Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 130 - 12. juli 2005 Balslev søkir lærling til Byggibúðina... At byrja sum skjótast, søkja vit lærling til Amboðsdeildina í Byggibúðini. Tú skalt vera ágrýtin og hugagóð/ur og hava góð samstarvsevni, bæði viðv. arbeiðsfeløgum og kundum. FHS- ella HH-prógv krevst, og lærutíðin er ávikavist 3 og 2 ár. Í lærutíðini skalt tú 4 ferðir á handilsskúla í Odder. Lønin verður samb. S&K-sáttmálan. Um tú heldur at hetta er nakað fyri teg, so send okkum skrivliga umsókn við møguligum viðmælum. Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Eyðun Hansen eh @balslev.fo Balslevs Timburhandil & Byggibúð Vegurin Langi 188 Hoyvík tlf. 311122 Gudstænastur 8. sunnudag e. Trinitatis Havnar kirkja: kl. 11.00: Jóannis Fonsdal, altargongd, skriftamál kl. 10.40 Vesturkirkjan: kl. 12.00, Bergur D. Joensen Nólsoy: kl. 12.00, Sonja Klein Vestmanna: kl. 11.00, Marjun Bæk Oyndarfjørður: kl. 12.00, altarg., Jógvan Fríðriksson Norðskála: kl. 10.40 skrifta- mál, kl. 11.00, messa, Emil Olsen Dalur: kl. 12.00, Sverri Stein- hólm Kunoy: kl. 12.00, Niels Pauli Danielsen, altargongd Christianskirkjan: kl. 11.00, lestur Norðoya Vistarheim Gudstænasta hóskvøldið 21. juli kl. 19.30, Elsa Funding. Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Orðsins tænasta v/ kommu- nión í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Orðsins tænasta v/ kommunión í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Lars Messerschmidt, prestur í Mariukirkjuni. www.katolsk.fo Filadelfia, Landavegur 22 Í morgin kl. 6.00 Morgunbøn. Fríggjadagin kl. 6.00 Morgunbøn, kl. 20.00 Ungdómsmøti. Leygardagin kl. 17.00 Lands- bøn. Sunnudagin kl. 11.00 Mor- gunmøti v/ Ólavi Jacobsen, aftaná kaffisteðgin er Summarskúlin fyri børn, kl. 22.00 Útimøti á Vaglinum. Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067. www.filadelfia.fo Frá Ebenezer Mikudag kl. 20.00 Bønar- og uppbyggingarmøti. Talari: Ingvard Petersen, trúboðari í Venezuela. Leygardag kl. 20.00 Ung- dómsmøti. Sunnudag kl. 10.00 Breyð- bróting. Sunnudagsskúlin í summarfrí, kl. 18 Evangel. møti. Øll eru vælkomin. www.ebenezer.fo Meinigheitshúsið Týsdagin kl. 20.00 Bíbliutími, Rómv. kap. 14. Hósdagin kl. 20.00 Ungdóms- møti. Sunnudagin kl. 18.00 Møti v/ Atla Rasmussen. Evangeliihúsið, Tróndargøta Týskvøldið kl. 20 Bønarmøti. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, Dánial á Dul Jacobsen talar um evnið: »Hvørjum anda eru vit av og hvørjum anda eru vit í«. Einki møti sunnukvøldið vegna útimøti á Vestanstevnu í Miðvági kl. 19.00. www.gospel.fo Tórshavnar Hvítu- sunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 18.00: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Miðvágs missiónshús Fríggjakvøldið kl. 21.00 Ung- dómsmøti í Bygdarhúsinum. Leygardagin kl. 21.30-22.15 Útimøti niðanfyri Mylluna. Drekka aftaná í Missións- húsinum. Kl. 22.45-24.00 »Syngið við« í Missiónshús- inum. Kl. 00.30 Náttkafé (suppa verður eisini at fáa). Sunnudagin kl. 16.00-16.45 Uttandurða barnatiltak niðan- fyri Mylluna. Kl. 20.30 Úti- møti niðanfyri Mylluna. Drekka aftaná í Missiónshús- inum. (Viðrar ikki, verða møt- ini í Missiónshúsinum). Hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Miðvágur Mikukvøldið kl. 20.00 Undir- vísing og bøn. Saron, Vestmanna Mikudagin kl. 20.00 Bønar- møti, kl. 21.00 Útimøti. Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera við drekkamunni verður í Siloa mikukvøldið kl. 19.30, Bárður á Lakjuni talar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betesda, Klaksvík Osavald Kjærbo talar á møtin- um mikukvøldið kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Mikukvøldið kl. 20.00: Bíbliutími, 1. Kor. 4. kap. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Frá 4.–26. juli er Tilhaldið opið kl. 10.00–17.00. 27. juli er stongt vegna fyri- reiking av Ólavsøkuframsýn- ingini. Á Ólavsøku verður ein fram- sýning av barnamyndum frá 1920–1945. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Spælistovan í meinigheitshúsinum er í summarfrí frá 1. juli til 5. september 2005. Tá verður spælistovan í Margarinfabr- ikkini. Brúdleyp Fríggjadagin tann 15. juli kl. 14.00 giftast í Sørvágs kirkju Tórfríð Davidsen, Sørvágur og Dánjal Tavsen, Sørvágur. Døgurði verður fyri innbodnum í Missiónshúsinum Libanon. Vælkomst verður í Sørvágs Bio kl. 20.00 Leygardagin 16. juli kl. 16.00 giftast í Tvøroyrar kirkju Mia Krog Elisdóttir av Sandi og Steen Hjartan Sørensen úr Trongisvági. Veitslan verður fyri inn- bodnum í høllini í Trongisvági kl. 19.00. Leygardagin 16. juli kl. 10.00 giftast Rúna á Rógvi Simonsen, Vestmanna, og Jákup Olaf Thomassen, Sandavágur, í Sandavágs kirkju. Døgurði verður fyri innbodnum. Tey, ið vilja gleða brúðarparið, eru vælkomin til nátturða og køkur í ítróttarhøllini í Vestmanna kl. 19.00. Leygardagin 16. juli kl. 13.00 giftast í Berøa, Saltangará Linda Højgaard, Saltangará og Godwin Sunder Edwin, Mysore, India. Døgurði verður fyri innbodnum á Sjókaféini í Runavík og opið hús verður eisini á Sjókaféini frá kl. 20.00. Leygardagin 16. juli klokkan 15 giftast í Havnar Kirkju, Jóna G. Jacobsen úr Hvalba og Poul Laust Christiansen av Argjum. Um kvøldið verður nátturði fyri innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum. Leygardagin tann 30. juli kl. 14.00 giftast í Miðvágs kirkju Elin S. Joensen, Miðvágur, og Tór-Ingar Akselsen, Sandavágur. Døgurði verður fyri innbod- num. Vælkomst verður í SÍF- húsinum í Sandavági frá kl. 20.30. Leygardagin 30 juli. giftast í Betania í Skopun kl. 14.00. Davia Gertrud Nicolajsen, Skopun og Hans Jacob Reinert Petersen, Saltnes. Tey ið vilja gleðast saman við okkum, eru vælkomin inn á gólvið hjá Arndis og Jógvan Hendrik Nicolajsen, Skopun, frá kl. 19.00. Sunnudagin 31. juli kl. 15.00 giftast í Viðareiðis kirkju Julianna O.W. Høgen- sen úr Klaksvík og Jóhan Sjóstein av Viðareiði. Vælkomst verður í heiminum eftir kl. 18.00. Øll eru hjartaliga væl- komin. Leygardagin 6. august kl. 13.00 giftast í Kaldbak Sólmei Eydna Rasmussen, Kaldbak og Finn Nolsøe, Kaldbak. Veitslan verður í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 22. juli á tlf. 311999 ella 316797. Leygardagin 13. august kl. 14.00 giftast í Fríðrikskirkjuni, Rannvá Lind Helga- dóttir, Vestmanna og Borgar Hansen, Nes. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 449988, 424511, 584430 ella 504040 innan 1. august. Leygardagin 20. august kl. 14.00 giftast í Kollafjarðar kirkju, Marin Tórhalla Luid úr Miðvági og Esmar Elias Sofus Peter- sen, Kollafjørður. Veitslan verður í Bygdarhúsinumí Hósvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum vera biðin um at siga frá í seinasta lagi 8. august á tlf. 581614, 421150, ella 333312. Gullbrúdleyp Leygardagin 30. juli hava Elin og Høgni Poulsen í Tórshavn verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin við vælkomsti kl. 18 í heiminum hjá Ingu og Marjus Dam, Miðvági. Silvurbrúdleyp Týsdagin 9. august kunnu hjúnini Eydna og Bartal Kass, Argir halda silvurbrúd- leyp. Dagurin verður hildin í Róðrar- neystinum á Argjum leygardagin 13. august. Tey, ið ynskja at gleða silvur- brúðarparið, eru vælkomin í neystið - har borðreitt verður við stóra kalda borð- inum - og verða vinarliga biðin um at boðað frá á tlf. 31 64 56 ella á tlf. 22 13 10 innan 1. august. 80 ára føðingardagur Leygardagin 16. juli verður Halda Olsen, Hoyvík, fyrrverandi fyristøðukvinna á Ellisheiminum í Havn, 80 ár. Føðingar- dagurin verður hildin á Verkhúsinum Virkni, Berjabrekka 2 (yvir av Mylnuni) frá kl. 10–16. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Týsdagin 12. juli verður Judith Ellings- gaard í Fuglafirði 75 ár. Dagurin verður hildin í Lonini leygardagin 16. juli kl 19. Øll eru vælkomin. TILTØK