Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 26. juli 2005 21 Hjálparfólk søkjast Sandavágs kommuna søkir eftir hjálparfólkum til fyribils og tíðaravmarkað størv til Sóljugarð. Talan er um: • Eitt fulltíðar starv við møguleika at arbeiða niðursetta tíð, t.d. 35 ella 30 tíma viku, til vøggustovu at byrja 15. august ella eftir avtalu. • Eitt barsilsvikariat á 30 tíma viku til vøggustovu at byrja 1. september. • Eitt 25 tíma starv til frítíðarheimið at byrja 15. august ella eftir avtalu. Barnagarðurin er í 5 eindum við vøggustovu, barnagarði og frítíðarheimi. Stovnurin er vanliga opin frá kl. 7.30 til 17.00. Í dagliga arbeiðinum leggja vit m.a. stóran dent á: • Trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum • At seta okkum inn í støðuna hjá tí einstaka barninum • At skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn • At hava gott samstarv bæði við starvsfólk og foreldur. Vit hava sera góðar umstøður, bæði uttandura og innandura. Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Føroya kommunala Arbeiðsgevara- felag og fylgir lønarstigunum frá 1 til 15. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Caritu Björklund, leiðara. Umsóknir saman við upplýsingum um royndir og møgulig- um viðmælum skulu vera Sandavágs kommunu ella Sóljugarði, 360 Sandavágur, í hendi í seinasta lagi 11. august 2005. Viðmerk á brævbjálvan: »Hjálparfólk«. Fólk, ið hava sent umsókn í juni/juli í sambandi við, at vit hava søkt eftir námsfrøðingum, verða tikin við. Onnur, ið fyrr hava søkt, eru vælkomin at venda sær til okkara og vísa til áður senda umsókn. VINNUMÁLARÁÐIÐ Avloysari fyri leiðsluskrivara í barnsburðarfarloyvi Vegna starvsfólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir leiðsluskrivara til Vinnumálaráðið at byrja 12. september 2005 og í uml. 12 mánaðir fram. Arbeiði fevnir um: • Landsstýrismannaskrivari • Dagføringar av heimasíðuni • Fyrifallandi skrivstovuarbeiði, t.d. • rættlestur • málsavgreiðsla • journal og postavgreiðsla Vit hugsa okkum, at tú hevur: • skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving • hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt • kunnleika til EDV á brúkarastøði • góð samstarvsevni Vit bjóða: Eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí um- framt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsóknir Umsóknir við prógvum, viðmælum o.ø. verða sendar til: Vinnumálaráðið Postrúm 377 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. august 2005. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið á telefon 35 60 60. Sjúkrarøktar- frøðingur til B8 Eitt fast starv á 0,8 brøk í skiftandi vaktum, er leyst til setan frá 1. september 2005 ella eftir avtalu. Arbeiðsøki er í høvuðsheitum: • røkt og viðgerð til kardiologiskar sjúklingar • deildin hevur pláss til 12 sjúklingar Vit kunnu bjóða • innleiðslu og upplæring • arbeiðið er fjølbroytt og tær nógvu avbjóðingarnar gera størvini sera spennandi Krøv til umsøkjarar • prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga í røkt og viðgerð av cardiologiskum sjúklingum • góð samstarvsevni Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava • cardiologiskar royndir • cardiologiska eftirútbúgving Løn- og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar- málaráðið. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Heidi B. Rasmussen varaleiðara telefon 304500, lokal 6068 ella lokal 6008 ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102 e-post asap@lsh.fo Umsóknarfreistin er 10. august 2005 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn merkt »umsókn til starv« við CV, avrit av prógvum, autorisatión, viðmælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Lønar og starvsfólkadeildin att. Una Fagraberg FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«. Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn www.sosialurin.fo