Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Tað er vist, at ein persónur sum er millumlið og skilir báðar partar betur kann greiða frá, hvussu støðan er. Eg kenni bæði danir og føroyingar, og eg trúgvi, at ein dani hevur lættari við at náa - ella treingja ígjøgnum hjá tí donsku stjórnini enn ein føroyingur - ja, tað eri eg vísur í, sigur nýggja ríkisumboðið, sum eisini sær tað sum sína uppgávu at gera samstarvið millum danir og føroyingar lættari sum heild, til dømis tá tað kemur til fyrisitingarligar uppgávur. - Vit hava nógv samstarv á øllum møguligum økjum landanna millum. Eitt nú Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið - tað kunnu vera trupulleikar við samskiftinum - kanska við sjúklingum, sum skulu av Landssjúkrahúsinum til Ríkissjúkrahúsið til dømis. Smálutir kunnu seta kílar í millum og órógva sam- starvið. Misskiljingar av ymiskum slagi, sum standast av, at danir kanska ikki kenna til føroysku mentanina. Tað er til dømis mín fatan, at tað skal nokkso nógv til, áðrenn føroyingar klaga, meðan danir eru vanir við at blaka alt á borðið beinanvegin, sigur Søren Christensen og leggur aftrat: - Eg síggi tað sostatt eisini sum mína uppgávu at vera "maðurin við olju- kannuni", sum fær tingini at glíða eitt sindur lættari í samstarvinum millum Føroyar og Danmark. Hattin av fyri tunlunum Søren Christensen heldur, at tað ofta kundi verið størri forstáilsi millum partarnar og manglandi vitan um Føroyar førir summar tíðir til politiskar trupulleikar. - Eg haldi ikki, at danir vita serliga nógv um føroysk viðurskifti, og teir vísa ikki serliga stórt forstáilsi fyri serføroyskum viðurskiftum. Eitt nú í fjølmiðlunum og tá fólk tosa sína millum hava tunnilbygging og vega- bygging verið umtalað, sum nakað, sum er óneyð- ugt. Tað er sjálvsagt tí, at fólk ikki skilja, at støðan í Føroyum er annaðleiðis enn í tí flata Danmark, sigur Søren Christensen og leggur aftrat: - Tað er av avgerðandi týdningi, at infrastruktur- urin í Føroyum verður bygdur út, og eg taki hattin av fyri tí, sum er gjørt á tí økinum í Føroyum. Hann samanber støðuna við Noreg, og heldur at tað er størri forstáilsi í Oslo fyri at Norðurnoreg hevur tørv á vegum og tunlum, enn tað er í Danmark fyri tílíkum serføroyskum tørvi. Hetta er ein týdningarmiklil partur av uppgávuni sum ríkisumboð - at formidla føroyskan politik í Dan- mark og greiða frá føroysk- um viðurskiftum, so dans- kir politikarir og embætis- menn skilja grundarlagið undir føroyskum avgerð- um. - Tískil er tað tað mín týdningarmesti førleiki, at eg havi royndir við Føroyum. Um eg ikki kendi til føroyska mentan og føroysk viðurskifti, vildi tað helst verið ofta, at eg ikki hevði verið førur fyri at givið eina frágreiðing, sum var serliga góð fyri nakran av pørtunum um, hvat ið gongur fyri seg á tí politiska pallinum og hví, sigur Søren Christensen. Hvussu stóran týdning hava frágreiðingarnar hjá ríkisumboðnum á danska stjórnarpolitikkin? - Tær hava sjálvsagt týdning, men danska stjórnin hevur nógv sam- band við føroyingar á øllum møguligum økjum, so tær eru bara ein partur av samskiftinum, sum ávirkar danska politikkin. Norðurlendski samleikin Umframt at kenna til føroysk viðurskifti gjøgnum sítt starv í donsku miðfyristingini, hevur Søren Christensen havt nógv við føroyskar politik- arar og embætismenn at gera í sínum yrki sum aðalskrivari í Norður- lendska Ráðharrastovn- inum. Her hevur hann millum annað havt nógv við Norðurlandahúsið at gera, eins og hann er limur í umboðsráðnum í Norður- bryggjuni í Keypmanna- havn. - Føroyingar hava sera sterkan norðurlendskan samleika, og tað tykist sum um, at her er eitt stórt ynski um norðurlendskt samstarv. Tað er náttúrligt, tí í Føroy- um eru fá um at loysa nakrar rættuliga stórar trupulleikar, sum eru tengdir at náttúru og øðrum serføroyskum viðurskift- um, og tað er sjálvsagt nógvir fyrimunir við at samstarva við lond, sum hava líknandi trupulleikar - til dømis trupul sam- ferðsluviðurskiftir. Tað eru nógv norðurlond kunnu brúka hvønn annan til - og eiga at gera tað í størri mun, sigur Søren Christen og tekur Smyril Line sum dømi: - Smyril Line hevur gjørt eina góða felags loysn fyri at fáa ferðafólk til norður- lond við sínum pakkaferð- um millum Hetland, Føroy- ar, Ísland og Noreg. Tað er ein loysn, sum gagnar øllum, og vit skuldu kanska havt meira av tílíkum felagsloysnum, sigur hann og leggur dent á Norður- landahúsið, sum eitt portur til útheimin. - Norðurlandahúsið er somuleiðis við til at lata Føroyar upp fyri umheim- inum og umheimin upp fyri Føroyingum, og eg haldi veruliga, at tað gevur góða meining, at tað liggur í Føroyum, sigur Søren Christensen, ið gleðir seg til at koma til Føroyar at búgva. - Eg havi vinfólk her, og mær dámar væl náttúruna - mær hevur altíð dámt sera væl í Føroyum, og eg gleði meg til at flyta hagar - tú kanst siga, at tað er eitt slag av dreymastarvi. Nr. 142 - 28. juli 2005 25 gar Søren Christensen hevur seinastu árini starvast í uttanríkismálaráðnum, og áðrenn tað hevur hann millum annað verið aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum og aðalskrivari í Norðurlanda Ráðharrastovninum. Hann kennir tískil nógv til Føroyar - eisini í norðurlendskum høpi. Harumframt hevur hann drúgvar royndir í donsku miðfyrisitingini og við kommunal- og amtspolitikki. Blá bók Søren Christensen Føddur 31.10.1940 1964 Giftur við Inge Christiansen, fødd 22.10.1940 1968 cand. jur frá Lærda Háskúlandum í Keypmannahavn Størv 1968-71 Skrivari í skrivstovu yvirborgarstjórans 1968-72 1971-73 Varaskrivstovustjóri smst. 1973 Skrivstovustjóri hjá Randers Kommune 1979-86 Kommunalstjóri í Randers 1986 Aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum 1988-94 Fyrisitingar- og starvsfólkaaðalráðið 1994-96 Stiftsamtmaður yvir Keypmannahavnar stift og statsamtmanður yvir Keypmannahavnar amti 1997-03 Aðalskrivari fyri Norðurlanda Ráðharrastovnin 2003 - Kommiteraður í uttanríkismálaráðnum og umboð fyri ráðharran fyri norðurlendskt samstarv. Nevndararbeiði o.a. 1984-86 Formaður fyri "Kommunaldirektørforeningen i Århus Amt" 1985-86 Næstformaður fyri "Kommunaldirektør- foreningen i Danmark" 1986-88 Formaður fyri nevndina í I/S Datacentralen 1986-90 Limur í nevndini fyri "European Institute of Public Mangement" og fyri "Danmarks Forvaltningsskole" - formaður frá 1990. 1988-94 Formaður fyri "Centralrådet for Statens Samarbejdsudvalg" 1988-94 Formaður fyri lønarráðnum 1988-94 Dómari í Arbeiðsrættinum 1988- Formaður fyri "Udetillægsnævnet" 1990-92 Limur í nevndini fyri ATP 1994-96 Næstformaður í nevndini fyri "A/S Datacentralen" FAKTA