týsdagur 26. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 26. juli 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Marianna Hjalt, vanliga nevnd Manna, andaðist á
Gerðisgarði í Skálavík leygarkvøldið, 87 ára
gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Kelda: Kringvarp Føroya
Andlát og jarðarferðir
22. juli var brúdleypsdagur
hjá Anne Mette og Leif
Hansen í Nólsoy.
Byrjað varð við brúðar-
vígslu í Nólsoyar kirkju,
har Heri Joensen við væl
valdum orðum vígdi parið.
Góður tónleikur og sangur
settu sín serliga dám á
løtuna.
Veiðslan var hildin í
gomlu smoltstøðini úti á
Klivum, har Dannebrog og
Merkið veitraðu lið um lið í
sólskininum. Borðhaldið
var merkt av nógvum
góðum røðum til bæði Leif
og Anne Mette. Ein sera
góð veiðsla, har tvær ment-
anir møttust, tann hjá Anne
Mette úr suðurjútlandi og
tann føroyska hjá Leif. Síð-
ani var dansað í Royndar-
húsinum til tann ljósa
morgum.
Góði Leif, tað gleddi
meg at vera við at heiðra
tykkum henda stóra dag í
lívi tykkara. Tú er ein av
mínum allar bestu vinum,
og við Anne Mette er lagt
til í vinarskaran. Hettar
vinarlagið er komið í lag
millum annað av felags-
áhuga í okkara kvæða-
mentan.
Góði Leif, tín brennandi
áhugi fyri sangi og tónleiki,
sum tú eisini hevur nomið
tær holla útbúgving ið á
flatlondum er til gleði fyri
okkum øll, ið kenna teg. Vit
í Nólsoyar sangkóri gleða
okkum altíð, tá tú kemur at
vitja og stuðla kórið. Vón-
andi koma tú og Anne
Mette ofta aftur úr Keyp-
mannahavn at vitja.
Til seinast vil eg ynskja
tykkum alt tað besta í fram-
tíðini við vón um at tit ein
vakran dag fara at búseta
tykkum í Føroyum. Tit hava
so nógv gott at geva av.
Heilsan vinur tykkara
Kaj
Dagurin
26. juli, Anna. Hon var móðir Mariu Moy og var gift við Jójakimi. Halgisøgan sigur frá, at tey komin upp í árini
eingi børn fingu, og Jójakim rýmdi frá konuni. Men hann vendi heim aftur, tá ið ein eingil hevði boðað honum, at
tey skuldu fáa barn. Og tá bar til.
Hebráiskt navn, ið merkir hin náðaða ella yndi.
Mánadagin 25. juli fylti
Helgi Jacobsen í Klaksvík
70 ár. Helgi er ættaður úr
Svínoy, sonur Mallu og
Edvard Jacobsen, vanliga
nevndur Edvard í Svínoy,
og er næstelstur av fýra
brøðrum.
Helgi er giftur við Oslu,
sum er dóttir til Onnu
Cathrinu og Fríðrik Heine-
sen, tey búgva á Selheyggi,
eiga børnini Sámal, Eydna
og Annfríð, og ommu og
abbabørnini eru fýra.
Helgi fór sum ungur í
læru hjá Debes Mortensen,
skræddara. Eftir lokna út-
búgving fór hann at royna
sjólívið. Sigldi nógv við
trolarum og línuskipum hjá
Kjølbro. Helgi var eisini í
Grønlandi nógv summur og
róði út saman við pápanum,
pápabeiggjanum og brøðr-
unum.
Helgi kom sum ungur til
persónliga trúgv á Harran
Jesus og hevur sína dagligu
gongd
í
samkomuni
Betesda.
Í 1972 byrjaði Helgi at
sigla við Barskor í Kalls-
oynna, og varð hetta ein
sigling, ið honum dámdi
serstakliga væl, tí her kom
hann at kenna nógv fólk, og
sjálvur hevur hann eisini
røtur í Kallsoynni.
Einaferð miðskeiðis í 80-
unum fór Helgi at sigla við
Ternuni um Leirvíksfjørð
og seinni við Dúgvuni, og
er tað serliga frá hesi sigl-
ing at flest øll kenna Helga.
Mong eru tey sum minnast
á nógvar góðar og skemti-
ligar løtur í práti við Helga,
meðan siglt varð um Leir-
víksfjørð.
Heimbygdin Svínoy er
honum sera kær, her eigur
hann jørð og hevur seyð, og
fyri nøkrum árum síðani
bygdi hann sær eini hús á
Gundaváli, har jørðin ligg-
ur. Helgi er nógv úti í
Svínoy, og serliga væl
dámar honum at hava abba-
børnini við út til Svínoyar.
Hann gevur sær altíð góðar
stundir at taka sær av teim-
um, øll eru tey serstakliga
góð við abban og hann við
tey.
Nógvar
føðingardagar
hevur Helgi verði staddur
úti í Svínoy, tí hetta er tíðin
tá riggast skal til hoygging,
men nú hann rundar tey 70
árini, verður føðingardag-
urin hildin í heiminum á
Selheyggi í Klaksvík.
85 ár
Í dag, 26. juli fyllir Hanna Ziska, Klaksvík, 85 ár.
Hon er burturstødd.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, ið mintust meg á
75 ára degnum 29. mai.
Heilsan Anna Johansen
Tøkk
Tøkk fyri sýnda samkenslu tá pápi, verpápin
og abbi okkara
Simon Johannes Poulsen
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk tit í heimarøktini.
Tøkk tit á Norðoya Røktarheimi.
Tøkk øll, sum hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur og kransar, og tit, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Jacobina og Esbern
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá elskaði
maður, pápi, verpapi, abbi og langabbi
Joen Pauli Feodor Hammer
fór heim til Harran.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Zarepta.
Takk til øll, ið fylgdu honum til hansara hvíldarstað
og øll ið hjálptu til uppá ymiskar mátar.
Fyri tey avvarðandi
Alma Hammer
Ein heilsa til Anne Mette og Leif Hansen
70 ára føðingardagur