týsdagur 26. juli 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 140 - 26. juli 2005
nógv verri enn mannfólk-
ini.
Tá tað kemur til vektina
mugu
vit
eisini
bara
ásanna, at stóri trupulleikin
við fiti eisini hevur rakt
føroyingar. Sambært frá-
greiðingini hjá landslækna-
num vísir ein Gallupkann-
ing frá 2003, at annahvørt
mannfólk og ein triðingur
av føroysku kvinnunum eru
ov feit. Sambært kanning-
ini viga 44 % av føroysku
mannfólkunum ov nógv,
meðan heili 10 % hoyra
heima í bólkinum "feitir".
Til samanberingar kann
nevnast, at 25 % av kvinn-
unum viga ov nógv, meðan
10 % verða mettar at vera
alt ov feitar.
Hetta er bert nakað av tí,
sum stendur at lesa í frá-
greiðingini frá landslækna-
num fyri 2004. Men í
hesum, eins og í fleiri
øðrum førum vita vit lítið
um orsøkirnar og møgulig
sambond millum heilsu-
støðuna og liviumstøður
annars.
Tørvur á gransking
Í viðmerking til frágreið-
ingina vísir landslæknin á,
at í Føroyum hevur lítið
verðið granskað í sam-
bandinum millum heilsu í
mun til kyn, útbúgving og
sosialan ójavnað. Ein slík
gransking
hevði
eftir
mínum tykki verið sera
viðkomandi. Tí eiga vit
eisini at gera ein innsats
fyri at seta í verk skipaða
gransking á hesum øki,
heldur landslæknin.
Við atliti til miðallivi-
aldurin eiga vit, sambært
landslæknanum, eisini at
seta í gongd víðfevnda
gransking fyri at avdúka
orsøkina
til
munin
á
miðallivialdrinum
hjá
kvinnum og monnum. Eis-
ini kundi tað verið áhuga-
vert at avdúka møguligar
orsøkir á muninum á livi-
aldri í mun til sosiala støðu
í
samfelagnum.
Slík
gransking
hevði
hartil
verið gagnlig, tá tað ræður
um fyritíðarpensjón, mist
liviár áðrenn 65 ára aldur,
sjálvmetta
heilsustøðu,
kroniskar sjúkur, sosialan
ójavnvág
í
lívsgóðsku,
royki
og
drekkivanar,
rørslu, BMI tøl umframt
sosiala isolatión millum tey
gomlu, sigur landslæknin í
viðmerkin
til
frágreiðingina fyri 2004.
Í komandi bløðum fara
vit at greiða gjøllari frá árs-
frágreiðingini hjá lands-
læknanum við viðmerk-
ingum
frá
viðkomandi
pørtum.
Á áhugaverdari framsýning
í Smiðjuni í Lítluvík 25. -
31. juli ber til at síggja,
hvussu Havnin av álvara
tók at vaksa miðskeiðis í
20. øld og fram til í dag.
Lítil ivi man vera um, at
Havnin sum vit kenna hana
í dag, er nógv broytt ta
seinastu hálvu øldina. Í
1950inum búðu einans
5.600 fólk í Havn - saman-
borið við umleið 19.000 í
dag. Hetta hevur sjálvsagt
havt árin á Havnina, bæði
við
atliti
at
sethúsa-,
vinnuliga- og kommunala
bygging. Somuleiðis hevur
menningin sett stór krøv til
sokallaða undirstøðukervið
-
t.d.
planlegging
av
vegum, útgrevstrum, vatn-
veitingum osfr.
Við myndum, kortum,
tekningum, skjølum og
tølum verður víst á, hvussu
býurin hevur flutt seg og
hvussu fólk í Havn hava
hugsað, tá ið tey hava søkt
um byggiloyvi til sethús og
umbyggingar. Eisini eru
umsóknir frá handlum og
fyritøkum og almennum
stovnum.
Á framsýningini ber til
fáa innlit í, hvussu býurin á
ymsan hátt vaks í 1950-
árunum og hvussu byggi-
vinnan veruliga tók dik á
seg í 1960-árunum. Somu-
leiðis er við 1970-árunum,
tá ið bæði kommunalar og
privatar útstykkingar vórðu
ætlaðar, meðan størri - og
mangan øðrvísi bygging -
tvíhús og randarhús o.a.
sóust í 1980-árunum og
fram til búskaparkreppuna
fyrst í 1990-árunum.
Framsýningin gevur ikki
bert eitt søguligt baksýni.
Til ber nevniliga at síggja
ymiskar framtíðarætlanir
sum byggi- og býarskipan-
ardeildin
í
Tórshavnar
kommunu hevur arbeitt
við.
Tað eru Landsskjalasavn-
ið og Býarsavnið, sum í
felag standa fyri framsýn-
ingini í Smiðjuni í Lítluvík.
Evnið í ár er framhald av
framsýningini hjá søvn-
unum báðum í fjør, tá býar-
menningin í tíðarskeiðnum
1856 til 1954 varð víst
fram.
Framsýningin í Smiðjuni
í
Lítluvík
er
opin
í
døgunum 25. - 31. juli.
Allar dagar frá klokkan
14.00 til 20.00.
Býarmenningin II:
Tórshavn: 1955-2005
Marknaðirnir
í summarhýri
Friðarligt er á virðisbræva-
marknaðum um okkara
leiðir, nú summarferian er í
hæddini. Oljan er tó fram-
vegis í andglettinum, tí
oljuprísurin liggur enn tætt
við methøga stigið frá
farnu viku, og veðurtíðindi
benda á, at ódnir fara at
herja nakað enn. Hetta
kann darva oljufremleiðsl-
uni.
Roknskapartíðindir
hava eisini ávirkað og ført
við sær vinningsstaðfest-
ingar. Yvirgangurin
og
yvirgangsætlanir
herja
framvegis, men hetta hevur
ikki nervað fíggjarheimin
stórvegis enn.
Lánsbrævarentur at
kalla óbroyttar
Sera friðarligt hevur verið á
lánsbrævamarknaðunum.
Seinastu vikuna eru donsku
renturnar at kalla óbroyttar.
2-ára rentan er 2,20% og
10-ára rentan er 3,21%.
Hetta merkir, at 10-ára
rentan er hækkað 0,14%-
stig seinasta mánaðin tá 10-
ára rentan var 3,07%. Hóast
rentan er hækkað, metir
Kaupthing ikki, at rák við
hækkandi rentum er vænt-
andi enn.
Í høvuðsheitinum
góðir roknskapir
Higartil hava útvið 200 av
teimum 500 virkjum í
týdningarmikla S&P 500
vísitalinum kunngjørt rokn-
skap. 70,7% av virkjunum
hava
kunngjørt
betri
inntøkur
enn
væntað,
samstundis sum veruligu
inntøkurnar eru hækkaðar
útvið 12% í mun til árið
fyri. Millum feløgini, ið
hava
kunngjørt
góðar
roknskapir seinastu vikuna
eru McDonalds, IBM og
Motorola. Hóast bæði Intel
og Yahoo! eisini kunn-
gjørdu góð inntøkutøl, so
lækkaðu teirra partabrøv
eftir kunngerðina. Intel
lækkaði tí at sølan, og
Yahoo! lækkaði tí inntøkur-
nar "einans" vóru sum
væntað.
Hesa vikuna
Fleiri áhugaverd lyklatøl,
m.a. BTÚ tøl úr USA,
verða kunngjørd hesa vik-
una. Nú oljuprísurin liggur
á methøgum stigi, verður
hugt neyvt eftir, um oljan
hevur tálmað búskapar-
vøkstrinum. Í andglettinum
eru tíverri eisini yvir-
gangur, ið enn ikki hevur
havt nakra serliga ávirkan á
marknaðirnar. Hesa vikuna
kunngerða fleiri av stóru
oljufeløgunum, umframt
t.d. Siemens, Deutsche
Bank og Texas Instruments
roknskap. Ein áhugaverd
vika er fyri framman, men
væntað verður ikki, at
rentur og partabrøv fara at
flyta seg stórvegis.