týsdagur 26. juli 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 26. juli 2005
3
Ferðin var í
ovara lagi
Ikki er gott at vita, at
hvat bilførarin
hugsaði og ætlaði
hesa náttina. Men tá
løgreglan máldi ferð
hansara var hon heilt
uppi á 164 km. um
tíman!
Ferð
Snorri Brend
Við jøvnum millumbilum
ger løgreglan ferðkanningar
kring landið, og soleiðis varð
eisini gjørt náttina til leygar-
dagin.
Tá var løgreglan úti við
hesi serstøku útgerðini og
máldi ferðini á vegnum fram
við Kaldbaksbotni. Og tað
var ikki hissini fong teir
fingu hesa løtuna.
Ein bilførari varð máldur
til at hava koyrt eftir hesum
vegastrekkinum við meiri
enn dupultu loyvdu ferðini:
164 km./.
Hann fær í fyrsta lagi eina
bót fyri hetta álvarsliga
brotið á ferðslulógina, og fær
haraftrat ein treytaðan dóm
við øllum tí, sum hartil
fylgir.
Vakthavandi á Politistøðini
í Havn í morgun dugir ikki at
siga, um hetta er tað mesta
teir nakrantíð hava mált í
Føroyum.
- Men tað er í øllum førum
í ovara endanum, svaraði
hann.
21 sigoynarar
endaðu aftur
í Danmark
Ein bólkur av
rumenskum sigoyn-
arum ætlaðu at søkja
um politiskt friðskjól
í Íslandi. Men ferð
teirra við Norrönu
endaði ikki har sum
tey ætlaðu, nevniliga
á Seyðisfirði, men í
Hanstholm.
Útlendingar
Snorri Brend
Ferðafólkini
umborð
á
Norrönu undraðust helst
almikið á hesi heldur
óvanligu ferðafólkini.
Tey vóru komin umborð á
skipið, men tóktust hvørki
hava kamar ella koyggju-
plásass, og lógu tí og svóvu
ymsastaðni
umboð,
á
gongini ella har pláss var
fyri teimum.
Hesir
21
rumenarnir
høvdu í kvittanini at biðja
um politiskt friðskjól. Tey
komu umborð í Bergen, og
ætlaðu bara at fylgja við
skipinum
alla
leiðina
norður til Íslands at fremja
ætlan sína. Men so gjørdist
ikki.
Tá Norröna kom til
Íslands vórðu tey – ikki
óvæntað - avvíst, og máttu
tí fyrst fylgja við skipinum
aftur á Havnina. Her varð
skipað so fyri, at tey heldur
ikki fingu ørindi síni av-
greidd, men máttu við
skipinum aftur til Dan-
markar.
Framhald á bls. 35
SUMMARROK
SUMMARROK Í DADDUNI
DUN
BYRJAR HÓSDAGIN KL. 09.00
DADDAN
ADDAN
Á Hálsi - Smyrilsvegur 7 - Tórshavn
HÓPIN AV RESTSTØDDUM
-40% -50%