Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 140 - 26. juli 2005 Tónleikafestivalarnir eru nú komnir fyri at vera verðandi. Triði og størsti tónleikafestivalurin, G! festivalurin, er nú av, og hann gjørdist sum væntað ein dundrandi succés – beint til UG! Frammanundan hava vit havt Jóansøkufestival á Tvøroyri og MJÚS festivalin á Sandi, sum eisini vóru framúr væleydnaðir. Eftir er Summarfestivalurin í Klaks- vík, sum eftir øllum at døma – skulu vit ganga eftir stóru nøvnunum og søluni higartil - ikki fer at standa aftanfyri G festivalin. Umframt hesar festivalar hava vit havt fleiri onnur rútmisk tónleikatiltøk eins og vit hava havt tann væleydnaða klassiska festivalin Summarónar, síðnai Fólkatón- leikarastevnuna og so eitt flott tiltak í Rituvík. Síðan koma ólavsøkukonsertin og Listastevnan við sera fjølbroyttum og dygdargóðum tónleikatil- boðum til at kalla hvønns mans tykki. Her hendir ómetaliga nógv á tónlistaøkinum í Føroyum - tað veri seg innan klassiskan eins væl og rútmiskan tónleik. Áhugin tey seinastu árini fyri tónleiki av øllum handa slagi er vaksin støðugt, og tilboðini gerast alt meira fjøltáttað og spennandi. Hetta er ein sera góð og jalig gongd, og vit eiga at vera fyrireikarunum sera takksom fyri hesi einastandandi tónleikatilboðini, sum tey megna at bjóða føroysku áhoyrarafjøldini. Tað liggur eitt ómetaliga stórt og tungt fyrireikingararbeiði aftan fyri hvørt einstakt tiltak. Nógv tað mesta av hesum arbeiði verður avrikað av sjálvbodnari og óløntari arbeiðsmegi. Alt verður avviklað professionell og effektivt á ein hátt, ið einki stendur aftan fyri tey mest professionellu tiltøk í útheiminum. Hetta tænir fyrireikarunum til æru. Tað hevur stóran týding, at serstakliga tey ungu hava trygg, dygdargóð og vælskipað tónleikatiltøk at fara til. Hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá ungum sum eldri, og tað er tí at vóna, at festivalarnir halda fram og støðugt mennast. Tónleikur, hann veri seg klassiskur so væl sum rútmiskur bindir fólk saman og skapar ein góðan felagskap, eitt felags mál. Tónleikarar og vælskipað tónleikatiltøk hava mennandi og upplívandi ávirkan á áhoyrarafjøld og á tónleikarar sjálvar. Tónleikaøkið er í støðugum vøkstri og í menning. Tað eru nógvar orsøkir til hesa gongd t.d. musikkskúlin, altjóðagerðingin og sjálvur tíðarandin. Tað ræður um at stimbra hesa menning og at geva tónleikalívinum góðar karmar. Hetta er primert ein uppgáva hjá landsmyndugleikum og kommunalum myndugleikum, men eisini skúlin og foreldur hava eina stóra ábyrgd her. Vit ynskja Summarfestivali og hinum komandi tónleika- tiltøkunum, sum vit enn hava tilgóðar, góða eydnu. Nú hava vit so hoyrt og sæð og upplivað G! festivalin. Við hesum verður festivalfakkulin skjótt borin longur norður og yvir um Lorvíksfjørð. Góða eydnu til enn ein festival. Man kundi sagt tað stutt og greitt: KG avloysir G!. DAGSINS MEINING Sosialurin UG! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Petur Holm Nú ein morgunin frættist, at hin almenni Føroya Grunn- urin hevði selt 67% av partabrøvunum í JFK fyri 82 milliónir kr. Hetta er í veruleikanum startskotið til eina føroyska einskiljing- artilgongd, og eg fari at ynskja keyparunum - Hanusi Hansen og Norðoya Sparikassa - tillukku og góða eyðnu við keypinum og við, at teir á henda hátt hava sett skjøtil at hesa tilgongd, sum hevur bíðað so leingi. Hátturin, sum hetta er gjørt uppá er eisini sera vanligur. Eitt management buy out. Leiðslan keypir meirilutan við eini kraftig- ari fígging í bakhondini. Frá keyparans síðu sær alt út til at hava gingið vanliga fyri seg, og harafturat hava hesir megnað at hildið kortini tætt at kroppinum, soleiðis at almenningurin ikki hevur fingið frænir at keypinum. Men sæð sum ein lið í eini sera trekari og tungari einskiljingartilgongd vóru tað mong, sum gapaðu heldur leingi tá tíðindini bórust í ÚF hendan morg- unin. Nú eru nakrir dagar farnir, og tað er framvegis trupult at síggja, hvat er so sermerkt við Føroya Grunninim í mun til t.d. Framtaksgrunnin ella Fíggingargrunnin, tá sølu av ognum viðvíkir. Líknandi hevur verið roynt fyrr. Notio gav fyri tíð síðan eitt tilboð um keyp av Fiskavirking, og úrslitið av hesum gjørdist at ein tung, tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil sølutil- gongd fór í gongd, sum ikki gevur trygd fyri einum betri prísi fyri fyritøkuna. Tað frættist um eina roynd at gera eitt management buy out á Fiskasøluni. Hetta endaði við einum management bye bye. Meldingarnar hava verið greiðar, men torrskildar, frá landsins leiðslu í sambandi við sølu av almennum fyri- tøkum. Og hesar meldingar hava eisini fata um tær fyritøkur, sum eru áttar av grunnum, sum bara óbein- leiðis eru undir almennari ávirkan. Sølurnar skulu vera gjøgnumskygdar - hvat tað so er. Prospektir skulu skrivast - uttan at man í flestu førum hevur gjørt sær far um hví, so er, og at hetta í nógvum førum ikki er neyðugt. Rætti prísurin skal fáast fyri fyritøkurnar - nakað sum ein ongantíð kann siga nakað um við vissu. Og sølurnar skulu helst fara um ein virðisbræva- marknað. Eftir mínum tykki mest meldingar, sum skulu geva landsins leiðslu meira tíð til at finna eitt stev viðvíkjandi einskilj- ingumartilgongdini. Men, ok, hetta eru so spælireglarnir, og vit sum hava víst tilgongdini áhuga hava tilpassað okkum, og hava bíðað. Hendan sein- asta (og fyrsta) sølan av eini almennari fyritøku er tí eitt sindir ørkymlandi. Merkir hetta, at tað einans í einstøkum førum er neyð- ugt at skriva prospekt? At tað ikki altíð er so umráðandi at tryggja rætta prísin? At gjøgnumskygni kann avmarkast til einstak- ar fyritøkur og at virðis- brævamarknaðin kann man brúka, tá stundir eru til tess? Merkir hetta eisini, at ein søla kann avgreiðast skjótt og uttan politisk buzz- words, sum gjøgnum- skygni, prospekt osfr., um talan bert er um rætta keyparan? Ella merkir tað, at einskiljingartilgongdin í veruleikanum er speeda munandi upp nú? At ein útlendskur banki t.d. kann keypa Føroya Banka í morgin, ella at føroyskir reiðarar kunnu keypa Fiskavirking á Ólavsøku, meðan onnur hyggja eftir kappróðri? Eg haldi, at tað sum hendi í sambandi við søl- una av JFK var sum so í lagið. Ein melding átti tó at komið, soleiðis at aðrir møguligir keyparar kundu bjóða seg fram í eina stutta tíð - t.d. tvær til fýra vikur. Á henda hátt kundi vissa í størri mun fingist fyri at hægst møguligi prísur fekst fyri fyritøkuna. Men eg haldi, at landsins leiðsla nú eigur at revurdera og melda greitt út, um einskiljingar- tilgongdin sum heild er broytt. Hon eigir eisini at innsíggja, at ein skilagóð søla av almennum fyri- tøkum kann gerast uttan alt hetta smarta hóvastákið, sum sermerkir verandi einskiljingartilgongd. Er einskiljingartilgongdin broytt?