týsdagur 26. juli 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað ber illa
til at vera
eins tjekkaður
sum Simon
Kvamm. Spyr
bara tey, sum
vóru á G!
leygarkvøldið
UMMÆLI
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
En wanna be Darth Vader
sungu Nephew, 200 og
nógvar
ferðir
200
fleiri á Gøtusandi.
Trúgvi heldur, at tey
flestu kundu hugsað sær
at vera Simon Kvamm.
Hann er bara eitt
nummar for feitur, um
vit kunnu loyva okkum
at siga soleiðis. Vald-
ur til besta sangara,
lekrasta
og
stutt-
ligasta mann í Danmark
og nú eisini heimsins
feitasti kvarti før-
oyingur. Tað fær illa
verið betri. Hann nær-
kaðist av álvara tí
fullkomna. Helst tann
sterkasti forsangarin,
vit hava sæð og hoyrt í
Føroyum. Og so var
bólkurin
óluksáliga
góður eisini.
Meini so við, maðurin
steðgar
leingi
í
Føroyum,
hann
ger
sjálvur
klárt
á
pallinum,
takkar
persónum við navni og
teir spæla ófatiliga
væl. Jú, hetta er
mestur
tað
mest
positiva ummæli, tit
fara at lesa leingi.
Tað hevði frøtt mítt
ónda hjarta, at spilt
framførsluna út, men
tað vildi verið ein
deyðsynd.
Frá fyrstu løtu var
tað feitt. Fólk vóru
klár við svørðum og
twix. Annleggið var um
at bresta. Við ekkó og
einum ljóði í serflokki
byrjaði alt við eitt
brak. Hetta var nakað
serligt. Sjálvt tey
vanligu føroysku suck-
up orðini vóru nakað
størri og meira enn
vanligt. Teir fyrstu
sangirnar kendu fólk
ikki, men tað var
meistarliga væl spælt.
Tekur eina løtu at
venja seg við ljóði,
men øll sum ein kundu
hugsað sær at átt ein
systur- ella bróðurson
á pallinum.
Tað larmaði, íldi og
osaði av nøkrum stórum
frá byrjan til enda.
Sangirnir vóru so at
siga allir av USADSB
fløguni,
undantikið
Byens hotel hjá Kim
Larsen, sum bólkurin
hevur innspælt í sam-
bandi við ein ser-
útgáva. Tað løgna var,
at tað vóru í roynd og
veru ikki teir mest
upplagdu sangirnir,
Movie Klip, Superliga
osfr.,
sum
fólk
bíðaðu eftir og vildu
syngja við til. Danin
vann á svianum á Gøtu-
sandi. Tað var tungt,
rokkut og spælt við
dirvi. At kalla Toda
Jónsson bíttan framman
fyri
túsundavís
av
føroyingum
krevur
dirvi. Men tað gjørdi
Nephew uttan víðari, og
fólk byrjaðu spakuliga
at fanga heimin aftan
fyri tekstirnar hjá
Nephew.
Nephew var bara tað
allarbesta
leygar-
kvøldið. Tað var UG! og
alt hatta har.
Jú, har vóru ymsir
feilir. Intensiteturin
av
pallinum
hevði
ógvuliga
skiftandi
ávirkan
á
stóru
áhoyrarafjøldini. Tað
skyldast
uttan
iva
eisini, at fólk ikki
eru so von við at ganga
til tílíkar konsertir.
Fjøldin gjørdist køld
til tíðir, men tað
tekur
einki
frá
heildarmetingini.
Tað kundi illa
verið betri eitt
ljóst leygarkvøld
á Gøtusandi.
200 gjørdi sítt
ting á G! Tað var
punk og longsti
fingur til Mið-
flokkin. Og
fólkið elskaði
tað
UMMÆLI
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Skuldi nakar verið í iva
um, at fólk í Føroyum hava
tikið 200 til sín, so vóru
tey
ikki
á
Gøtusandi
fríggjakvøldið.
200 punkaði við øllum
teirra skitna tilfari og
góvu stóra papmaché fing-
urin til Miðflokkin og
onnur, sum teimum ikki
dámar. Og fólkið elskaði
tað
Ektaður punk tónleikur á
G!
Tað var í roynd og veru
ein feit framførsla. Rátt
og gott. Fyri einum ári
síðani høvdu neyvan kunna
savnað helvtina so nógv
fólk, men fríggjakvøldið
vildu øll fylgja við.
Haldi ikki at sangarin
eigur nakra einglarødd.
Haldi eisini, at teirra
framførsla var alt ov
einstáttað. Men teir eru,
hvat teir eru, og teir
gjørdu tað heilt fantiska
gott. Einki at seta fing-
urin á. Teir hava okkurt
upp á hjarta, og tað er
ofta saknur á boðskapum
hjá føroyskum bólkum. Her
skal ikki so nógv tulking
til fyri at skilja.
Tekstirnir eru nærgang-
andi, og tú mást veruliga
spyrja teg sjálvan, um tað
er at fara út um mark at
fara soleiðis við fólki í
tekstunum. Man kann dáma
tað ella lata vera. Vit
geva teimum hesaferð tveir
positivar tumlar fyri at
gera sítt.
200% ekta›ur punkur
Perfekt Kvamm
Sosialurin á G!
Myndir:
Jens Kristian Vang
Bár›ur Lydersen
Àlvur Haraldsen
Ólavur Frederiksen