týsdagur 26. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 140 - 26. juli 2005
Hóast tað kann tykjast
ov heitt fyri føroying-
ar at halda summarfrí
í Egyptalandi, so var
ein føroysk kvinna í
veruleikanum í Sharm
el-Sheikh náttina fyri
leygardagin, tá tríggjar
bumbur drupu 88
fólk. – Vit vórðu biðin
um at halda okkum á
okkara hotelli, og ikki
fara inn í býin, sigur
Elsa Ingrid Hansen.
Ferðamál
Snorri Brend
- Jú, vit ætla okkum út aftur
at ferðast. Tað er púra vist,
men spurningurin er bara
hvar vit so fara. Um tað
verður til Egyptaland ella
okkurt annað stað, ella
kanska Mykines, tað vil
tíðina vísa.
- Hóast vit hava uppliva
slíkt, so hvørki kunnu vit
ella ynskja vit at byrgja
okkum inni nakrastaðni,
sigur havnakvinnan Elsa
Ingrid Hansen við Sosialin,
tá vit tosaðu við hana
fyrrapartin í gjár.
Hon var sjálv í egyptiska
býnum, Sharm el-Sheikh
náttina fyri leygardagin, tá
tríggjar bumbur sprongdust
í býnum.
Hon, maðurin og tvey
børn vóru farin hagar í
summarfrí tann 14. juli í
tvær vikur, og skuldu eftir
ætlan
koma
aftur
til
Danmarkar hósdagin.
Men orsakað av ógvus-
ligu hendingunum vórðu
tey ístaðin tvungin at fara
heimaftur
sunnudagin.
Saman við teimum fóru øll
hini ferðafólkini hjá Apollo
ferðaskrivstovuni, hagani
tey høvdu keypt ferðaseðlar
sínar.
Burtur frá
Tað kom óvart á øll, tá tær
tríggjar bumburnar brustu í
Sharm el-Sheikh – hesum
vælumtókta
ferðavinnu-
býnum,
sum
liggur
á
sunnaru síðu á Sinai-
hálvoynni.
Fyrr í mánaðinum var
Elsa, sum er gift og býr í
danska býnum Allerød,
farin hagar í summarfrí.
Tey nutu dagarnar, men
náttina fyri leygardagin
broyttist
alt:
Tríggjar
bumbur brustu og minst 88
fólk hava latið lív og oman-
fyri 200 vórðu særd.
Bumburnar brustu nær-
hendis tveimum luksus-
hotellum í býnum og í
basarinum, men tíbetur fyri
Elsu og familju hennara, lá
teirra hotell langt frá støðu-
num,
har
bumburnar
brustu.
Vistu av ongum
Hóast hendingarnar fóru
fram á miðjari nátt, so gekk
long tíð til tey frættu um
tilburðin.
Tey fingu í roynd og veru
ikki nakað at vita um tað
sum var farið fram, fyrrenn
maðurin
tendraði
fyri
sjónvarpinum, og har fekk
alt at vita um hendingina
gjøgnum rásina CNN.
- Hetta var um hálvgum
níggju-tíðina um morgunin,
og frammanundan tí vistu
vit av ongum.
- Vit lógu faktiskt og
svóvu, tá bumburnar brustu
um hálvgumeitt tíðina. Vit
hava so einki hoyrt til nakra
teirra, greiðir Elsa frá.
Hotellið, har tey búðu,
liggur einar fýra km. frá
bumbustøðunum,
og
tí
vórðu tey ikki órógvað av
ógvusligu
hendingunum
inni í býnum.
Óvissa
Eftir at maðurin hevði sæð
tíðindini um bumburnar í
CNN fóru tey oman í
móttøkuna á hotellinum.
Har sóu tey eitt uppslag frá
Apollo Rejser, har greitt
varð frá tí, sum var farið
fram um náttina.
-
Har
vóru
eisini
løgreglumenn at síggja og
uttanfyri vóru vegforðingar
settar
upp.
Vit
vórðu
vinarliga biðin um ikki at
fara út í býin, men heldur
halda okkum inni á økinum
við hotellið, sigur Elsa.
Hon heldur sjálv, at tey
vórðu nokk so illa upplýst
um gongdina í tí, sum fór
fram. Í veruleikanum var tað
so, at tey frættu meiri um
tilburðin heimanífrá – frá
familjuni, sum ringdi hagar
fyri at vita, hvussu til stóð.
Kl. 9 leygarmorgunin
tosaði hon so eisini við pápa
sín í Havn, og greiddi
honum frá, at tey høvdu tað
gott, men at tey vóru eitt
sindur sjokkerað av øllum.
Hinvegin gekst illa hjá
teimum at fáa nakað nærri at
vita um, hvat skuldi henda
við teimum víðari við
uppihaldinum: Skuldu tey
heim ella sluppu tey at verða
har sum ætlað til hósdagin.
Tey gingu soleiðis allan
leygardagin og nakað út á
sunnudagin í óvissuni um
tey vórðu noydd at avbróta
feriuna ella hvussu.
Sunnudagin
varð
so
avgerð tikin um, at tey
skuldu fara heim, og sluppu
tey tá til Danmarkar við
fyrsta flogfarinum.
Í gjármorgunin vóru tey í
ferð við at koma fyri seg
aftur í heimi teirra í norður-
sjællandska býnum.
- Jú, tað er gott at vera
heima aftur í Allerød, sigur
34 ára gamla Elsa Ingrid
Hansen.
Føroysk
kvinna
tætt við
bumbustaðið
- Kundi ein slík
bumba eisini brostið
uttanfyri okkara
hotell?, er ein av
spurningunum, sum
Elsa setir sær í dag.
TERROR
Snorri Brend
Tá slíkt hendir eru nógvir
spurningar
og
nógvar
kenslur sum koma fram.
- Tann stóri spurningurin
hjá okkum var alla tíðina:
Fer hetta at henda aftur? Og
um so verður – hvar? Her í
býnum? Og kanska á
okkara hotelli?
- Ja, tað er ótrúligt
hvussu ein kann føla tað, -
her tað vóru um 40 stig.
Sjálvt í slíkum hita, so kann
ein kenna kulda innan í sær,
tí ein stendur so óhjálpin.
Eingin hevði jú rokna við
slíkum álopi her, sigur
Elsa.
Á flogvøllinum í Sharm
el-Sheikh og í Danmark
stóð løgregla og onnur
hjálparfólk til reiðar at taka
sær av teimum heimkomnu
ferðafólkunum. Har vóru
eisini
sjúkrasystrar,
kreppusálarfrøðingar
og
onnur, sum vóru til taks,
um onkur ynskti at fáa eina
persónliga samtalu við tey
um hendingarnar.
Við sær høvdu Elsa og
Allan tvey børn, og tey
hava allatíðina roynt at
greiða serliga teirri 8 ára
gomlu gentuni frá tí, sum
fór fram og hví so nógv
løgregla var at síggja
allastaðni. Tann 3 ára gamli
sonurin man ikki til fulnar
hava skilt hví og hvussu.
- Nógvir spurningar
stinga seg upp
- Vit vistu av ongum, tá bumburnar brustu. Vit fingu tað fyrst at vita morgunin eftir, sigur havnakvinna,
Elsa Ingrid Hansen sum her er avmyndað á hotelli teirra í Sharm el-Sheikh í farnu viku (Privat mynd)
Tær tríggjar bumburnar gjørdu stóran skaða. Higartil eru 88 fólk deyð og omanfyri 200 særd.
Tann materielli skaðin er enn ikki uppgjørdur