týsdagur 26. juli 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 140 - 26. juli 2005
Sp/f VR-Bilar og P/F
Esmar Simonsen hava
gjørt avtalu viðv.
Chevrolet (fyrrv.
Daewoo)
Felags tíðindaskriv
Bilasølan: Avtala er gjørd
millum Sp/f VR Bilar á
Hoyvíksvegnum í Havn og
P/F Esmar Simonsen á
Kambsdali um at VR-Bilar
framyvir fara at umboða
bilmerkið
Chevrolet
í
Føroyum. VR-Bilar selur
frammanundan bilmerkini
Volvo og Renault.
Avtalan ber eisini í sær, at
P/F Esmar Simonsen fer
framhaldandi at selja Chev-
rolet, vegna VR-Bilar. Har-
umframt fara fara teir eisini
at selja Volvo og Renault
vegna VR-Bilar.
Fyri báðar bilasølurnar
merkir hetta, at útboðið
verður víðkað, so at við-
skiftafólkini kunnu finna
sær ein bil til einhvønn tørv
og prísklassa og at við-
skiftafólkunum stendur í
boði ein kvalitetsbil við
upp til 3 ára mekaniskum
garanti fyri ein sera kapp-
ingarføran prís.
Verkstað: Verkstaðið hjá
Esmar Simonsen á Kambs-
dali fer framhaldandi at ser-
visera Chevrolet. Hesi við-
skiftafólkini kunnu fram-
yvir velja, um teir ynskja at
nýta verkstaðið hjá VR-Bil-
um í Havn, ella verkstaði
hjá P/F Esmar Simonsen á
Kambsdali. Hetta verður
eisini galdandi fyri Volvo
og Renault viðskiftafólk.
Tó verða ávísar manna-
gongdir gjørdar, sum við-
skiftafólkini verða kunnaði
um seinni.
Eykalutir: Goymslan av
Chevrolet eykalutum verð-
ur í næstum flutt til VR-
Bilar í Havn, sum kann
senda eykalutir um alt
landið.
»Hendan avtalan fer at
betra tænastustøðið fyri
verandi Daewoo og Chev-
rolet-eigarar, umframt at
geva okkum møguleika at
selja Volvo og Renault bilar
í Eysturoynni« sigur Martin
Simonsen, stjóri hjá P/F
Esmar Simonsen.
»Hetta er ein góð avtala
har allir partar vinna – VR-
Bilar, Esmar Simonsen, og
ikki minst kundarnir hjá
okkum«,
sigur
Marni
Olsen, stjóri hjá VR-Bilum.
Nærri og fleiri upplýs-
ingar kunnu fáast við at
venda sær til Marna Olsen,
stjóra hjá P/F VR-Bilum, á
tlf. 322110/215099, e-mail:
vr-bilar@post.olivant.fo
ella Martin Simonsen stjóra
hjá P/F Esmar Simonsen á
tel. 444405/584400.
Á ólavsøku kemur
Tórshavnar komm-
una at hava ein
fløskubás í mið-
býnum í Havn fyri at
umgangast tey nógvu
fløskubrotini. Yvir-
skotið av fløskuinn-
savningini fer til
vælgerandi endamál
FLØSKUBÁSUR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Undir slagorðinum »Fløsk-
ur í kassan og pengar í
lumman« var tíðindafundur
í Høll E hjá Balslev í
Hoyvík, har nýggi fløsku-
básurin hjá Tórshavnar
kommunu
varð
sýndur
fram mánadagin. Básurin
kemur annars at standa í
Steinatúni,
oman
á
kioskini.
Tórshavnar
kommuna
eigur básin, sum verður
karmur um fløskumóttøku
á ólavsøku. Básurin er sera
snøggur og væl úr hondum
greiddur.
Umboðini fyri býráðið,
Heðin Mortensen, borgar-
stjóri, og Elin Lindenskov,
forkvinna í heilsu- og um-
hvørvisnevndini, greiddu
frá um nýggja tiltakið hjá
kommuni, ið serliga verður
gjørt fyri at umgangast tey
nógvu fløskubrotini á ólav-
søku, sum eru sera vanda-
mikil. Fløskuinnsavningin
verður eisini gjørd fyri at
kunna um høgu raðfest-
ingina av umhvørvismálum
í kommununi.
Hetta er so avgjørt ein
fyrimunur hjá teimum, sum
savna fløskur á ólavsøku, tí
nú kunnu tey sleppa av við
fløskurnar í miðbýnum
ístaðin fyri at skula bera tær
heim í beriposum og síðan
selja tær. Eisini fáa tey
pengarnar beinanvegin.
Tórshavnar
kommuna
hevur gjørt avtalu við
Kiwanis felagsskapin Rós-
una um at reka básin á
ólavsøku. Yvirskotið av
fløskuinnsavningini fer til
vælgerandi endamál – at
hjálpa børnum í nærum-
hvørvinum, sigur Karin
Jacobsen frá Rósuni.
Byrjað verður mikudagin
27. juli, tá ólavsøkukon-
sertin verður, og síðan báð-
ar ólavsøkudagarnar.
Opið verður soleiðis:
Mikudagin 27. juli frá kl.
20.00 – 04.00, og ólavsøku-
aftan og ólavsøkudag frá kl.
14.00 – 04.00 ella so leingi
fólk koma við fløskum.
Fløskurnar í bás á ólavsøku
Umboðini fyri býráðið, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini, greiddu frá um nýggja tiltakið hjá kommuni.
Fyri at vísa á høgu raðfestingina av umhvørvismálum í kommununi eru grønar keks, grønar sodavatn og grøn súrepli á borðinum
Mynd: Bárður Lydersen
VR-Bilar og Esmar Simonsen gjørt avtalu