týsdagur 26. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 140 - 26. juli 2005
Húsalánsgrunnurin
og Íbúðargrunnurin
skulu seljast og eitt
bústaðarfelag, sum
verður eitt alment
partafelag, fær til
uppgávu at fíggja
bústaðir til fólk við
serligum tørvi
BÚSTAðARPAKKI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsstýrið hevur nú sett út
í kortið, hvussu bústaðar-
politikkurin ætlandi skal
verða komandi árini, og á
tíðindafundi í Almanna-og
Heilsumálaráðnum mána-
morgunin varð ætlanin løgd
fram.
- Vit halda, at hetta kann
gerast størsta bústaðar-
politiska
frambrotið
í
Føroyum seinastu árini,
sigur landsstýrismaðurin,
sum varðar av málinum,
Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at hann seinasta árið
hevur arbeitt við at finna
eina semju í samgonguni
um eina bústaðarpolitiska
ætlan, sum nú verður rópt
"Bústaðarpakkin".
- Nú er komið á mál við
politiska arbeiðnum, og ein
avtala er gjørd í sa-
mgonguni um, hvussu fram
skal farast, sigur hann.
Í 6 punktum
Høvuðsætlanin
hjá
landsstýrinum er í seks
punktum.
Í fyrsta lagi skulu Húsa-
lánsgrunnurin og Íbúðar-
grunnurin seljast, soleiðis
at 2/3 av søluvirðinum fara
til rindan av skuld hjá
landskassanum.
Seinasti
triðingurin av avlopinum
fer í eitt nýtt alment
partafelag – eitt Bústaðar-
partafelag, sum fær til
uppgávu at fíggja bústaðir
til fólk við serligum tørvi.
Í øðrum lagi verður
Bjálvingarstuðulsgrunnuri
n tikin av, og nýggja
Bústaðarpartafelagið fær
eisini uppgávuna at veita
avdráttarfrí lán til bjálving
og orkusparandi tiltøk til
fólkapensjónistar
og
fyritíðarpensjónistar, sum
búgva í egnum bústaði.
Í triðja lagi verður gjørd
ein lóg um lutaíbúðarfeløg,
og henda lóggáva skal bæði
verða karmur um vanlig
lutaíbúðarfeløg og serlig
lutaíbúðarfeløg,
sum
ætlandi skulu standa fyri
bústøðum til fólk við
serligum tørvi.
Á tíðindafundinum segði
landsstýrismaðurin, at tað í
fyrsta lagi verður neyðugt
at sleppa um tey "keðiliga-
stu" punktini í ætlanini,
sum eitt nú er at selja
Húsalánsgrunnin, Íbúðar-
grunnin og Bjálvingar-
stuðulsgrunnin.
Í fjórða lagi fer lands-
stýrið at broyta MVG-
lóggávuna og rentustuðuls-
lóggávuna, soleiðis at luta-
íbúðarfeløg fáa somu rætt-
indi og skyldur sum tey, ið
byggja privat sethús.
Í fimta lagi verður nýggj
føroysk
leigulóg
fyri
privatar bústaðir gjørd, og
hendan skal tryggja rætt-
indini hjá leigarum og
útleigarum.
Í sætta og seinasta lagi
fer landsstýrið at skjóta upp
at broyta skattalóggávuna
soleiðis, at skatting av
leiguinntøku, ið stavar frá
útleigu til privatar bústaðir,
verður á sama støði sum
vanligur partafelagsskattur.
Nýtt mynstur
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður,
helt
á
tíðindafundinum, at hesi
stig skuldu kunna sett ferð
á ein broyttan bústaðar-
politikk í Føroyum, sum
verður betur lagaður til
umstøðurnar hjá fólki – tað
veri seg hjá ungum sum
gomlum eins og hjá fólki
við serligum tørvi.
Lisbeth L. Petersen, sum
var við á tíðindafundinum,
segði, at tosað hevur leingi
verið um broyttan bústaðar-
poliktikk, og hon fegnaðist
um, at ætlaði politikkurin
nú er í einum samlaðum
"bústaðarpakka", sum hon
helt bert kundi gerast eitt
framstig.
Jørgen Niclasen um-
boðaði eisini samgonguna
á tíðindafundinum.
- Við hesum fáa vit ein
nógv breiðari bústaðar-
møguleika, og eg fegnist
um, at vit sambært ætlanini
eisini fáa ein lægri skatt á
leigu. Nú fer tað at loysa
seg betur at leiga íbúðir út
og við tað, at útboðið
verður størri, vænti eg, at
leiguprísirnir eisini verða
lægri,
segði
Jørgen
Niclasen.
Landsstýrið:
Stendur saman um bústaðarpakka
Samgongan er samd um "bústaðarpakkan", sum mánamorgunin varð lagdur fram á tíðindafundi
Mynd: Bárður
- Vit høvdu vónað, at
gróðurin á land-
grunninum í ár var
nakað yvir miðal,
men nú úrslitini
fyriliggja, vísir tað
seg, at gróðurin er
nokso fitt undir
miðal. Tað er ikki júst
hetta, vit hava brúk
fyri beint nú, heldur
Eilif Gaard,
fiskifrøðingur
GRÓÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú úrslitini av gróðurmát-
ingunum hjá Fiskirann-
sóknarstovuni fyriliggja,
hevur stovnurin staðfest, at
gróðurin á landgrunninum í
ár er nokso fitt minni enn
eitt miðalár. Hetta svarar
ikki til tað, sum annars
hevur verið hildið um
lívfrøðiliga grundarlagið í
løtuni. Mett hevur nevni-
liga verið, at grundarlagið
hevur verið rímiliga gott,
og at fiskurin tí hevur
trívist væl. Nú vísa so
gróðurmátingarnar,
at
grundarlagið kortini ikki er
so gott, sum hildið hevur
verið.
Eilif
Gaard,
fiski-
frøðingur, sigur, at Fiski-
rannsóknarstovan leypandi
kannar gróðurin á landg-
runninum, og ein týðandi
partur av hesum kann-
ingum er sjógvurin, sum
verður pumpaður upp á
Lívfiskastøðini í Skopun.
- Vit fáa royndir sendandi
av hesum sjógvi, sum vit
síðan máta fyri gróður.
Hann sigur, at tað kemur
eitt sindur dátt við, nú
endaligu kanningarnar vísa,
at gróðurin er nokso fitt
minni enn eitt miðalár.
Yngul og æti
Eilif sigur, at seinastu
kanningarnar, sum Fiski-
rannsóknarstovan ger á
hvørjum ári til tess at
staðfesta endaligu tølini, er
yngul-og ætikanningar við
Magnusi Heinasyni.
- Í endanum av juni
mánaða fer Magnus Heina-
son um allan landgrunnin,
har yngul-og ætikanningar
verða gjørdar. Hetta er
líkasum hæddarpunktið, ið
saman við kanningunum av
sjógvi úr Lívfiskastøðini í
Skopun, er grundarlagið
undir úrslitinum.
Fiskifrøðingurin sigur, at
stovnurin
brúkar
eitt
sonevnt index-tal til at
áseta góðurin, og eitt miðal
ár er gróðurin soleiðis 8,97.
- Í fjør var gróðurtalið
10,6 og soleiðis væl yvir
miðal, men í ár vísa mát-
ingarnar, at talið bert er
6,98 – ella tvey tøl minni
enn eitt miðalár. Í 2002 var
gróðurin rættiliga lítil; tá
var gróðurtalið 3,6.
Sjálvur
hevði
Eilif
væntað, at talið fór at vera
nakað yvir miðal í ár, men
nú tikið er saman tær
mátingar,
sum
Fiskirannsóknarstovan ger,
er veruleikin ein annar.
- Hetta er ikki júst tað,
sum vit hava mest brúk fyri
í løtuni, heldur Eilif Gaard
fyri.
Sæst aftur
Fiskirannsóknarstovan hev-
ur gjørt gróðurkanningar
seinastu 15 árini, og líkt er
til, at hesar kanningar eru
eitt rættiliga gott "baro-
metur"
fyri,
hvussu
lívfrøðiliga grundarlagið á
landgrunninum er.
- Eru gróðurtølini høg,
gerst fiskurin feitur, men
eru gróðurtølini lá yvir
longri tíð, sæst hetta aftur í,
at fiskurin verður meira rak
sum frá líður, sigur fiski-
frøðingurin og vísir á, at
hetta kanska serliga sæst
aftur í, hvussu toskurin
verður fyri.
Hann
sigur,
at
"forskotið",
sum
hann
rópar tað, er eini 2-3 ár í
mun til gróðurin.
Eilif Gaard heldur, at tað
hevur
sína
ávirkan
á
gróðurin, hvussu "nógv"
sjógvurin á landgrunninum
verður skiftur út.
- Verður sjógvurin nógv
skiftur, darvar hetta eftir
øllum at døma gróðrinum,
sigur hann.
Fiskifrøðingurin vísir á,
at torført er at meta um øll
viðurskifti í havinum, fyrr
enn ein tíð er fráliðin.
- Tí kunnu vit bert vóna, at
gróðurin á landgrunninum
mennist aftur, sigur Eilif
Gaard.
Minni gróður á landgrunninum í ár
Útlitini eru ikki so góð, sum hildið hevur verið
Mynd: Vilmund Jacobsen