hósdagur 7. juli 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 127 - 7. juli 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Eiga at velja
Higartil hava sunnimuslimarnir í Irak sýtt fyri at taka
lut í tí politiska arbeiðinum, men nú mælir ein týðandi
sunnimuslimskur felagsskapur sunnimuslimunum til at
skráseta seg sum veljarar undan næsta vali.
Adnan al-Dulaimi, sum er formaður í felagsskapin-
um, sigur sambært New York Times, at at í framtíðini
eru tað atkvøður, sum leggja ta politisku kósina í Irak,
og tí eiga sunnimuslimarnir at gera sítt til at fáa ávirkan
á kósina. Hann ger tó vart við, at áheitanin merkir ikki,
at hann og felagsskapur hansara taka undir við teirri
politisku tilgongdini í Irak.
Ætlanin er, at irakar skulu á fólkaatkvøðu í oktober
um eina nýggja grundlóg. Ein nevnd hevur arbeit við
uppskotinum, og mánadagin bleiv avgjørt at víðka
nevndina, so hon fær 15 limir afturat. Allir teir nýggju
limirnir eru sunnimuslimar, skrivar New York Times.
Verður grundlógin góðkend í oktober, skulu irakar
ætlandi velja nýtt tjóðarting tveir mánaðir seinni.
Fótaspor kunnu broyta
søguna
Higartil hava vísindafólk hildið, at tey fyrstu menn-
iskjuni komu til tað norðuramerikanska meginlandið
fyri 13.500 árum síðani, men nú hava vísindafólk
funnið nøkur fótaspor, sum eru nógv eldri enn so.
Fótasporini eru funnin nærhendis einum gomlum
grótbroti tætt við gosfjallið Cerro Touquilla nakað
sunnan fyri Meksiko Bý, og bretskir granskarar, sum
hava kannað fótasporini, halda, at tey eru umleið
40.000 ára gomul.
Vísindafólk hava higartil hildið, at tey fyrstu menn-
iskjuni komu til Norðuramerika í teirri tíðini, tá tað var
landfast ímillum Norðuramerika og Asia aftan á ta
seinastu ístíðina. Men teir bretsku granskararnir halda
nú, at tey fyrstu menniskjuni komu hagar eftir sjónum.
Ríkar seg upp
Russiski oljuríkmaðurin Roman Abramovitsj hevur
gjørt av at fáa sær eitt ovurstórt vinningsbýti burtur úr
felagnum Sibneft, sum hann eigur meirilutan av.
Sambært norska blaðnum Dagens Industri hevur
Abramovitsh gjørt av, at felagið skal rinda einar 14
milliardir krónur í vinningsbýti. Sjálvur eigur hann
57,5 prosent av felagnum, og tað ger, at hann fær einar
átta milliardir krónur in á sína egnu bankabók.
Tíðindini um vinningsbýtið eru komin óvart á eyg-
leiðarar, tí fyri stuttum kunngjørdi Sibneft, at felagið
fór ikki at rinda vinningsbýti hesaferð. Tað er heldur
ikki greitt, hvussu stórt avlop felagið hevði í fjør.
Sambært tíðarritinum Forbes er Roman Abramovitsj
nummar 21 í røðini av heimsins ríkastu monnum.
Hildið verður, at tann 38 ára gamli russiski ríkmaðurin
eigur góðar 80 milliardir krónur.
Á okkara leiðum er Roman Abramovitsj kendur sum
maðurin, ið eigur enska fótbóltsfelagið Chelsea.
Vandross deyður
Kendi soulsangarin Luther Vandross er deyður. Hann
var 54 ára gamal.
Luther Vandross, sum er kendur fyri løg sum "Power
of Love" og "Always and Forever", stríddist við fiti og
ymsar sjúkur í mong ár. Fyri tveimum árum síðani fekk
hann ein hjartatilburð, sum rakti hann so meint, at hann
kom ongantíð fyri seg aftur.
Tann best umtókta útgávan hjá Luther Vandross var
uttan iva "Dance with My Father", sum hann gav út í
2003, og sum hann eisini fekk eina Grammy-virðisløn
fyri. Í 1999 fekk hann virðislønina "Quincy Jones
Award for Outstanding Canser".
Arbeiðsloysið í Evr-
opa veksur og kann
gerast størri enn í
nítiárunum
ARBEIÐSLOYSI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann evropeiski búskapurin
er í trupulleikum. Orsøkir-
nar eru fleiri, men høvuðs-
orsøkirnar eru dýr olja, løn-
arvøkstur og kappingin frá
londum, sum hava eitt lægri
lønarlag. Tað ger, at fyri-
tøkur aftra seg við at seta
fleiri fólk í arbeiði, og at
tær heldur royna at fáa sum
mest burtur úr tí einstaka.
Hetta er óheppið fyri ar-
beiðsloysið, og úrslitið
kann gerast, at arbeiðsloys-
ið í Evropa verður størri
enn seinast í nítiárunum,
skrivar Wall Street Journal.
Í Týsklandi hava heili
11,7 prosent av teimum
arbeiðsføru einki at gera,
og í teimum tólv evrulond-
unum er arbeiðsloysið 8,8
prosent í meðal. Men tað
kann gerast uppaftur verri,
sigur Dirk Schumacher,
sum er búskaparfrøðingur
hjá Goldman Sachs.
Frammanundan
hevur
OECD kunngjørt eina frá-
greiðing, sum millum ann-
að segði, at eingi útlit ery
fyri nøkrum bata í Týsk-
landi opg Fraklandi fyrr
enn næsta ár.
Milliónir av arbeiðsleysum
Amerikanskir veður-
menn vænta fleiri
ódnir í Meksikanska
Flógvanum í ár, og tá
ávirkar oljurprísin
VEÐUR OG OLJA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Á hvørjum ári noyða
tropiskar ódnir oljufeløgini
at steðga framleiðsluni á
pallunum í Meksikanska
Flógvanum. Tí er marknað-
urin vanur við hetta, men í
ár er hetta fyribrigdið sera
óheppið, skrivar Aften-
posten.
At kalla øll framleiðslu-
lið koyra við fullari megi
fyri at nøkta tann stóra eft-
irspurningin, og tí kann
hvør einasti steðgur í fram-
leiðsluni órógva marknaðin
meiri, enn gott er. Í hesum
døgum er tropiski storm-
urin Cindy á veg ímóti am-
erikanska statinum Lousi-
ana, har tann størsta olju-
uppskipingarhavnin í USA
er, og amerikanskir veður
menn hava sagt, at teir
vænta
fleiri
tropiskar
stormar og ódnir í ár enn
tey seinastu árini.
Tað kann skjótt ávirka
oljuprísin uppeftir. Í dag
kostar norðsjóvarolja, sum
skal latast í september,
góðar 59 dollarar fyri tunn-
una, men olja, sum skal
latast í desember, er komin
upp á góðar 61 dollarar.
Óttin fyri fleiri ódnum
ávirkar oljuprísin
Bush í Danmark
Fyri aðru ferð hevur ein
amerikanskur forseti vitjað
í Danmark. Fyrrakvøldið
kom George W. Bush til
Keypmannahavnar at tosa
við Anders Fogh Rasmus-
sen, forsætisráðharra um
ymisk politisk mál. Har-
afturat helt hann sín 59 ára
føðingardag í Danmark í
gjár, áðrenn hann fór á G8-
fundin í Skotlandi.
Fyrru ferð ein amerik-
anskur
forseti
vitjaði
Danmark var í 1997, tá Bill
Clintion var á vitjan.