Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 140 - 26. juli 2005 Hvat sigur Leyard? Leyard finnur í sínum granskingum, at tað er samband millum pening og eydnu. Tað er meir eydna millum tey ríku enn millum tey fátæku í einum landi. Eisini sæst hetta sambandi millum lond har borgarar í londum við høgum BTÚ í meðal eru eydnuríkari. Trupuleikin er tó, at hetta bert er galdandi til eitt vist støði. USA, Schweiz og Noregi eru ríkastu londini í heiminum, men teirra borgarar eru ikki heimsins eydnuríkastu. Hví er tað? Leyard metir at eydnan hjá fólki nú kann metast. Tað varð annars ein av stórstu trupuleikunum hjá Jeremy Bentham. Men Leyard vísir á, at vísundin hevur ment seg munandi síðani tá. Heilagranskingin hevur funnið útav hvussu vit uppliva eydnu. Tól kunnu meta heila- bylgjur frá deplum sum vit vita hava týdning fyri okkara kenslum av gleði og sorg. Samrøðu teknikkurin er nú so framkomin, at møguligt er at gerða álítandi samanmetingar av hvussu fólk uppliva eydnu hóast tey liggja mentarliga og málsliga langt frá hvørjum øðrum. Vit hava fingið amboðið, sum kann siga okkum hvussu eydnu- rík menniskju eru, so hví ikki brúka tað. Spurningurin um hvat eydna í verunleikanum er, er ringur at svara uppá. Men tað er ongin yvi um, at hon er grundleggjandi fyri eitt ríkt lív. Leyard setir sítt álit á samrøður og heila- bylgjur. Ella við øðrum orðum - um vit siga, at vit eru eydnurík og rættar heilabylgjur koma úr røttum staði í heilanum, ja, so eru vit eydnurík! Men lat okkum siga, at tað er ikki møguligt at økja um eydnuna. Tað finnast fólk sum sveima á ljósa- reyðum skyggji alt lívið, onnur eru sorgtung og ein rúgva letur seg flóta við streyminum. Soleiðis hevur tað altíð verið og soleiðis kemur tað altíð at verða. Vit kunnu ikki vænta at fleiri menniskju fara at siga seg eydnurík. Meiningin við framstigunum er, at menniskju fara at uppliva eydnuna á einum hægri støði so hvørt sum sam- felagið mennir seg. Hetta metir Leyard verða skeivt. Í summun londum meta menniskju seg meira eydnurík enn í øðrum. Og tað ber eisini til at meta hvussu kriminalitetur, arbeiðsloysi, álit, fólka- flyting o.s.fr. ávirkar eydn- una hjá fólki. Og so er tað peningurin. Kanningar vísa, at sjálvt um vit eru vorðin væl ríkari seinastu ártíggjundini, so eru tað ikki fleiri sum eru eydnurík. Hvør er so mein- ingin við ríkidømi? Stórar kanningar um allan heim hava gjørt tað møguligt at samanbera hvussu stórur partur av fólkinum í teimum ymisku londunum eru eydnurík og nøgd. Og har vísir tað seg, at pening- ur hevur ein avgerðandi tídning við persónligari inntøku upp til 20.000 dollar ( kr. 130.000,-) årliga. Inntøkur omanfyri hetta geva ikki fólki stórvegis meira eydnu. Leyard finnur svarið í kriminaliteti, áliti og hvussu fólk umgangast. Hann metir at øll trí økini eru versnaði. Krimali- teturin er hækkaður í vest- urheiminum. Fleiri hava sálarligar trupuleikar. Sjón- varp hevur tikið nógva tíð frámenniskjum og gerð eisini, at vit ikki møtast eins ofta og fyrr. Ein stórur trupuleiki við øktu inntøkuni er saman- beringin. Ju, okkum dámar at fáa meira í lønarposan, men um grannin fær enn meira, so er tað ikki líka stuttligt meira. At onkur gerðst ríkari gerð hann glaðan, men hin síðan er so at grannar, vinir og arbeiðsfelagar ikki eru líka glaðir. Harafturat varðar gleðin stutt. Longu eftir einum ári hevur tann nýríki vænt seg til støðuna og økta gleðin er farin. Tað løgna er, at hetta næstan bert er galdandi fyri pening. Um onkur til dømis hevur meira summarfrítíð enn vit onnur, so plágar hetta okkum ikki so nógv sum tann hægra lønin. Leyard heldur at tað finnast 7 stór viðurskifti sum kann gerða okkum nøgd og eydnurík: 1) Familiuviðurskifti 2) Búskaparviðurskifti 3) Arbeiði 4) Felagsskapur og vinir 5) Heilsa 6) Persónligt frælsi 7) Persónlig viðri Familiuviðurskifti. At verða giftur hevur stóran týdning fyri eydnu. Eftir hetta koma ógift pør, meðan tey sum eru separeraði, einkjur ella ongantíð hava verið gift hava tíðandi minni eydnu. Vit vita jú at alt færri velja at gifta seg í vesturheim- inum. Um ógift pør í fram- tíðini gerðast líka stabil sum gift vil eydnan samstundis økjast. At fáa barn gevur foreldrum eina økta eydnu í 2 ár, og síðani vendir eydnan aftur til tað gamla. Búskaparviðurskifti. Peningur er eins og nar- kotika. Fyri at fáa sama árin mást tú alla tíðina fáa meira. Tú keypir eini nýggj hús ella størri bil og eydnan veksur, men bert í eitt ella tvey ár. Síðani ferð hon niður aftur á tað gamla. Noyðist tú so at selja hús og bil og fara aftur í tað gamla húsið og í tann gamla bilin. Ja, so minkar eydnan mun- andi og verður varðandi minni. Arbeiði. At hava eitt arbeiði hevur stóran týdn- ing, og tað er uttan týdning hvussu lønin er. Tað ringasta er at missa arbeiði. Nógv arbeiðsloysi við vanda fyri, at ein verður uppsagdur hevur eisini týdning. Felagsskapur og vinir. Eydnuríkir borgarar eru at finna í samfeløgum har álitið er stórt. Krimina- litetur fer illa við álitinum. Nærdemokrati við aktivum frívilligum felagsskapum skapar eydnu. Heilsa. Er ikki so avgerð- andi sum vit ofta halda. Ofta venja fólk seg til heilsubrek. Kronisk pína og sálarligir trupuleikar minka um eydnuna. Leyard heftir seg serliga við sálartrupul- leikarnar sum ein stórur trupuleiki í leitan eftir eydnu. Persónligt frælsi. At búgva í einum vælskip- aðum, demokratiskum rætt- ar samfelagi telur nógv. Ein kanning Í Schweitz vísi, at fólk í kantonum við nógv- um nærdemokrati við fólkaatkvøðum og velja- raátøkum vóru meira eydnurík. Persónlig viðri. Tey sum trúgva á Guð eru klárt eydnuríkari enn tey sum ikki gerða tað. Við eydnuni sum hægsta mál vendir bókini nógv viðurskifti á høvdið. Millum annað hevur hann eitt heilt nýtt argument fyri, at hava høgan marginal- skatt. Hann metir, at eitt av teimum stóru trupulleik- unum er, at vit arbeiða ov nógv. Vit verða drivin av at granni okkara hevur eina størri inntøku, tí hann arbeiðir nógv. Her kemur so høgi marginalskatturin til hjálpar. Hann gerð tað lítið áhugavert at arbeiða eyka. Skatturin verður sostatt amboðið hjá samfelagnum, at straffa strembarin fyri tann skaða hann hevur gjørt við at gerða onnur øvund- sjúk. Hetta argumentið hava vit so ikki hoyrt fyrr, og helst verða tað fleiri, sum fara at mæla ímóti. Leyard meinar sostatt, at ársøkin til at fólk í Europa meta seg at hava tað betri enn fólk í USA er tí europearar hava valt at arbeiða minni og hava meira frítíð. Hann heldur eisini tað verða skeivt, at hava induvidualiseraðar lønir. Tað kann hava sínar fyrimunir í at, produktivi- teturin hækkar tá arbeiðarin regluliga hevur samtalur við stjóran um hvat hann hevur gjørt, og at teir seta út í kortið. Men er tað neyðugt, at hetta eisini skal føra til ymiskar lønir? Tá samtalurnar snúgva seg um hvør skal verða omanfyri hvønn og hvør skal hava meira í lønarposan, so verður úrslitið uppá longri sikt meira skaði enn nytta. Layard hevur stórar tankar um skandinavisku skipanina við sosialari trygd, arbeiðsloysis átøkum og foreldrafrí. Hesi viður- skifti eru eydnufremjandi. Hann metir arbeiðsloysi sum ein av teimum stórstu hóttanum. Her hugsar hann ikki bert um lønina, men kanska meira um minkandi respekt fyri sær sjálvum og tann sosiala heild sum arbeiðsplássið gevur. Við eydnuni sum hægsta mál vendir Leyard sær móti teimum búskapar frøðing- unum sum taka konjunkt- urbroytingar lætt. Hesir síggja bert fyrimunirnar við betri búskaparligum vøkstri. Teir síggja ikki hvussu meint hetta rakar ymisk fólk. Sjálvt um teymaleysar broytingar kunnu føra til, at BTÚ veksur skjótari enn hon annars vildið gjørt, so heldur Leyard, at kontroll og smærri broytingar eru ynskiligar. BTÚ veksur ikki líka skjótt, men færri gerðast ólukkulig. Layard leggur stóran dent á viðurskifti sum fremja samanhald. Hann skrivar um ábyrgdina hjá tí einstaka mótvegis sær sjálvum og sínum med- mennisku, og nevnir hvussu týdningarmikil Guðstrúgvin er fyri menniskju. Eydna er eisini grundað á um ein finnur nakra meining í tí ein gerð. Ein og hvør og eisini fjøldin hevur tørv á málum at stremba ímóti. Arbeiði sum miðjar móti at fremja nakað gerð fólk nøgd. Staturin skal ikki verða neutralur meinar Richard Lasyard. Skúlin skal ikki undirvísa um moral og etik á ein neutralan hátt, sum undirlag undir einum orðaskifti. Hann skal hava greiða støðu og læra næmingarnar hvussu teir skulu liva - hetta eru royndirna hjá mannaættini, soleiðis skulu tit verða móti hvørjum øðrum fyri at liva leingi og væl í okkara landi. Men tað finnast atfinn- ingar. Aðrir granskarar eru komnir til aðrar niðurstøður og Leyard hevur ikki altíð so greitt grundarlag at standa á tá hann kemur við sínum niðurstøðum. Um tað nú er so, at okkara eydna fær eitt skot fyri bógvin tí grannin gerðst ríkur, skulu vit tá royna at taka ríkidømið frá grannanum ella royna, at taka øvundsjúkuna frá okkum sjálvum? Leyard metir at øvund er ein heilt legitim kensla, og at tað eru hini sum hava skuldina. Hann tekur m.a. upp søguna um russiska bóndan hvørs granni keypti eina kúgv. Tá Guð spurdi hann hvussu hann kundi hjálpa honum varð svarið: "drep kúnna hjá grannanum". Leyard kann ikki fella nakran moralskan dóm yvir bóndan. Hansara øvund er líka legitim sum nyttan hjá grannanum og gleði yvir mjólk og kjøt. Leyard meinar at øvundin er so mikið legitim, at tað er uppgávan hjá statinum at taka ársøkina burtur. Ella við øðrum orðum at sekta tey ríku. Men leyard er eisini eitt sindur klovin. Aðrastaðni í bókini mælir hann frá, at sammeta okkum við tey sum eru ríkari, men heldur hyggja eftir teimum sum hava minni um hendurnar og, at eitt eydnuríkt samfelag byggjir á borgarar við mest møguligari sam- kenslu mótvegis hvørjum øðrum. Hetta er ein betri vegur til at økja eydnu í samfelagnum enn at sekta tey sum hava vakt øvund, sigur hann. Men alt er ikki so einfalt Tað hevðið eisini ført til ørkymlandi støður um øvund varð gjørd alment legitim. Hvat við høvund- um, tónleikarum, tóna- skaldum, listarmálarum o.s.fr. Summi av hesum skapa verk sum onnur bert kunnu droyma um. Hava hesi so givið teimum sum ikki náddu líka langt ein mentalan skaða? Og skal staturin grípa inn og sekta hugflogini ella reypa av teimum sum ikki náddu so langt, so tey eisini skulu kenna seg væl? Arbeiði ella frítíð? Eisini spurningurin um vit arbeiða ov nógv kann diskuterast. Hann byggjir niðurstøðuna á, at arbeiðs- tíðin er fallin munandi minni í USA enn í Europa og nevnir, at hetta kann verða ársøkin til at eydnan í USA er minni í dag enn hon varð í 1975, meðan hon í sama tíðarskeiði er økt í Europa. Leyard vísir í hesum sambandi til World Database of Happiness, men her kann hann hava ein trupuleika. Av 11 londum í data seriuni frá 1973 er í verunleikanum USA nr. 3 í at hava økt mest um eydnuna. Verða hesi tøl sammett við databasuna hjá OECD yvir meðal arbeiðs- tíð verður funni, at so siga onki samband er millum meðal arbeiðstíð og eydnu, kanska tvørturímóti. Meira eitt land hevur minkað um arbeiðstíðina, verri hevur fólkið klára seg á eydnuskálanum. Ameri- kanarnir arbeiða eins nógv nú sum fyri 30 árum síðani og eru vornir eitt sindur eydnuríkari. Fransar, Týsk- arar og Japanarar hava fylgt ráðum Leyards og arbeiða nærum 20% minni enn fyri 30 árum síðani, men eru ikki vorðin meira eydnurík. Niðurstøðan um at vit verða meira eydnurík við at arbeiða minni, og at vit tí skulu áleggjast hægri marginalskatt, hevur sostatt onki fakligt grundarlag. Árinið av skatti Hvørja ávirkan hægri skattir hava á arbeiðshugin og útboðið av arbeiði fara vit helst ongantíð at semjast um. Tvær høvuðsliniur tykjast at verða. Tann liberalistiska sum metir, at jú hægri skatturin gerðst, jú minni er áhugin hjá fólki at arbeiða eyka. Og so tann sosialdemokratiska har mett verður, at jú hægri skatturin er, jú meira noyðast fólk at arbeiða fyri at forvinna tað sama. Leyard leggur seg her á tann liberalistiska bógvin. Ella lat okkum fara eitt fet víðari. Granskingar hjá nobelprístakaranum Ed- ward Prescott vísa, at amerikanarnir arbeiða meira enn europearar tí skatturin hjá teimum er lægri. Amerikanarnir hava sostatt meira eftir í lønar- posanum. Samstundis held- ur hann, at tað ikki heilt kann útihýsast, at reallønar økingin í USA hevur verið munandi lægri enn í Europa seinastu 30 árini - og at amerikanarnir sostatt hava verið noyddir at arbeiða eins nógv og áður fyri at hava tað sama eftir skatt, meðan europearar hava verið førir fyri at tikið reallønar økingina út sum frítíð. Og hvat við at schweitsarar og írar eru eydnuríkir við lágum skatti meðan danir og sviðar eru eydnuríkir við høgum skatti? Heilt einfalt er tað ikki. Tíðandi viðurskifti Tá alt hetta er sagt so bendir nógv á, at vit ikki gerðast meira eydnurík av at forvinna meira pening, at tað hevur stóran týdning hvussu nógv okkara grann- ar, kenningar ella arbeiðs- felagar forvinna, at eitt ríkt familiulív og tryggd í samfelagnum er avgerð- andi, at arbeiðsloysi bæði beinleiðis og óbeinleiðis er ein stórur trupuleiki, at Guðs trúgv gerð okkum eydnurík og at eitt meings- fullt arbeiði, góðir vinir og spennandi frítíð hevur tídning. Hinvegin hevur heilsan minni týdning enn fyrr hevur verið hildið. Og so kemur spurning- urin. Hví skulu vit við hægri lønum og meiri arbeiði royna at forvinna meira pening, tá vit ikki gerðast meira eydnurík av hesum? Vit liva eina av- markaða tíð á foldum og áttu at strembað móti mál- um sum geva meira eydnu? Og hvat hevur politikkur við hetta at gerða? Torførir spurningar sum hvør einstakur og samfelagið sum heild fyrr ella seinri helst noyðist at taka støðu til.