Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 39 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Sahara FRUMSÝNING Mánadag 11.07 kl. 20.00 kl. 22.45 Týsdag 12.07 kl. 20.00 kl. 22.45 Mikudag 13.07 kl. 20.00 kl. 22.45 Hósdag 14.07 kl. 20.00 kl. 22.45 War of the Worlds Mánadag 11.07 kl. 22.15 Týsdag 12.07 kl. 22.15 Mikudag 13.07 kl. 22.15 Hósdag 14.07 kl. 22.15 DE ER HER ALLEREDE.DK www.bio.fo • Telefon 31 19 56 THERE WILL BE NO NEGOTIATION B R U C E W I L L I S B R U C E W I L L I S THERE WILL BE NO NEGOTIATION Mr. & Mrs. Smith Mánadag 11.07 kl. 19.30 Týsdag 12.07 kl. 19.30 Mikudag 13.07 kl. 19.30 Hósdag 14.07 kl. 19.30 Bøllebob og Smukke Sally Fríggjadag 15.07 FRUMSÝNING www.boellebob.dk distribueret af uip ARETS DANSKE FAMILIEKOMEDIE FRA PRODUCENTEN AF KRUMMERNE KOMMER Hostage FRUMSÝNING Fríggjadag 15.07 Komandi filmar Ummæli Niels Uni Dam Fríggjakvøldið og leygar- kvøldið vóru konsertir í Margarinfabrikkini í Havn, bæði kvøldini vóru væl vitjaði, og konsertirnar gingu væl. Lýst var við, at hetta vóru nýggjastu bólk- arnir í landinum, og tveir av bólkunum vóru so nýggir, at teir frumframførdu í Margarinfabrikkini. Planet var við leygarkvøldið og kann staðfesta, at framtíðin hjá føroyskum tónleiki er fjøllbroytt og spennandi. Upplivingarnar vóru nógvar, heilt frá punki frá gentubólkinum Fake it, Paradox og MTV aktuellu The Dreams, til nýggja Reggae bólkin 3 Colours. Svakligasta upplivingin var ivaleyst The Headliners, meðan The story ends... við sínum yvirgearaða gittar- leikara, sum líktist einum ungum Angus Young (honum úr AC/DC), spældu sín heilt egna rokktónleik. Fake it er ein spildurnýggjur bólk- ur, talan er um fýra ungar kvinnur, sum spæla punk og punkkendan tónleik. Trummuleikarin tey fyrstu løgini gjørdist síðan ljóm- borðsleikari, og trummarin í The Dreams yvirtók trumm- urnar, bassleikarin fór at spæla gittar og bassleikarin í The Dreams tók bassin yvir, alt meðan gittarleikarin og sangarin í The Dreams spældi gittar alla konsertina. Kvinnurnar skiftust eisini um at syngja. “Leitandi” tykist at vera tann besta yvirskriftin at brúka um Fake it, umframt, at tær ikki høvdu avgjørt hvør spældi hvat ljóðføri, so var tónleikurin rættuliga blandaður. Tey fyrstu løgini “Orgasme” og “My boy- friend” vóru ráður beint fram eftir nøsini punkur, teksturin: “My motherfuck- in boyfriend is a mother- fuckin asshole” sigur alt. Meðan teirra útgáva av “My Happy endings” og “Saints on parade” vóru nógv fittari og brutu heilt frá. Tað hoyrdist, at her var talan um ein nýggjan bólk, sum ikki heilt hevur funnið sína hyll enn. Men tær vóru spennandi. The Dreams Bólkurin, sum júst hevuur verið í London og kappast í eini MTV sending, var ordi- liga væl upplagdir. Tann glaði og lívsjáttandi punk- urin er fantastiska fangandi, og man skilir hvat MTV sær í The Dreams. Tann full- komiliga yvirdrivna bretska accentin og punk utsjóndin er kul, og løgini eru sera popputt. Teir endaðu konsertina við at skifta um ljóðføri og spældu ræðuligar útgávur av “Halleluja” og “Bad Moon Rising”. Hetta var ein bólk- urin kom út um pallkantin og hevði nógv yvirskot. Paradox Hetta er ein tann mest spennandi ungi bólkurin í Føroyum í dag. Teir eru sjarmerandi, hava sterka útstráling og skriva ordliga fangandi løg. Tó vóru teir ikki heilt á sama støði, sum teir plaga, og tað var eitt sindur synd. Tað koyrdi ikki heilt líka væl, sum t.d. tá Paradox spældu fyri krúnprinsahjúnunum 3 colours spælir reggae tónleik, hetta er ikki heimagjørdur tón- leikur, men alt løg hjá øðrum, men tey vóru væl spæld. Í bólkinum spæla millum annað tríggir limir úr Lama Sea, og teirra lívsgleði strálaði út av pallinum. Sangarinnan og kórgentan eru eisini framúr góðar. Tað kundi tó verið eitt sindur meira áhugavert, um løgini ikki øll vóru cover- løg, serliga skarð tað í oyrini, at bólkurin valdi at spæla eitt Bob Marley lagatyssi av Diana King. Tey áttu í minsta lagi at kunna gjørt sítt egna lagatyssi. The Headliners gav sínum lurtarum eina svakliga uppliving. Hetta er ein rokkbólkur við skra- tjara, sum skapar garrvillar og sera stórar ljóðmyndir. The Headliners legði fyri við nøkurm friðarligum løgum, sum ikki riggaðu heilt væl. Tað var ikki fyrr enn í triðja lagi, at framførslan gjørdist góð. Serliga væleydnað var lagið Elsba, sum er um ein 4 ára gamlan drong, sum eitur Elsba og fer út at keypa mjólk fyri mammu sína. Hetta lagið var heilt øðiliga stórsligið, og plátuvendarin kom ordiliga til sín rætt. The story ends... Hetta er ein bólkur, sum spælir undarligan modern- aðan rokk, eitt lítið sindur í stíl við Queens of the Stone Age, tó uttan at herma. Í støðum var framførðslan heilt frálík, og rokkaði illa, men aðrar tíðir koyrdi tað ikki líka væl. Gttarleikarin var garrvillur, og rann runt og líktist einum nýggjum Angus Young úr AC/DC. Hetta er ein øðiliga spenn- andi bólkur, og teirra ser- ligi rokkur fall eisini væl í oyrini hjá áskoðarunum. Sum heild var konsertin framúr góð, tó tyktus allir bólkarnir uttan the Dreams og Paradox eitt sindur svingandi og ópoleraðir, hetta kemst ivaleyst av, at hetta eru nýggjastu bólkar í landinum. The Dreams var nógv besti bólkur, hetta kvøldið á Margarinfabrikkini. Framtíðin rokkaði á Margarinfabrikkini