týsdagur 26. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frá vinstru
standa Hjørdis
Johansen, Majfríð
Jacobsen, Birita
Ludvíksdóttir
Poulsen, Hansina
Iversen og Maria
Guttesen.
Tvíburarnir Eyð
og Unn vanta
tíverri á myndini
Mynd: Ólavur Frederiksen
Tað var ein
søguligur dagur
á spælipláss-
inum í Gøtu, tá
Hjørdis og
genturnar fóru
á pall fyri
fyrstu ferð,
síðan plátan
kom út fyri 28
árum síðani. Og
tað var eisini
eitt come-back,
sum vildi nakað
BARNASANGIR Á G!
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Spæliplássið var so at
siga fult við fólki, tá
Hjørdis og genturnar
trinu á pall fyri
fyrstu ferð nakrantíð -
børn og foreldur, sum
sjálv vóru børn, tá
hendan
eftirhondini
legendariska
plátan
varð givin út.
Bimbambussa og sang-
urin um tey tíggju ind-
ianarabørnini,
hevur
verið ein partur av
føroyska sangskattinum
í nógv ár, og tað sást
eisini aftur á áhoyr-
arafjøldini, at hetta
var eitt av hæddar-
punktunum á festival-
inum.
Fólk bæði sungu og
klappaðu
eins
og
"genturnar" á palli-
num. Barnið kom sanni-
liga í okkum vaksnu
aftur,
sum
mintust
aftur á tey sorgleysu
barndómsárini,
tá
Hjørdis
við
síni
gjøgnumtrongjandi rødd
og
hennara
gentur
plagdu at gera okkum
dagin
eitt
sindur
lættari.
Men hví skuldu
vit bíða so
leingi?
Hetta var tann stóri
spurningurin, eg hevði
sett mær fyri at spyrja
Hjørdis, tá hon sum ein
onnur stjørna traðkaði
av aftur pallinum.
- Man brúkti ikki
sovrit tá. Tað var ikki
vanligt at skipa fyri
slíkum konsertum tá í
tíðini, sigur Hjørdis
Johansen, ið stóð fyri
útgávuni frá 1977.
Tá plátan varð útgiv-
in vóru ongar myndir av
gentunum á húsanum, og
tær spældu sum sagt
onga
konsert
fyri
almenninginum.
Tær stóðu allar á
gáttini til pubertet-
in, og tí helt Hjørdis
tað vera skilagott at
verja tær við ikki at
lata tær koma í ov nógv
fram í fjølmiðlunum.
Sangirnir á plátuni
vórðu spældir í kvøðu-
ljómunum í fleiri harr-
ans ár, og tað kemur
enn fyri, at vit hoyra
onkran teirra spældan í
útvarpi. Og tey flestu
munnu
kennast
við
løgini og tekstirnar á
hesi útgávuni.
-
Hatta
er
ein
vanskeligur aldur, og
tað er ikki vist, at
tær høvdu verið so
glaðar fyri, at myndir
av teimum vóru at finna
í
hvørjum
húsi
í
landinum,
sigur
Hjørdis.
Vit
kunnu
bara
staðfesta, at tíðirnar
eru broyttar. Nú á
døgum verða sangarar og
tónleikarar ofta foto-
graferaðir úr øllum
hugsandi vinklum, og
myndirnar prentaðar í
fløguhúsum.
- Vit vildu ikki
dyrka myndirnar og tað
visuella, men heldur
tann
glaða
sangin,
vísir Hjørdis á.
Maria var tað
størsta barnið
Tann einasta av gentun-
um, sum hevur havt tón-
leikin til sítt livi-
breyð seinni í tíðini
er Maria Guttesen, sum
var
kapelmeistari
hendan dagin. Hon hevði
eisini arrangerað øll
løgini.
Tað var eisini heilt
týðuligt, at hon var
tann, ið var mest von
við at standa á palli.
Hon tosaði við Hjørdis
við eini fittari barna-
rødd og prátaði millum
sangirnar, sum var hon
framvegis
8-10
ára
gomul. Hetta gjørdi
eisini
framførsluna
nógv festligari. Bert
harmiligt, at Maria
varð goymd aftanfyri
eitt ljómborð tað mesta
av tíðini.
- Hesir sangirnir eru
vorðnir ein føroyskur
sangskattur eftirhond-
ini, og tí eru tað
stuttligt at framføra
teir live saman við
hinum gentunum, sigur
Maria Guttesen, sum
spældi allan tónleikin
inn á fløgu og sendi
hinum gentunum, so at
tær kundu venja áðrenn
tær
møttust
við
bólkinum
til
venjingar.
Genturnar
og
tónleikabólkurin vandu
hvønn dag í eina heila
viku
áðrenn
fram-
førsluna. Sigast skal
at fyri tað óvandað
oyra ljóðaði tónleik-
urin at vera væl og
professionelt úr hond-
um
greiddur
av
dugnaligum
tónleik-
arum.
- Eg hevði als ikki
roknað
við,
at
fyriskipararnir
fóru
at biðja okkum um at
spæla aftur, men sang-
irnir eru vorðnir eru
partur av tí føroyska
sangskattinum, og tí
var tað rættiliga
upplagt at biðja
okkum um at spæla
saman
aftur,
segði
Maria
Guttesen.
Tað var Annlis
Bjarkhamar,
ið
setti
seg
í
samband við tær
um
eina
framførslu á G!
festivalinum.
Gingu
allar
í
flokki saman
Allar seks gent-
urnar hava gingið
í flokki saman í
samfull tíggju ár
í fólkaskúlanum,
men
tær
hava
ongantíð
allar
verið
savnaðar
aftur síðani.
Tað var Jóannes
Nolsøe, ið var
lærari í Tórs-
havnar Kommunu-
skúla,
sum
vísti á hesar
genturnar, tá
Hjørdis hevði
heitt á hann
um at finna
n
a
k
r
a
r
d u g n a l i g a r
sangarar
í
teimum
lægru
flokkunum.
Tað
var
s o s t a t t
upphavið
til
eina tað mest
f ó l k a k æ r u
føroysku plát-
una við tí væl
kenda fílinum
á
permuni.
Tónleikurin
varð
endur-
útgivin
fyri
nøkrum
árum
síðani
á
fløgu, og tann
fløgan
hevur
selt væl.
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
- Jú for sørin, eg bleiv
ordiliga yvirraskað, tá eg
fekk at vita, at vit
skuldu syngja á festi-
valinum,
sigur
Birita
Ludvíksdóttir Poulsen.
- Eg var stødd niðri í
Danmark, tá eg fekk boð-
ini, og eg og ein vinkona
hjá mær fingu láturkrampa,
tá vit hoyrdu tað, sigur
Birita, tá vit fingu orðið
á hana til eitt stutt prát
aftaná framførsluna.
- Fyrst helt eg, at tað
var ordiliga stuttligt,
men so bleiv tað meira
alvorligt, tá vit fóru at
venja. So eg var faktiskt
rættiliga nervøs undan
konsertini, sigur Birita
Ludvíksdóttir Poulsen.
- Fólk vóru glað og
sungu við á øllum sangun-
um. So tað var ordiliga
cool, sigur ein sera fegin
Birita eftir framførsluna
á spæliplássinum í Syðru-
gøtu.
Hon minnist aftur á tíð-
ina, tá plátan kom út í
Føroyum, og gjørdist ein
tann størsta landaplágan,
menn vita um at siga.
- Vit vóru rættiliga
anonymar, tí tað vóru ong-
ar myndir av okkum á
plátuni, sigur Birita.
Tær vórðu tískil ikki
steðgaðar á gøtuni av
fólki, ið vildu heilsa
uppá tær og hava tær at
skriva ein autograf á
plátuhúsan tá í sjeyti-
árunum. Men kanska tað fer
at broytast nú.
Nr. 136 - 20. juli 2005
3
Fríggjakvøld
kl.23.24
-Tað besta er Limp Bizkit
og Eminem ella meinar tú
bara
bólkarnir
her
á
festivalinum?.
Á
festivalinum er tað 200,
sum vit gleða okkum mest
til. Teir eru ordiliga
coolir.
8 ára gamli Hallur úr
Klaksvík og 9 ára gamli
Bogi úr Havn eru rørandi
samdir, tá vit spyrja teir
á Gøtusandi, hvør besti
tónleikabólkurin er á G!
Festivalinum.
-Her
er
ordliga
stuttligt at vera. Her er
góður tónleikur, og tað er
eisini
mega
stuttligt
at
vera
á
spæliplássinum, siga teir
báðir vinmenninir.
Hóast
klokkan
nærkast
midnátt fríggjakvøldið eru
hvørki Hallur ella Bogi
troyttir. Teir báðir ætla
at vera leingi uppi í
kvøld.
-Vit fara í hvussu er at
vera uppi til klokkan tvey
ella trý í nátt. Rekordin
hjá okkum at vera uppi er
til
klokkan
fýra
um
náttina, so vit klára at
vera uppi leingi afturat,
siga teir avgjørdir.
.páll
Tónleikur
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
- Eg bleiv heilt kløkk, tá
eg hoyrdi, at vit skuldu
spæla á G! festivalinum.
Eg helt heilt einfalt, at
tað var ein joke. Men
hetta var sera stuttligt
at royna segði Majfríð
Jacobsen, ið er ein av
gentunum hjá Hjørdis.
Hon leggur afturat, at
meðan tað hevur verið
stuttligt at venja saman
við gentunum aftur, hevur
tað
samstundis
eisini
verið tíðarkrevjandi.
- Eg havi ikki sungið
nakað serligt, síðani vit
góvu hasa plátuna út, men
eg havi sungið eitt sindur
í kóri, sigur Majfríð um
hennara
tónleikaliga
virksemi síðani plátuna.
Men hvussu var tað hjá
einari 10-11 ára gamlari
gentu at vera við á eini
útgávu, ið var so væl
móttikin.
- Tá hildu vit sjálvandi,
at
tað
var
ordiliga
spennandi at vera við á
einari
plátu,
sigur
Majfríð, tá vit spyrja
hana, hvussu hon upplivdi
at vera við á útgávuni sum
10-11 ára gomul genta í
Havn.
Majfrí› Jacobsen:
Eg gjørdist heilt kløkk
Birita Ludvíksdóttir Poulsen:
Eg fekk láturkrampa
200 er ta› coolasta
Hjørdis og genturnar:
Fyrstu fer› á palli eftir 28 ár