Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 26. juli 2005 11 Í vár kunngjørdi Landsstýrið, at tað varð farið undir at gerða eina samfelags- strategi fyri framtíð Føroya. Ætlanin varð, at Føroyar skuldu verða millum heim- sins fremstu lond ár 2015. Nógv bendir á, at hetta ikki fer at gerða okkum eydnuríkari. kann- ingar vísa, at skulu vit søkja eydnuna, skulu vit leita á heilt øðrum staði. Ikki eydnuríkari av hægri løn Seinastu 50 árini er búskapurin í vesturheimin- um vaksin munandi. Í meðal hava vit einar 2 til 3 ferðir meira pening um hendurnar nú enn fyri 50 árum síðani. Vit hava størri og betri bústaðir, størri og betri bilar, betri mat, betri útbúgving, fínari klæði, ferðast meira o.s.fr. Hinvegin er tað onki sum bendir á, at vit eru vorðin meira eydnurík ella eru betri nøgd við okkara lív. Fyri 50 árum síðani vóru eini 30% sum mettu seg verða eydnurík og talið er nakað tað sama í dag. Somuleiðis er talið á teimum sum ikki mettu seg eydnurík tað sama í dag sum fyri 50 árum síðani. Og spurningurin er so, hví vit ikki kenna meira gleði og eru betri nøgd í dag enn fyri 50 árum síðani. Politisk átøk í Føroyum Tá so Føroya Landsstýri stevnir móti at Føroyar skulu finnast millum heim- sins fremstu lond, so hevur tað áhuga at vita, hvat ein meinar við heimsins fremstu lond. Hyggja vit eftir hvør strategiin er, so stendur at lesa í tíðinda- brævinum frá Løgmans- skrivstovuni: "Í dagsins allheimsgjørda búskapi eiga vit ikki at taka okkara vælferð fyri givið. Kappingin herðist í hvørj- um, og arbeiðspláss verða hótt av kappingarneytum frá láglønarlondum. Tørv- urin at seta fokus á okkara kappingarfyrimunir og møguleikar í framtíðini hevur helst ongantíð verið størri. Okkum tørvar eina samfelagsstrategi, sum skal tryggja vøkstur, kappingarføri, virksemi og burðardygga menning". Her verður sostatt miðað móti eini reinari búskapar- lig menning. Helst í teirri vón, at vit á henda hátt skulu fáa glaðar og nøgdar føroyingar. Kanningar uttanlands Men hvat skal til fyri at gerða okkum nøgd og glað? Her kunnu vit taka eina væl kenda kanning frá Harvard Universety (USA). Her vísti ein kanning millum studentar, at teir heldur vildu vinna 50.000 dollar árliga meðan teirra javnlík- ar bert fingu 25.000 dollar árliga, enn at liva í einum heimi har teir árliga fingu 100.000 dollar meðan teirra javnlíkar fingu 200.000 dollar árliga. Við øðrum orðum høvdu teir onki ímóti at fara niður í hálva løn bert teir fingu meira enn teirra javnlíkar. Hetta sigur okkum fyri tað fyrsta, at fólk eru áhugaði í at fara munandi niður í løn, um bert tey fáa meira enn onnur. Harafturat sigur tað eisini, at teirra eydna og gleði er sterkt bundin til teirra umhvørvi og teirra relatiónir til onnur menniskju. Jeremy Bentham (1748 - 1832) varð enskur juristur og hugspekingur. Hann kom við uppskoti um nakr- ar grundreglur fyri málin- um hjá tí einstaka meniskjanum og samfelag- num. Grundreglur hansara kunnu styttast til 4 tesur: 1) Alt tað sum menn- iskjan ynskir sær er at blíva so eydnurík sum gjørligt. 2) Góður moralur er, at menniskja økjir sína eydnu so effektivt og intelligent sum gjørligt 3) Samfelagið eigur at verða soleiðis innrættað at økt persónlig eydna eisini er til fyrimuns fyri hinar borgarnar. 4) Samfelagið skal inn- rættast soleiðis, at tað gevur stórst møguliga eydnu til flestu borgarnar. Eftirtíðin hevur speirikið henda hugspeking. Hvat er eydna? Kunnu vit sammeta hvussu ymisk menniskju uppliva eydnuna? Er tað í heila tiki rímiligt, at hava eydnu sum politiskt mál? Seinasta bókin hjá Leyard Í hesum sambandi kan tað verða vert at nevna nýggju bókina hjá Richard Layard: Happiness - lessons from a new Science, Allen Lane, 3. Mars 2005, ISBN 0713997699. Layard er breti og hevur í longri tíð verið ein av teimum leiðandi innan marknaðar búskap í heiminum. Hann er professari við London Scool of Economics og limur í House of Lords og trívir í bókini aftur til tesurnar hjá Jeremy Bentham og skrivar í 3. stigum: 1) Hvussu eydnurík eru vit? 2) Hvussu skulu vit kunna vinna størri eydnu? 3) Hvat eiga vit at gerða? Politisk undirtøka í grannalondum Bókin hevur fingið nógva umtalu um allan heim og ikki minst millum politik- arar. Hon hevur verið á seminari í Downing Street og í enska fíggjar- málaráðnum hjá Gordon Brown, har umhugsað verður, at innføra eitt enskt eydnu index. Á landsfundinum hjá arbeiðaraflokkinum í Noregi í apríl vísti flokksleiðarin Jens Stolte- nberg í síni talu til Leyard og segði m.a.: "Tá vit eru komin á eitt rímiligt búskaparligt støði, so førir ikki eitt hægri búskaparligt støði til eitt betri lív". Eisini í Svøríki sigur statsskrivari hjá Gøran Persson, Jan Larsson, at bókin hevur alstóran tídning. Tað kann verða at svenski javnaðarflokkurin undrast yvir, at samstundis sum landið undir javnar- flokksleiðslu hevur upp- livað stóra búskaparliga framgongd seinastu árini sum er væl betri enn Europa sum heild, har løn- irnar eru farnar upp og skatturin tálmaður so meðal svenskarin hevur fingið meira pening um hendurnar, so vísa veljara- kanningar at andstøðan tykist at vinna stórt. Peningur og eydna TÍÐINDASKRIV Nevndin bur@email.fo Fríggjadagin og leygar- dagin 6. og 7. mai hevði felagið BUR, Børn Uttan Rættindi, tombola á torgin- um í SMS. Endamálið við tiltakinum var aftur at seta fokus á trupulleikan av, at vit í Føroyum enn hava ta elligomlu myndugleika- lógina frá 1922. Tiltakið gav felagnum góðar 54.000 krónur, sum skulu brúkast til at gera kanningar av viðurskiftum og avleiðing- um, sum henda meira enn 80 ára gamla lóg, hevur fyri born í Føroyum. Felagið varð stovnað 7. februar 2004 við tí enda- máli, at bøta um rættar- støðuna hjá føroyskum børnum, hvørs foreldur velja, antin at liva hvør sær ella, at liva saman ógift. Lógin frá 1922 er um rættin hjá teimum vaksnu, meðan børnini ongan rætt hava yvirhøvur. Felagið vil tí virka fyri at: - øll børn skulu hava lógarfestan rætt til bæði foreldrini! - børnini skulu hava foreldra-rættin, meðan foreldrini skulu hava eina foreldra-skyldu! Øll onnur framkomin samfeløg hava javnan dagført lóggávuna, soleiðis at rættarstøðan hjá børn- unum alla tíðina gerst betur og betur og er í tráð við samfelagsbroytingar og við altjóða sáttmálar - men tað hava føroysku lands- myndugleikarnir ikki givið sær stórvegis far um! Samfelagið og harvið familjumynstrið broytist jú alla tíðina - eisini her hjá okkum. Lógin frá 1922 hevur helst verið hóskandi til samfelagið tá, men hon er fullkomiliga í andsøgn við bæði samfelag og familjumynstur, og við ta vitan samfelagið í dag hevur um tørvin hjá børn- unum. Hetta vita føroysku myndugleikarnir eisini fullvæl. Tí er tað eisini ómetaliga hugvekjandi, at vit í dag, meira enn 10 ár eftir at landsmyndug- leikarnir skrivaðu undir at fylgja ST-barnasáttmálan- um, enn ikki hava broytt eina einastu orðing í lógartekstinum frá 1922. Øll hini norðurlondini, sum vit vanliga samanbera okkum við, gera javnan kanningar av viðurskiftum og umstøðum hjá teirra børnum. Lóggávan verður javnan dagførd, serliga er tað tey seinastu 10-15 árini, at onnur lond eru farin at síggja eina æru í, at hava eina nútímans lóggávu sum tryggjar børnini. Heldur ikki hetta hava føroysku landsmyndugleik- arnir givið sær stórvegis far um, úrslitið av hesi líkasælu er, at í mun til børnini í okkara granna- londum, so eru føroysku børnini fyri stórum órætti!! Felagið fer tí at taka stig til, at kanningar verða gjørdar av støðuni í Føroy- um. Kanningarnar skulu skipast á sama hátt, sum okkara grannar skipa teirra kanningar, soleiðis at úrslit- ini m.a. kunnu brúkast til at samanbera støðuna. Somu- leiðis vóna vit, at okkar landsmyndugleikar eisini fara at síggja eina æru í, at rættartrygdin hjá føroysku børnunum í øllum førum ikki skal standa aftan fyri okkara grannar. Danska Justitsministeriet sendi í 2002 eitt liðugt uppskot til føroysku myndugleikarnar um dagføringar av gomlu myndugleikalógini at taka støðu til. Uppskotið er bygt á donsku lógina um "Forældremyndighed og samvær" frá 1995 við seinni broytingum. Sam- mett við hini norðurlondini er Danmark "eftirbátur", men við uppskotinum høvdu føroysku børnini, um ikki annað, so í øllum førum fingið sama møguleika, sum donsku børnini hava. Í februar 2004, beint eftir at felagið varð stovnað, høvdu vit fund við lands- stýrismannin í innlendis- málum. Tá søgdu bæði landsstýrismaðurin og tveir av hansara fulltrúum, at uppskotið var so mikið klárt, at tað helst kundi leggjast fyri løgtingið beint eftir Ólavsøku. Dagurin 1. januar 2005 varð nevndur sum eitt realistiskt mál fyri einari dagførdari lóg. Út á heystið vísti tað seg tó, at onki meira var gjørt við málið. Landsstýrismað- urin segði tá við útvarpið, at orsøkin til hetta var, at tey helst høvdu gjørt málið meira "kompliserað", enn tað í veruleikanum nýttist at vera. Men nú fór verulig gongd at koma á, tí støðan var stór skomm fyri Føroya land. Hann væntaði tá, at málið kundi avgreiðast í hesi tingsetuni. Tað sein- asta nýggja er tó, at landsstýrismaðurin sigur seg vóna, at okkurt møgu- liga hendir í komandi tingsetu. Sum við so nógvum øðrum málum, so er tað ein spurningur um raðfestingar. Er málið raðfest ovarlaga, tekur tað ikki langa tíð, at koma í løgtingið við tí. Felagið kann ikki longur góðtaka, at rættarstøðan hjá okkara børnum verður raðfest so niðarlaga. Tí hava vit nú tikið stig til eina undirsskrivtsinnsavning við áheitan á okkara fólk- avaldu, um at taka ábyrgd av tí órætti, sum okkara børn eru fyri. Listar lógu frammi til tiltakið í SMS, og vóru tað nógv, sum gjørdu vart við sína ónøgd og skrivaðu undir. Hetta vísir, at málið hevur stóran áhuga millum fólk, og verða tí listar nú lagdir á Shell- og Statoil- støðir kring alt landið. At enda vilja vit hjartaliga takka tykkum nógvu, sum stuðlaðu til- takinum í SMS. VIÐMERKINGAR Børn Uttan Rættindi