týsdagur 26. juli 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 26. juli 2005
9
Afturfyri skal fiski-
dagatalið skerjast
nokk so fitt komandi
fiskiár fyri at veiði-
trýstið ikki skal
økjast.
Fiskidagaskipanin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal fiskidagaskipanin
leggjast um. Afturfyri skal
fiskidagatalið skerjast nokk
so fitt. Tað er samgongan
samd um.
Nýtt fiskiár byrjar 1.
september og eitt tað fyrsta,
sum Løgtingið fer at gera, nú
nýggj tingseta byrjar á Ólav-
søku, verður at áseta fiski-
dagatalið fyri komandi ár.
Sostatt er samgongan nú
í ferð við at leggja síðstu
hond á eitt uppskot um,
hvussu fiskidagaskipanin
skal vera næsta ár.
Uppskotið verður lagt
fyri tingið beinanvegin á
Ólavsøku.
Hendrik Old er formaður
í vinnunevnd løgtingsins og
hann er sostatt ein av
fremstu talsmonnunum hjá
samgonguni í fiskivinnu-
málum.
Hann sigur, at enn er
samgongan ikki heilt liðug
at viðgerða fiskidagatalið
fyri næsta ár.
Men tað er semja um, at
skipanin skal leggjast um,
so at hvør fiskidagur nú
skal roknast út í tímum.
Og tað heldur Hendrik
Old ikki er annað enn
rímiligt.
– Higartil hevur tað verið
so, at hevur eitt skip verið
úti í 25 tímar, missir tað
tveir fiskidagar.
Tað heldur hann ikki er
rætt.
– Tað merkir, at skip og
bátar mugu gera sær stóran
ómak at vera inni aftur fyri
midnátt. Fyri línuskip og
línubátar elvir tað til, at tey
ikki fáa sett so nógv, tey
vilja og tey mugu draga
skjótari fyri at lukkast
innaftur og tað darvar
vinnuni.
Tí er samgongan samd
um at broyta skipanina, so
at allir leysir tímar skulu
leggjast saman og ikki
fyrrenn tað er komið upp á
eitt samdøgur, skal tað telja
fyri ein dag.
Formaðurin
í
vinnu-
nevndini sigur, at hetta er
ein skipan, sum kann fara
at krevja nógv meiri umsit-
ng við sær, men hann metir
at samgongan fer at finna
eina loysn, soleiðis at hetta
letur seg umsita nóg smid-
liga.
Økir veiðitrýstið
Hinvegin er tað eisini
greitt, at hetta er ein skipan,
sum fer at økja veiðitrýstið
nokk so fitt.
– Tí er tað neyðugt at
leggja upp fyri hesum í tí
nýggja fiskiárinum, sigur
Hendrik Old.
Hann sigur, at av tí sama
verður neyðugt at skerja
fiskidagatalið komandi ár
nokk so fitt.
At
umroknað
hvønn
fiskidag til tímar fer at raka
teir ymsu skipabólkarnar
ógvuliga ymiskt. Teir, sum
gera stuttar túrar verða
harðari raktir, enn teir, sum
gera longri túrar.
Men tað er í øllum førum
greitt, at sum heild skulu
fiskidagarnir skerjast eini
7% - 8%, bara fyri at leggja
upp fyri tí økta veiðitrýsti-
num.
So kann skerjingin verða
eitt sindur ymisk frá skipa-
bólki til skipabólk.
Men tað er heldur ikki
endaliga avgjørt í sam-
gonguni,
so
akkurát,
hvussu stór skerjingin verð-
ur, ella, hvussu hon verður
býtt sundur ímillum skipa-
bólkarnar, er ikki heilt
greitt enn.
Ongar skerjingar
annars
Eitt eru tær skerjingar, sum
skulu til fyri at forða fyri, at
veiðitrýstið økist í sam-
bandi við at hvør fiskidagur
nú skal býtast sundur í
tímar.
Eitt annað er um naøkur
verulig skerjing verður fyri
at minkað veiðitrýstið, so-
leiðis sum fiskifrøðingar
hava skotið upp.
Men tað verður tað neyv-
an og sostatt fer politiski
myndugleikin heldur ikki í
ár at taka tilmælið frá fiski-
frøðingum til eftirtektar.
Hendrik Old sigur, at
hann hevur skilt, at ætlanin
er ikki at skerjaveiðitrýstið
sum so og undir øllum um-
støðum verður talan um
ógvuliga avmarkaða skerj-
ingar.
– Samgongan er samd
um, at fiskidagatalið skal
ikki broytast ov nógv frá ári
til ár fyri ikki at geva
vinnuni trupulleikar, tí
ongin vinna kann liva við
ov stórum sveiggjum í
virkismøguleikunum og tí
verða fiskidagarnir
Føroya Banki skerjast
Somuleiðis er ætlanin at
skerja
fiskidagatalið
á
Føroya Banka. Fiskidaga-
talið á Føroya Banka varð
skert 10 % í ár og Hendrik
Old metir, at tað verður
skert skert 10% afturat
næsta.
Somuleiðis skal Bankin
framhaldandi verða friðað-
ur í gýtingartíðini.
Fiskidagaskipanin leggjast um:
Hvør fiskidagur skal nú roknast út í tímum
– Nú fiskidagarnir verða býttir sundur í tímar, verður neyðugt at skerja dagatalið fyri at forða
fyri at veiðitrýstið økist. Annars verður fiskidagatalið neyvan skert komandi ár, so talan verður
ikki um at minka veiðitrýstið, sum fiskifrøðingar hava skotið upp, sigur Hendrik Old, formaður
í vinnunevndini
Samgongan er samd
um at línubátarnir,
sum eru í útróðrar-
bólkinum, skulu nú
flytast í bólkin fyri
línuskip, har tey hoyra
heima
Skipabólkar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skulu teystóru línu-
skipini, sum eru í bólkinum
fyri útróðrarbátar, flytast yvir
í línubólkin. Tað er sam-
gongan samd um.
Hann sigur, at hetta er eitt
mál, sum er nógv viðgjørt í
samgonguni og tað er semja
um at tað er neyðugt at
broyta skipanina.
Seinastu árini hevur tað
elvt til mikið stríð og stórar
trupulleikar í vinnuni, at
stórir línubátar hava verið í
bólkinum fyri útóðrarbátar.
– Fyri arbeiðsfriðin í
vinnuni er neyðugt at fáa
hendan trupulleikan loystan.
Men nú er samgongan
samd um, at tey stóru línu-
skipini, sum eru í útróðrar-
bólkinum, skulu flytast yvir í
línubólkin, har tey av røttum
hoyrir heima.
Hendrik Old sigur, at til
hetta krevst lógarbroyting.
Hann veit ikki um hetta fer
at verða lagt fyri løgtingið
beinanvegin,
saman
við
ásetingunum um fiskidaga-
talið, ella um tað bíðar til
seinni.
Formaðurin í fiskidaga-
nevndini sigur, at verða línu-
bátarnir fluttir úr útróðar-
bólkinum, yvir í línubólkin,
verður neyðugt at flyta dag-
arnar hjá teimum við.
Sostatt verður neyðugt at
broyta lógarásetta, vegleið-
andi býtið av fiskidøgum,
sum er ímillum bólkarnar og
tí má lógin broytast.
Hann sigur, at fæst ein
loysn á hesum trupulleika-
num nú, slepst undan nógv-
um stríði, nú er tað ásett, at
tað ber ikki til at "gera"
smáar útróðrarbátar til stór
línuskip.
Nú skulu línuskipini uppá pláss
West Freezer er eitt av teim-
um umstríddu línuskipu-
num, sum endaði í útróðrar-
bólkinum, men nú skal hann
aftur upp á pláss.