fríggjadagur 8. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 128 - 8. juli 2005
Skjótt farna vikan sýndi enn einaferð, hvussu
ógvusligar avleiðingar tað kann hava á samfelagið, tá
verkføll verða sett í verk. Verkføll, sum eru til stóran
skaða fyri útflutningsvinnu okkara, har orð sum
álítandi og støðugar leveransur teljast millum
týdningarmestu lyklaorðini, um vit skulu hava nakran
sum helst møguleika at standa okkum í kappingini á
einum alt meira globaliseraðum marknaði.
Síðani tað stóð greitt, at Løgtingið fór at leggja seg
út í trætuna og við lóg steðga verkfallinum, hava
skotryðjurnar verið bæði harðar og drúgvar, og fyri tað
nógva hava hesar verið skotnar móti politikarum og
fakfeløgum.
Tað tykist soleiðis, sum hevur SEV sjálvt fullkomu-
liga klárað frísak í hesum, og tað er undrunarvert. Tí í
veruleikanum er tað helst her, at størsti bukkurin er
grivin. Aðru ferð á rað hevur SEV samrátt seg til ein
sáttmála, sum ikki verður góðtikin av landinum. Og
meðan tiltøk og verkfall varð við hóttanina seinast,
fingu allir føroyingar hesa ferð sviðan at kenna, tá SEV
enn einaferð samráddi seg til ein sáttmála, sum var væl
omanfyri tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
hevði givið tilsøgn um. Ein sáttmála, sum SEV tí var
væl vitandi um, ikki fór at verða góðkendur. Ein kann
ivast í tí skilagóða í, at landstýrismaðurin skal
góðkenna sáttmálarnar hjá SEV, men soleiðis er
núverandi skipan, og eigur SEV leiðslan at handla
hareftir.
Og tí líkist tað mest av øllum ryggloysi, tá SEV aftur
forhandlar seg til ein sáttmála, sum er omanfyri tað,
sum teir vita kann góðkennast. Júst sum tá fólk skriva
kekkar, sum dekningur ikki er fyri. Argumentið hjá
SEV fyri tveimum árum síðani var, »at landsstýri-
smaðurin plagar kortini at góðkenna sáttmálan«, men
hetta varð ikki gjørt. Hesuferð átti SEV væl og
virðiliga at vitað, at sáttmálin heldur ikki fór at verða
góðkendur. Men SEV valdi løttu loysnina, sum var at
blaka apuna víðari. Tí sjálvandi var SEV eisini vitandi
um, at løgtingið ikki fór at lata landið liggja í streym-
loysi. Tað vildi av sonnum verið ábyrgdarleyst.
Undir viðgerðini í tinginum vísti andstøðan mang-
landi vilja ella evni til at loysa málið í skundi. Ikki tí,
hugskot Tjóðveldisfloksins um at broyta kommunu-
stýrislógina er eitt gott hugskot, men at fara í holt við
tað, tá tað umræður at tryggja samfelagsvirði við at fáa
streymin aftur sum skjótast, svarar til at fara út at keypa
roykalarmar, eftir at eldur er komin í skrellispannina.
Nú tá málið er útsett, so eigur Løgtingið at umrøða
kommunustýrislógina, tí ikki hongur tað saman, at man
ætlar at leggja meir út til kommunurnar at umsita,
samstundis sum man vil varðveita centralstýring í
Fíggjarmálaráðnum. Antin hevur man álit á kommunu-
num, og so eigur man at broyta kommunustýrislógina,
ella hevur man ikki álit á kommununum, og so skal
man varðveita verandi skipan, men ikki leggja meir út
til kommunurnar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
SEV sín part av
ábyrgdini
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Føroyskir Fysiotera-
peutar og Ergotera-
peutfelagið
Sparingar innan almanna-
verkið fara at hava við sær,
at venjingartilboðini hjá
fysio- og ergoterapeuti,
sum heimabúgvandi pensi-
onistar í Tórshavn hava
havt atgongd til síðan 2002,
nú verða spard burtur.
Feløgini Føroyskir Fysi-
oterapeutar og Ergotera-
peutfelagið gera við hesum
vart við, at hesar sparingar
ikki eru so frægt sum
løtuvinningur. Tvørturímóti
fara sparingarnar at hava
við sær tyngri brúkarar í
heimarøkt, heilsuverki og
røktarheimum í nærmastu
framtíð.
Tey eldri verða alt fleiri
og eldri í mun til fólkatalið
og nógv teirra liva leingi
við kroniskum sjúkum og
brekum. Nógvar kanningar
eru gjørdar um nyttuna av
venjing til hesi og allar vísa
tær, at venjing ger, at tey
klára seg betri uttan hjálp,
tey verða minni røktar-
krevjandi og teirra lívs-
góðska hækkar so tey fáa
ein betri dagligdag í allar
mátar.
Í okkara grannalondum er
venjing tí ein tænasta, sum
dentur verður lagdur á at
veita øllum heimabúgvandi
eldri. Samanborið við okk-
ara grannalond, eru Føroyar
í stóran mun eftirbátar innan
venjingartilboð til eldri.
Tilboðini um venjing, sum
Lágargarður bjóðar eldri
borgarum í Tórshavn hava
tó verið ein byrjan.
Við at at skera hesi venj-
ingartilboð burtur, verður
kostnaðurin innan eldra-
økið størri. Tvs. at kostnað-
urin fyri venjingatilboð
fellur burtur og verður
fluttur yvir á meira røktar-
krevjandi
brúkarar
av
heimahjálp,
sjúkrahús-
plássum og røktarheims-
plássum.
Vit heita tí á landsins
myndugleikar um at forða
fyri at hesar skerjingar
verða framdar og í staðin at
arbeiða miðvíst fram ímóti
at tryggja øllum landsins
eldri borgarum atgongd til
venjing.
Ein virðismikil men
ein rakstrartung
verkætlan.
Ein farleið fyri og
onnur eftir vórðu í
sínari tíð tiknar frá
privatum og lagdar
landskassanum. - Alt
er broytt, krøvini eru
økt og økjast við ferð.
Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður í
samferðslumálum:
Fyri kortum hevði Heðin D.
Poulsen áhugaverda grein í
fjølmiðlunum undir heitin-
um "Nógvir góðir reiðarar
til Smyril", har hann m.a.
helt fyri, at, "í Føroyum eru
nógvir dugnaligir reiðarar
kring landið. Reiðarar við
royndum at umsita skipara-
kstur, manningarviðurskifti
……." og víðari:
"at landið sum eigari av
nýggja
Smyrli
bjóðar
raksturin av Smyrli út til
tann best egnaða reiðaran at
umsita og reka".
Hetta var grein í samband
við hugskotið hjá Jacob
Vestergaard um rakstur av
Suðuroyarleiðini.
At áhugi er fyri nærri at
umrøða, hvussu vit best
reka Suðuroyðar-leiðina,
bæði tænastu- og fíggjar-
liga, er tiltrongt, tí hetta er
og fer at verða ein týdning-
armikil men kostnaðar-
mikil verkætlan.
Av størru økjunum, verð-
ur Suðuroyðarleiðin, eina-
sta siglingarleið, ið hevur
drúgva siglingartíð. Sand-
oyggin liggur hóast alt
nærri.
Í dag eru krøvini: dygg
góðska, lægstu prísir og
skjótastu avgreiðslu!
Tað eru ikki so mong ár
síðani, at so gott sum allar
sjóvegisrutur lógu á privat-
um hondum. Hetta var í
teimum tíðum, tá færri fólk
ferðaðust og krøvini vóru
sera avmarkað.
Eitt nú høvdu Morten-
sens-menn Suðuroyarfjørð,
N.
Niclasen Tórshavn-
Vágar, Kjølbro Klaksvík-
Eysturoy-Tórshavn meðan
aðrir
høvdu
útoyggjar,
Vestmanna-Fútaklett o.s.fr.
Samferðslumynstrið
broyttist
Sum árini gingu, tóku land-
sins myndugleikar yvir
ruturnar, eina fyri og aðra
eftir.
Krøvini
øktust,
fíggjarliga
ískoytið
úr
landskassanum eykaðist,
nýggj og meiri tíðarhósk-
andi skip fingust til vega,
samstundis sum undir-
støðukervið á landið varð
útbygt.
Fíggjarliga hallið fylgdi
krøvunum, tí ferðaseðla-
prísirnir hæðkaðu ikki sam-
svarandi útreiðslunum, tí
sterkt og gott ferðasamband
er grund-leggjandi táttur
vinnuliga og á øðrum
økjum í einum og hvørjum
vælvirkandi og nútímans
samfelagi.
At fáa eina farleið so
langt frá politisku skipanini
sum gjørligt, er rætt, men
soleiðis
sum
samfelag
okkara er uppbygt, verða
krøv sett til almenna sam-
felagið, serliga nú sjóvegis-
farleiðirnar fækkast.
Vit eiga eisini hava í
huga, at fíggjarligu krøvini
frá borgarum til tað al-
menna eru vanliga kostnað-
armiklari enn móti privat-
feløgum.
Neyðugt við nýhugsan
At Strandferðslan við tíðini
hevur upparbeitt ein ser-
kunleika á økinum, telur
nógv, men skal henda far-
leið einsamøll gjalda kost-
naðin av rakstri-num, so
eru í løtuni ikki møguleikar
til tað.
Um so var, at eitt privat
felag við rakstrarískoyti frá
landskassanum rak farleið-
ina, er uttan iva møguleiki
fyri, at nýhugsan og hugs-
skot kanska kundu givið
ferðavinnuni nýggjar leiðir
og fleiri møguleikar at
ganga, brúkt íløguna betri,
samstundis sum breiða
vinnan fekk meiri burturúr.
Nógv uppskot hava verið
frammi.
Vit løgdu upp yvirfyri
samferðslubólkinum
í
Suðuroy at arbeiða víðari
málinum, tí her skulu nógv-
ar kanningar gerast, men
málið er áhugavert.
Sjálvt um vit eiga dugna-
ligar reiðarar, sum kenna til
skiparakstur, manningar-
viðurskifti o.s.fr., er ikki
vist, at tað er loysnin.
Uppskot kærkomin
Givið er, at skipið verður
kostnaðarmikið at reka, og
nógv átøk skulu til fyri at
fáa javnvág í raksturin. Øll
uppskot verða tikin til
viðgerðar og hildin upp í
ljósið, vigað og kannað.
Hetta skal verða rikið á so
handils-ligum grundarlagi
sum gjørligt.
Rætt er, at samstundis
sum hetta er ein tænasta
fyri allar føroyingar og dag-
liga serliga fyri suðuroy-
ingar, skal raksturin so væl
sum gjørligt, hvíla í sær
sjálvum.
Men eg fari at leggja dent
á, at Smyril er bygdur til at
røkja Suður-oyarleiðina, og
til tað verður hann bygdur.
Eg fari at enda at stað-
festa, sum sagt, at ein far-
leið fyri og onnur eftir varð
tikin frá privatum og løgd
landskassanum at reka, og
samanumtikið hevur verið
neyðugt við fíggjarligum
tilskoti úr landkassanum.
Broytingar eru stórar,
krøvini eru økt og økjast
við ferð.
Nýggi Smyril
Eingin venjing - eingin sparing