Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

tað frá byrjan av, at tá teir høvdu sett sær hetta fyri, so fór tað eisini at verða. Prátið um hetta bragdið byrjaði av álvara í 2001, tá Nevið Reyða vann føroya- meistaraheitið. Tann mann- ingin tosaði nógv um at rógva til Hetlands tá, og tað vóru eisini fleiri av teimum, sum gjørdu eina roynd fyri tveimum árum síðani við Norðoyingi. Tann royndin eydnaðist ikki so væl. Fyrst og fremst tí tað var liðið alt ov langt út á ári, og eisini tí teir vóru alt ov nógvir mans umborð. - Kona mín visti longu tá eg segði tað fyri henni í 2001, at har var onki at gera. Hon risti bara við høvdinum, minnist John Erik afturá. - Vit gjørdu jú ímóti viljanum hjá teimum, sum vit eru góðir við. Og vit hugsaði ikki mest um familjuna, má eg siga, heldur Fróði. - Men tað var jú kortini familjan, sum vísti seg at vera høvuðsorsøkin til, at vit góvust, skoytir John Erik álvarsamur uppí. Mest ekstrema Bæði John Erik og Fróði eru samdir um, at rógvingin til Hetlands er tað mest ekstrema, sum teir báðir nakrantíð hava gjørt. Nógvar grensur vórðu fluttar, og menninir funnu útav, hvussu langt tolsemi hjá teimum kann røkka. - Longu aftan á tveir dagar kundi eg lippa og hugsa, hvat fanin havi eg gjørt? Sat har í vátum klæðum, ongan svøvn, keðiligt veður, mótvind í eina heila viku, somu menn og so framvegis. Tá skal eg blankt viðganga, at var ein fylgibátur við okkum, so hevði eg lopið í hann, greiðir Fróði frá. John Erik nikkar og byrjar at hugleiða um bragdið, sum Ovi Joensen, sáli, framdi fyri skjótt 20 árum síðani. - Tað vóru trý fólk, eg hugsaði um í bátinum. Konu mína, sonin og Ova. Hann var einsamallur í 42 samdøgur á víðopnum havi. Vit høvdu hóast alt hvønn- annan at styðja okkum til, og vit lyftu hvønnannan upp, tá ein hevði niðurtúr. Men hvør mundi gera tað fyri Ova, spyr John Erik hugsunarsamur. Fróði legg- ur afturat, at túrurin til Hetlands hevur gjørt, at teir betur duga at ímyndað sær, hvussu ekstremt bragdið hjá Ova í veruleikanum var. Teinurin er rógvin Teir báðir, Fróði og John Erik, fara ikki at royna aftur at rógva til Hetlands. Sum teir síggja tað, hava teir róð teinin. - Eg fari so ikki at rógva 180 fjórðingar aftur fyri at klára 18, slær hann fast, men leggur tó afturat, at hann vónaði innast inni, at teir fóru at klára tað, tí sonurin helt tað vera so spennandi, at pápin fór at royna at rógva til Hetlands. Á borðinum framman fyri Fróða og John Erik liggur eitt lítið flagg. Bláur dúkur og hvítur krossur. Tað hetlendska flaggið, sum teir skuldu brúka, tá teir komu til Hetlands við Hav- renningi. - Tað var lort, at vit ikki fingu hatta flaggið upp, ha? spyr John Erik og hyggur upp á Fróða. Hann nikkar og smílist. Teir fýra eru: Fróði Waag úr Klaksvík, 30 ára gamal og lesandi. Giftur við Rósu, og tey eiga Mariu, sum fyllir tvey ár í næsta mánaði. John Erik Frederiksberg úr Klaksvík, 34 ára gamal og sjómaður. Giftur við Doru og tey eiga Andrias, sum er tíggju ára gamal. Livar Nysted úr Hvannasundi, 34 ára gamal og arbeiðir á Føroya Bjór. Giftur við Svannu og tey eiga fýra børn: Jóna fimtan ár, Joan seks ár, Tóra fýra ár og átta mánaðar gomlu Ronju. Símun Esmar Vágsá úr Klaksvík, 29 ára gamal og sjómaður. Nr. 142 - 28. juli 2005 27 Fróði Waag við einum góðum skerpitjógvi, sum kom væl við hjá teimum á túrinum Sætta hvønn tíma vóru teir í sambandi við MRCC støðina í Føroyum. Her er tað John Erik Frederiksberg, sum tosar við støðina Fýra troyttir mans umborð á hetlendska bátinum, sum sleipaði Havrenning til Aith. Frá vinstru: Símun Esmar Vágsá, John Erik Frederiksberg , Fróði Waag og Livar Nysted. Havrenningur bleiv sleipaður inn til Aith. Júst hvat fer at henda við bátinum nú, er ikki vist, men fyri fyrst verður hann standandi í Hetlandi Mynd: Dánjal Jákup Meinhardtson