Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 26. juli 2005 7 Tølini í nýggju frá- greiðingini hjá lands- læknanum tosa sítt týðiliga mál. Men vit vita framvegis ov lít- ið, um hvønn leiklut eitt nú sosiala støðan spælir, tá tað ræður um heilsustøðuna hjá føroyingum - Vit eiga at gera ein innsats fyri at seta í verk eina skipaða gransking av hesum sambandinum, sigur landslæknin Landslæknafrágreiðing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nýggjastu tølini frá lands- læknanum geva eina rætti- liga greiða mynd av, hvussu nógvir føroyingar hava hvørjar sjúkur, og hvørjum teir doyggja av. Men vit vita framvegis lítið og onki um sambandið millum heilsu- støðuna hjá føroyingum og teirra liviumstøður annars. Annar hvør ov feitur Sum fleiri uttan iva longu høvdu gitt, hava vit lítið at reypa av, tá tað kemur til roykivanar hjá føroyingum. Vit eiga fyrstaplássið í Norðurlondum, tá tað ræð- ur um royking, og saman- lagt roykja føroyingar dup- ult so illa, sum íslendingar. Hartil kemur, at føroysku kvinnurnar roykja rættiliga Landslæknin: Tørva heilsu- gransking í mun til sosiala støðu Framhald á bls. 8 Høgni Debes Joensen, landslækni, vildi fegin, at meir gransking varð gjørd í samband- inum milum heilsu og liviumstøður annars hjá føroyingum