hósdagur 7. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 7. juli 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Dagurin 7. juli
Villebaldus, deyður í 787. Saman við pápa sínum
Rikardi og bróðurinum Vunibaldus gjørdi hesin
enski munkurin pílagrímsferð til Róm og var tann
einasti, ið kom fram. Seinni gjørdist hann biskupur
í Eichstadt í Bayern.
Havn:
Týsmorgunin lat
Maria Poulsen upp nýggja
baðirúmshandil sín á Hálsi.
Umframt allar vanligar
vørur, ið hoyra heima í slík-
um handli, so er hetta sam-
stundis størsta framsýning-
in her á landi av baðirúms-
møblum.
Framsýningin í handlin-
um hevur m.a. til endamáls
at vísa á, at baðirúmið ikki
longur bara er eitt funk-
tionelt rúm, men eisini eitt
rúm har dygd og lívsgleði
koma til sjóndar.
Maria Poulsen í nýggjum hami
Ein nýggjur baðirúms-
handil er latin upp, har
arbeiðast skal fram ímóti
at fáa handilin at gera
tann leiðandi innan
baðirúm í Føroyum
Í dag 7. juli fyllir Elsa
Maria Højgaard, vanliga
nevnd Essemi 80 ár.
Essemi er dóttir Jose-
finu og Sigmund Olsen á
Toftum.
Essemi er nummar trý
av átta syskjum.
Tá í tíðini lá nógv hús-
ligt arbeiði á ungum gent-
um, og hennara partur lá
ikki eftir. Hon hevði
brøður sum vóru sjó-
menn, og tá lá tað ikki
bara á mammuni, men
eisini á systrunum at gera
teir skipsbúnar.
Essemi bleiv gift í 1946
við Peturi Højgaard í
Saltangará,
vanliga
nevndur Petur hjá Palla.
Tey fingu 10 børn har-
av 9 eru á lívi, 6 gentur og
3 dreingir.
Sólbjørg,
Poula
og
Halla búgva í Danmark,
Erla býr í Leirvík, Danjal
Petur í Havn, Guðny í
Gøtu og Jónhild, Sig-
mund og Brandur búgva í
Saltangará.
Ommubørnini eru 14 í
tali og langommubørnini
eru 5 í tali.
Essemisa lutur hevur
altíð ligið í heiminum, tað
var ikki bara maður og
børn, men so sanniliga
eisini kúgv og høsn.
Tá øll børnini vóru
komin uppundan, fekk
hon sær lønandi arbeiði á
Vistarheiminum í Runa-
vík.
Er tað nakað, ið ser-
merkir Essemi, so er tað
sansurin fyri at halda alt
reint og ruddiligt í heim-
inum og annars rundan
um seg. Og nú aldurin er
høgur, er tað enn nakað,
ið hon gongur høgt uppí.
Tað er altíð stuttligt og
hugnaligt at koma inn til
Essemiu.
Blíðskapurin
kennir ongi mørk og fyri
ikki at tala um kærleikan
og hjartalagið hon hevur
fyri børninum, ommu- og
langommubørninum.
Hon borðreiðir bæði fyri
stórum og smáum og øll
eru mett og glað. Hannara
gávumildni kennir heldur
ongi mørk. Hon gevur tað
hon kann geva. Onki
ommu- ella langommu-
barn fer tómhent út frá
henni. Altíð eitt oyra í
lumman.
Føðingaradagin verður
Essemi burturstødd, men
vit vilja ynskja Essemiu
hjartaliga tillukku við tí
stóra degnum og góðan
byr og Guds ríku signing
framyvir.
Tíni kæru.
Føðingaradagsheilsan til
Elsu Mariu Højgaard
Saltangará
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálptu til, tá okkara høgt elskaði sonur,
maki og pápi
Damgar Petersen
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Stóra tøkk fyri peningagávur, kransar og blómur
og tøkk til øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Gud vælsigni tykkum øll.
Familjunnar vegna
Ingibjørg, Kirsten, Ingigerð og Ragnar
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri bróðir okkara og vinur
Tróndur R. E. Dam
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin
4. juli 76 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin 8. juli kl. 14.
Familjunnar vegna
Frank, Una, Eivind
og Morensa