fríggjadagur 8. juli 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 128 - 8. juli 2005
Klaksvíkingurin
Niclas Heri Jákupsson
býr 500 metrar frá
staðnum, har ein av
bumbunum brast í
London hósmorg-
unin. Niclas Heri
hoyrdi tveir av brest-
unum, meðan hann
var á veg í skúlan, har
hann er á málskeiði
YVIRGANGUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Niclas Heri Jákupsson, sum
er á málskeiði í London í
tvær vikur, býr skamt frá
staðnum, har ein av yvir-
gangsbumbunum brast hós-
morgunin.
– Eg búgvi einar 500
metrar frá staðnum, har ein
bussur varð sprongdur í
luftina, sigur hann.
– Eg var á veg í skúla í
morgun, tá ið eg hoyrdi ein
ógvusligan
brest.
Løtu
seinni hoyrdi eg ein brest
afturat. Nú er alt á gosi her
í London, sigur hann í far-
telefonini.
Í gjár koyrdi Niclas Heri
runt í dupultdekkara í
London, og hann koyrdi
fram við nógvum av kendu
støðunum mitt í býnum.
– Nú síggi eg júst ein
slíkan buss verða sprongd-
an í luftina og liggja knúst-
an á vegnum. Fólk eru øgi-
liga kløkk av hesum, sigur
hann.
Verður í London
Myndugleikarnir hildu á
middegi hósdagin, at sjey
bumbubrestir høvdu verið,
og at atsóknir høvdu verið
ímóti fleiri bussum.
– Beint nú bíða vit eftir
nærri boðum her á skúlan-
um. Nógv fólk stúra, tí tey
skulu koyra heimaftur í
bussum ella toki. Eg búgvi
so stutt her frá, at eg kann
ganga heim, sigur Niclas
Heri.
Hann hevur verið á mál-
skeiði hesa vikuna, og tað
heldur fram í næstu viku
eisini. Niclas Heri ætlar sær
at gera málskeiðið liðugt,
áðrenn hann kemur heim.
– Fólk stúra eisini fyri, at
tað kann henda meira, og tí
kenna tey seg ótrygg beint
nú. Eg síggi tað soleiðis, at
tú skalt vera ótrúliga ó-
heppin, um tú skalt vera
raktur av eini slíkari atsókn,
sigur Niclas Heri, sum er
við gott mót og hevur tað
gott í enska høvuðsstað-
num.
Niclas Heri
hoyrdi brakini
London var hósmorg-
unin rakt av sjey
bumbubrestum, sum
legði allan býin full-
komiliga lamnan. Ser-
frøðingar meta, at
ætlanin við atsóknini
var at stegða øllum
virksemi í býnum og
at fáa ein boðskap út
til allan heim
TERROR
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Hósdagin á middegi vistu
fjølmiðlar at siga, at tvey
fólk høvdu latið lív. Hin-
vegin høvdu eini hundrað
fólk fingið álvarsligar løstir
av spreingingunum. Øll
sjúkrahús í London vóru í
hægstu tilbúgving at taka
ímóti løstaðum.
Hósdagin varð framvegis
ikki heilt vist, hvør stóð
aftanfyri hesa atsóknina,
men BBC visti at siga, at
ein jihad-heimasíða hjá Al-
Qaeda hevði tikið ábyrgd-
ina av álopinum.
Boðskapurin skal út
Serfrøðingar í terrorismu
mettu, at hendan atsóknin
ikki hevði í hyggju at taka
lívið av so nógvum menn-
iskjum sum gjørligt, men
fremsta ætlanin var hin-
vegin at fáa ein boðskap út
til allan heimin.
Tony Blair var á bein-
leiðis skerminum á mid-
degi, og hann boðaði frá, at
hann fór av G8 fundinum í
Gleneagles í Skotlandi.
Fundurin heldur tó fram.
Bretski forsætisráðharrin
var sjónliga skelkaður av
atsóknini.
Tað er ikki av tilvild, at
hendan atsóknin verður
framd júst hendan dagin-
tann fyrsti dagurin á G8
fundinum, har tey ríkastu
londini í heiminum eitt nú
umrøða
fátækradømi
í
Afrika og støðuna Mið-
eystri.
London steðgaði upp
Hósdagin stóð alt virksemi
fullkomiliga stilt. Undir-
grundsbreytin varð stongd,
og bussar koyrdu heldur
ikki, eftir at bæði bussar og
tokstøðir vóru rakt av
bumbum.
Í London búgva 7 milli-
ónir fólk, og so at siga at
virksemi í miðbýnum stóð
brádliga stilt.
Sera torført var at fáa
fatur á fólki í London, av tí
at fartelefon-netið ikki
riggaði til fulnar.
Terroristar fingu boðskapin
út til allan heim
London varð hósmorgunin lagt lamið, eftir at sjey bumbur eksploderaðu í miðbýnum
Mynd: Reuters