Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 142 - 28. juli 2005 - Tað stóð nógv á ta einu løtuna, eg fór fram í bátin eftir, at vit høvdu tikið avgerðina um at steðga, sigur John Erik Frederiksberg, sum saman við Fróða Waag og tveimum øðrum norðoyingum royndi at rógva úr Føroyum til Hetlands. Í samrøðu við Sosialin greiða teir báðir frá, hvussu teir høvdu tað, og hvussu avgerðin um at gevast varð tikin SAMRØÐA Myndir: Privatmyndir Tekstur: Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fýra mans sita í yvirlivilsis- draktum umborð á Hav- renningi slakar 20 fjórð- ingar úr Hetlandi. Tað er bølaniða og nógvur vindur. John Erik Frederiksberg, Fróði Waag, Símun Esmar Vágsá og Livar Nysted sita allir fýra og umhugsa støðuna, sum nú er íkomin. - Avtalan, áðrenn vit fóru avstað, var, at um vit noydd- ust í yvirlivilsisdraktirnar, og vindurin fór upp um 15 metrar um sekundið, skuldu vit gevast, siga teir báðir John Erik og Fróði, sum Sosialurin hevur sett stevni. Teir sita í draktunum náttina yvir og royna sum frægast at andøva. Móti morgni batnar veðrið mun- andi, og teir fara úr aftur draktunum og setast aftur at rógva. Tveir mans rógva og tveir hvíla. Sætta hvønn tíma samskifta teir við MRCC støðina í Føroyum, og nú er aftur tíð at seta seg í samband við støðina. - Vit søgdu tað sama hvørjaferð. Allir hava tað gott, tað gongur seint, men alt gongur væl. Tá vit so tosaðu við MRCC hendan morgunin, segði eg, at tað var sjaskut. Teir spurdu beinanvegin, um teir skuldu senda bát ímóti okkum, greiðir Fróði frá. Um hetta mundið eru teir fýra føroyingarnir staddir 18 fjórðingar úr landi. - Tað mundi ikki ganga nógv meira enn fimm min- uttir, frá tí at Fróði hevði tosað við MRCC, inntil vit sóu tyrluna frá Shetland Coastguard uppi yvir okkum, sigur John Erik. Teir høvdu alla neyðuga útgerð umborð, og teir hoyrdu samskiftið, sum gekk fyri seg millum tyrl- una og Shetland Coast- guard. Teir hoyrdu sostatt, at tyrlan leitaði eftir teim- um. Og bátur var eisini á veg út ímóti teimum. - Vit settu okkum so í samband við teir og spurdu, hvat hetta gekk út uppá, tí um hetta mundið høvdu vit ikki sagt nakað um, at vit ætlaðu at gevast. Bara nevnt, at tað var nakað sjaskut í sjónum, greiðir Fróði brosandi frá. Svarið teir fingu var, at tey vildu bjóða teimum eitt sleip. Tyrlumanningin frá- ráddi teimum at rógva longri, tí veðrið fór at versna aftur. Tung avgerð Við konum og børnum í huga tóku teir avgerðina saman um at gevast við royndini. - Tað var ein forferdilig avgerð, sigur John Erik og heldur fram, at hann fór eina løtu fram í bátin at hugsa um hetta. - Tá stóð nógv á mær, kann eg gott viðganga, tí tað var óluksáliga hart at gevast so nær við, sigur hann . Fróði heldur fram, at avgerðin var einmælt sam- tykt, hóast tann eini av teimum eina løtu hevði hug at halda fram. - Tú gevst ikki, tá tú sært land, tí tú ikki tímir, sigur hann avgjørdur á málinum. John Erik sigur, at hann hugsaði nógv um, hvat fólk mundu fara at siga, at teir góvust so stutt frá málin- um, men hann leggur dent á, at ikki eitt øvugt orð er fallið um tað. - Vit hava bara fingið jalig orð, síðani vit komu aftur, og tað hevur fløvað, siga teir báðir. Sjálvsøkið Teir báðir rógvararnir skava ikki út yvir, at tað var sjálvsøkið av teimum at gera ein slíkan túr. - Tað er ikki konu og børn, tú fyrst og fremst hugsar um, og sætt í bak- spegilin í dag duga vit væl at síggja, hvussu torført tað hevur verið hjá teimum heima, meðan vit hava fyri- reikað hendan túrin og ikki minst, meðan vit vóru burtur. Men báðir siga teir eisini, at konurnar helst hava vitað Hetlandsrógvarar: Vit gera tað ongantíð aftur Áðrenn teir fóru úr Føroyum, avtalaðu teir, at um tað gjørdist neyðugt hjá teimum at fara í yvirlivilsisdraktirnar, skuldu teir gevast Í dýrdarveðri løgdu teir fýra frá landi. Teir høvdu als ikki roknað við, at veðrið fór at vera so vánaligt, tí forsøgnin segði nakað annað