri túrum
og virksemi í samband við
kaving, hjá kavarum ið
hava kavaraprógv.
Fimmbogi hevur ætlanir
at virka innan ferðavinnuna
við vitan síni innan kaving,
og harvið gera Føroyar til
eitt enn meir áhugavert stað
hjá ferðafólki at vitja.
Bjarni Åkesson Filholm:
Nordsøens hurtigløbere
Fimmbogi fær Divemaster-prógvið. Høgrumegin: Fimmbogi
M. Poulsen, Hvannasund, Divemaster, og vinstrumegin Janus
Joensen, kavara-Instruktør, Klaksvík
Fimmbogi við hægstu
kavaraútbúgving
Sum ein eldist lurtar tú kanska heldur betur eftir
andlátum í útvarpinum og kvakk eg við, tá ið eg
hoyrdi, at Jógvan var farin.
Jógvan og eg komu at kennast, tá ið vit komu at sigla
saman við M/S Ice Star hjá Copenhagen Reefers -
hann sum yvirstýrimaður og eg sum skipari, og má eg
siga, at tað varð ein sonn frøði at sigla saman við
honum. Vit sigldu nógv uppá Grønland fyri KGH og
vóru tað mangir buldrasligir túrar, men sum sjómanni
so líkt, gloymir tú skjótt tær ringu løturnar í ísi og
illveðri og skerum í bæði borð, men tá var tað ein
sannur fongur at hava Jógvan sum yvirstýrimann.
Men sanniliga vóru tað eisini góðar løtur. Serliga
minnist eg ein túr í Grønlandi. Hetta var mitt um
summari og eg hevði konuna og bæði børnini við, og
einhvør, sum kennir til hetta, veit, hvussu tað kann
verða at hava børn við ein slíkan túr. Tá minnist eg
serliga, hvussu góður Jógvan var við lítlu dóttir okkara
og hekk hon eisini uppi í honum bæði tíðliga og seint;
um hann ikki altið hevði so góðar stundir, so tók hann
sær tíð. Hann var sum ein klettur at hella seg til hjá
vaksnum og børnum. Hann var so sera róligur í øllum
førum. Fyri mær sá tað út sum um, at einki fekk hann
av kós.
Vit sigldu eisini í Vest-Afrika og vóru tað
trupulleikar av heilt øðrum slag enn teir í Grønlandi.
Men í felag gekk tað eisini. Eg skal ikki útpenslað
Jógvan í øllum einkultheitum, tí Jógvan var so nógv
meir, enn tað sum eg veit um at siga. Hann hevði siglt
nógv og var ein dyggur stuðul í øllum.
Eg veit at sorgin og saknurin nívir tukkum Kirstin og
børnini og abbabørnini, men minnini kann eingin taka
frá tykkum - minnir um ein góðan mann, pápa og abba.
Latið tí tann líggja summarvindin turka tár tykkara og
minnist alt tað, sum hann var góður við og metti høgt:
alt, sum livir frá fjalli til fjøru og ta føroysku náttur-
una, sum hann ofta nevndi sum eina av sínum vakrastu
sjónum; har vildi hann hvíla millum fjalla, tá ið tíðin
kom. Hon var nú komin hjá Jógvani. Hann hvílur nú í
Harrans hondum millum fjalla!
Um brimbroti breyt
Og sorlar mót´ kletti
Um logn var og tað ei um klettarnar dró
So var tú hin sami
Mong orð ei tú gretti
So stinnir ein kempa við róðrið tú stóð
Nú lendi hann deyðans eingil
Hann spyr ei um megi og mátt
Og Jógvan tú mátti nú fara
Nú hvílir tú æviga gott
Óli
Nøkur fátøk orð
Jógvan hjá Bedingsmeistaranum
til minnis
Nýggja
bókin
bókin
"Nord-
søens
hurtig-
løbere"
DFDS- ferðamannaskipið Kronprins Frederik við bryggju í Havn við strandfaraskipinum
"Sigmundur" liggjandi uttaná
Bjarni Åkesson Filholm