týsdagur 12. juli 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 13. juli 2005
15
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Euro hevur gjøgnum longri
tíð verið undir trýsti, í
fyrsta lagi tí politiski
stabiliteturin í ES hevur
verið stórur, nú fólkaat-
kvøðurnar í Frankaríki og
Hollandi endaðu við at
avvísa uppskotid til nýggja
ES-grundlóg.
Men í summum londum
heldur ratificeringin (góð-
kenningin) av uppskotinum
fram. Malta góðkendi í
síðstu viku, og sunnudagin
var fólkaatkvøða í Luxem-
bourg.
Stjórnarleiðarin
Jean-Claude Juncker hevði
sett allan sín autoritet inn
uppá at fáa eitt ja. Um tað
bleiv eitt nei, hevði hann
verið farin frá.
Eitt "ja" úr
Luxembourg
Ja-síðan fekk gott 56% av
atkvøðunum,
men
fyri
tveimum mánaðum síðani
høvdu kanska 75% av
veljarunum sagt ja.
Nú er støðan í tølum so
tann, at tólv lond hava sagt
ja, men tvey hava sagt nei.
Men eftirsum reglurnar eru
so, at øll 25 lond í ES skulu
siga ja til nýggja uppskotið,
so er tað ikki samtykt.
Politiska støðan er soleiðis,
at Bretland hevur avlýst
sína fólkaatkvøðu fyribils,
og í Danmark hendir nakað
tað sama.
Tí er politiskt kreppa í
ES. Spurningurin, sum
stendur opin er, hvussu
kemur ES politiskt víðari.
Tað ber hóast alt til, tí allar
tær gomlu traktatirnar virka
enn. Men tað er trupult við
teim 10 nýggju londunum.
Nýggja grundlógin var
millum annað smíðað til at
fungera við teim nógvu
nýggju limalondunum. Og
hartil koma helst bæði
Bulgaria og Rumenia aftrat
um eini tvey ár. Kanska
Turkaland um 10?
Euro í mun til Dollar
Eitt "Ja" í Luxembourg
gjørdi ikki støðuna verri
fyri euruna. Tað hjálpti til
at stabilisera eindina í
umleið 1,200 dollar fyri
ruro. Í farnu viku komu aft-
ur nýggj tøl sum ávirkaðu
kursin - so er hvørja viku.
Í USA komu jobb-tølini
fyri juni mánaða. Har er
støðan tann, at um vøkstur-
in í fólkatali skal súgvast
upp og gerast til produktiv
arbeiðspláss, so skulu um-
leið 150.000 nýggj arbeiðs-
pláss koma aftrat hvønn
mánaða. Eygleiðarar høvdu
væntað eini 190.000 nýggj
jobb, men tølini søgdu so,
at bert helvtin av hesum
bleiv til veruleika.. Hetta
tyngdi dollaran nakað.
Líkt er til, at skjótt fer
fokus at setast aftur á veik-
leikarnar í amerikanska
búskapinum. Í vikuni koma
nýggj
handilsjavnatøl.
USA hevur í langa tíð
eksporterað minni enn teir
importera, og handilsjavnin
er negativur. Gjaldsjavnin
somuleiðis. Skal hetta hall
fíggjast,
skal
kapitalur
onkusvegna streyma til
USA. Tað er hjá summum
lokkandi, tí rentan í USA er
3,25%, meðan hon í euro-
økinum bert er 2%
Bretski búskapurin
missir framdriftina
Gjøgnum langa tíð er
bretska pundið, eins og
dollarin, styrkt í mun til
euro. Arbeiðsloysið hevur
verið væl lægri í Bretlandi
enn í ES annars, og fram-
leiðsluvøksturin væl hægri.
Men so eru komin nýggj
tøl, sum knappliga vísa, at
vøksturin í framleiðslu í
Bretlandi er uppsteðgaður.
Sama við vanligum handli.
Møguliga fer nærmasta
framtíðin, at vísa at bretska
rentan, sum er uppá 4,75
(væl hægri enn bæði í USA
og euro-økinum) verður
sett niður. Pundið var fyri
tveimum
vikum
síðani
vekslað til 1,50 euro, men í
seinastu viku gav tað bert
1,48 euro. Seinasta mána-
dag
viknaði
pundið
framvegis og stóð til 1,45.
"The British economy
has rapidly lost
steam"
"The Economist" viðger
búskaparligu støðuna í
Bretlandi í eini oddagrein í
síðstu viku.
Teir meta at henda upp-
bremsing í búskapinum
kemur sera illa við hjá Tony
Blair og fíggjarmálaráð-
harranum Gordon Brown.
Serliga nú Bretland hevur
yvirtikið formansskapin í
ES.
Blair helt sína nógv um-
talaðu talu í ES-parlament-
inum síðst í juni og brúkti
bretska búskapin sum dømi
um, hvat ið kundi og skuldi
gerast í ES fyri at fáa gongd
á aftur. Teir kundu vísa á,
hvussu teirra búskaparpol-
itikkur hevði skapað jobs
og vælstand. Men, sigur
The Economist, sum tingini
eru skrúvað saman í løtuni,
sær út, sum búskaparvøkst-
urin helst gerst størri í
Frankaríki enn í Bretlandi
næsta ár.
Bretski búskapurin hevur
havt undanvind nú í eini
tíggju ár. Framleiðslan er
vaksin ár um ár, inflatiónin
hevur verið lág, og arbeiðs-
loysið sum heild verið tað
lægsta í 30 ár. Seinasta talið
sigur 4,7%. Tað er lítið í
mun til bæði Frankaríki og
Týskland, sum dragast við
einum arbeiðsloysi uppá
10%.
Bretski produktivitet-
urin ov lágur
Skal
búskaparvøksturin
halda fram í bretlandi, sigur
Economist, so skal produk-
tiviteturin vaksa skjótari.
Búskapurin hevur í dag
eina arbeiðskraft, har stórur
partur er uttan serliga út-
búgving. Í Frankaríki, har-
afturímóti, gongur hesin
parturin av arbeiðsmegini
arbeiðsleysur. The Eco-
nomist setir fýra punkt upp,
har bretski búskapurin ikki
hevur tað so gott.
Bretski búskapurin er
• minni innovativur (ný-
skapandi)
• minni kapitalkrevjandi
• minni kompetensukrevj-
andi (førleikakrevjandi)
• almenni sektorin er trekur
at fornýggja
Sigast kann tí, at bretski
búskapurin uppá mangar
mátar er nokkso "gamal-
dags" og loysnin hjá Tony
Blair uppundir hvørt valið
higartil, trý orðini: "Edu-
cation, education and edu-
cation" - hava enn ikki sett
síni spor á arbeiðsmarknað-
inum.
Týskir stjórar skulu
nú kunngera teirra
lønir
Vit hava fyrr umrøtt tann
"kapitalismu-kritikk", sum
týskir
sosialdemokratar
hava ført fram. Í Týsklandi
nevnast vissir kapital- ella
spekulatiónsgrunnar eyk-
nevndir grashoppur, net-
upp tí høvuðsuppgávan er
at tjena nógvar pengar
skjótt. Grashoppur koma
sveimandi, eta alt grønt,
sum etandi er, og flúgva so
víðari til nýggj lond, har
grasið enn er grønt. Ger-
hard Schröder roynir at fáa
bæði ES og USA at semjast
um felags reglur um størri
eftirlit
og
kanska.
gjøgnumskygni.
Ein dagløn uppá
300.000 kr???
Heima í Týsklandi kom ein
lóg gjøgnum tingið, Bunde-
stag, í seinastu viku, sum
fer at krevja, at stjóralønir
vera almannakunngjørdar.
Argumentið hjá stjórnini er,
at í eini tíð, har tað eru 4,8
milliónir arbeiðsleys í land-
inum, har tað er neyðugt at
skerja arbeiðsloysisstuðul
og sosialar skipanir, er tað
kanska rímiligt, at teir
ovur-vælløntu
stjórarnir
siga frá, hvat ið teir tjena.
Ella smæðast teir við at
siga sannleikan?
Stjórin í bilfabrikkini
Porsche, Wendelin Wiedek-
ing, tjenar árliga umleið 15
milliónir euro, ella 112
milliónir krónur. Hetta
verður einar 300.000 kr
UM DAGIN. Vanlig menn-
iskju hava helst ikki hug-
flog til at hugsa sær, hvussu
tað ber til at brúka so
nógvar pengar.
Búskapur, Bretland, Týskland:
Euran fyribils stabiliserað
Myrk skýggj á havsbrúnøni í USA og Bretlandi