týsdagur 26. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 26. juli 2005
5
Ein nýgift føroysk
hjún høvdu lagt
ætlanir um at vitja
kenda frítíðarbýin
Sharm el-Sheikhh
seinni í hesum
mánaðinum. Eftir
ógvusligu hendingar-
nar í nátt hava tey
avlýst hesa
brúðarferðina.
Terror
Snorri Brend
Hesi bæði høvdu keypt sær
eina ferð til Sharm el-
Sheikh gjøgnum eina av
ferðaskrivstovunum
hjá
Fonn Flog í Føroyum.
Ferðin
varð
keypt
umvegis danska felagið
Atlantis Rejser, sum hevur
sum sergrein at flyta ferða-
fólk til Egyptalands, Reyða
Havið og sum haraftrat
skipar
fyri
ymiskum
mentanaferum og kavara-
ferðum.
Seinnapartin leygardagin
varð Leivur Fonn, stjóri á
Fonn Flog uppringdur frá
Atlantis Rejser, har sagt
varð at hetta parið fekk
allar pengarnar aftur.
Sagt
varð
í
sama
viðfangi, at Atlantis hevur
um 600 ferðandi har í
løtuni, og at øll teirra
høvdu fingið tilboð um at
verða flogin heimaftur.
Umframt Atlantis hevur
eisini
ferðaskrivstovan
Apolli Sharm el-Sheikh
sum eitt av ferðamálum
sínum í Egyptalandi.
Brúðarpar avlýsti ferð
Fakta
Sharm el-Sheikh
Býurin er tann best umtókti
ferðavinnubýurin
í
Egyptalandi. Býurin liggur
á sunnasta nesinum á
Sinai-hálvoynni. Har eru
luksushotell í hópatali og
frálíkar strendur.
Býurin er eisini vakur
undir sjóvarmálanum, har
korallir
og
fiskur
í
túsundatali eru at síggja.
Fer ein longur út á hav –
við báti! - ber til at fáa
eygu á bæði háv og
delfinir.
Í býnum búgva um
30.000
fólk.
Av
flogvøllinum eru bert einir
10 min. í bili til nærmastu
hotellini.
Um vikuskiftið hava
donsku ferðaskriv-
stovurnar havt úr at
gera við at flyta øll
síni ferðafólk úr
Sharm el-Sheikh.
TERROR
Snorri Brend
Hóast tað kann tykjast ov
heitt fyri føroyingar at vitja
í Egyptalandi hesa ársins
tíð, so eru tað kortini fleiri
sum júst høvdu sett sær
hetta landið sum feriumál í
summar.
Leygarmorgunin frættist
um eina føroyska kvinnu,
sum var í atsøkta býnum
saman við manni og børn-
um. Hóast nakað sjokerað,
so høvdu tey fýra tað øll
gott, fingu vit upplýst tann
dagin.
Somuleiðis vita vit frá
einum nýgiftum pari, sum
somuleiðis ætlaði sær hag-
ar á brúðarferð í næstu
viku. Men tann ferðin má
so broytast til eitt annað og
meiri trygt stað.
Hinvegin
so
verður
upplýst frá føroysku ferða-
skrivstovuni Fonn Flog, at
tey eisini høvdu onnur fólk,
sum eftir ætlan skuldu fara
avstað hagar fyrst í august
mánaði.
Men frá Atlantis Rejser í
Danmark, sum Fonn Flog
samstarvar við, hava tey nú
fingið at vita, at tey senda
eingi fólk til Sharm el-
Sheikh enn á sinni.
Atlantis
Rejser
vóru
sunnudagin og í gjár fult
upptikin við at fáa allar teir
hundraðtals danarnir aftur
til flogvallirnar í Billund og
Keypmannahavn.
Henda ferðaskrivstovan
hevur eisini avlýst allar
avstaðferðir
sínar
til
Egyptalands í góða tíð
framyvir, og væntar ikki at
flogið verður aftur hagar
fyrrenn miðskeiðis í sep-
tember mánaði.
Føroyingar sluppu ikki
til bumbustaðið
- Hóast nógvir
kilometrar eru
millum Sharm el-
Sheik og Kairo, so er
býarlívið her eisini
merkt av bumbunum
í nátt, sigur føroying-
urin, Tommy Peter-
sen, sum býr egypt-
iska høvuðsstaðnum.
Leygarmorgunin var
allur býurin merktur
av hendingini.
Terror
Snorri Brend
- Enn veit eingin, hvør
skipaði fyri atsóknini í
Sharm el-Sheik. Tað plaga
at ganga einar 24 tímar til
hetta er greitt, so vit mugu
bara bíða eftir tí svarinum.
- Onkur hevur nevnt, at
tað er sama rørslan sum
legði bumburnar í London.
Men tað er ikki váttað enn,
segði Tommy Petersen við
Sosialin fyrrapartin leygar-
dagin, tá vit høvdu hann í
telefonini í heimi sínum í
egyptiska høvuðsstaðnum.
Hann var sjálvur í Sharm
el-Sheik á nýggjárinum og
ferðaðist har. Hann búði tá
á einum hotelli, sum liggur
nærhendis við staðið har
ein av bumbunum brast í
nátt. Og hann vitjaði eisini
í basarinum, har ein onnur
bumba gjørdi stóran skaða.
Vegforðingar
Í Kairo eru fólk sum vera
man somuleiðis merkt av
hendingini í nátt. Eisini tey,
sum búgva í býarpartinum,
har Tommy Petersen býr.
Nakrar
fáar
hundrað
metrar – kanska ikki meiri
enn 300 metrar - frá heimi
hansara býr ein ísraelskur
sendimaður. Tá slík álop
verða
framd,
verða
beinanvegin tiltøk sett í
verk í økinum.
Leygarmorgunin – bert
fáar tímar eftir ógvusligu
spreinginrarnar – var nakað
av løgreglu í gøtunum,
eisini í grannalagi hansara.
Har
vórðu
tí
fleiri
vegforðingar settar upp
uttanfyri húsini hjá hesum
ísraelittinum, eins og meiri
løgregla er at síggja í
gøtunum nú í morgun.
- Men tað var kortini ikki
talan um nakran dramatikk,
sigur Tommy Petersen.
Hóast langt av landi
skotin, so fylgir hann
kortini væl við í tí sum
hendir
í
Føroyum
og
Danmark. Vanliga fer hann
inn á Alnetið fyrst á morgni
fyri at lesa netútgávurnar
hjá donsku bløðunum.
Leygarmorgunin sá hann
kortini fyrstu tíðindini um
bumburnar í Sharm el-
Sheik á heimasíðuni hjá
eini amerikanskari sjón-
varpsstøð.
Síðani hevur hann fylgt
væl við á teimum donskum
heimasíðunum.
- Styrkt vaktarhald
í Kairo
Tommy Petersen býr í Kairo,
har tey eisini hava merkt til
bumbuspreingingarnar í
Sharm el-Sheikh
Nógv er gjørt fyri at ferðafólkini skulu kenna seg væl til passar í Sharm
el-Sheikh. Á mangar mátar er býurin ikki ólíkur einum vesturlendskum býi