Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 45

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2005 45 Reingerðarfólk Vøggustovan og Barnagarðurin á Konmansmýru søkir eftir tveimum reingerðarfólkum, at arbeiða í einum toymið á 3 fólk. Størvini skulu setast umleið 17. august 2005. Arbeiðstíðin er í miðal 14 tímar um vikuna, megin partin eftir klokkan 17.00. Løn sambært sáttmála við Havnar Arbeiðs- kvinnufelag. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til leið- ararnar á tlf. 317878 ella 313131. Umsóknarfreistin er úti 15. august 2005 og hava tit onki hoyrt aftur áðrenn 1.september 2005 eru størvini sett øðrum umsøkjarum. Umsóknir og møgulig viðmælir skulu sendast til: Vøggustovuna og Barnagarðin á Konmansmýru Hoyvíksvegur 41 B · FO-100 Tórshavn Røktarstarvsfólk Runavíkar kommuna søkir eftir røktarstarvsfólki til Heimið á Mýrunum í Runavík. Talan er um fast starv í niðursettum brøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Krøv til røktarstarvsfólkið • hevur prógv og góðkenning innnafyri sítt fak • hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum • hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk • hevur góð samstarvsevnir • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búfólkunum • er nýhugsandi og hevur hug og árræði at skipa fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku Vit kunnu bjóða: • eitt starvsumhvørvi, har tú kenst gera tína áskoðan galdandi og vera við til at menna umsorgan og røkt • góða innleiðslu • undirvísing • góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og ígongdsetandi evni • eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, hvar ið hvør einstakur kann kenna seg væl. Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmála ímillum viðvkomandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Unn Justinussen, leiðara á tlf. 443065 ella 477080. Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til: Heimið á Mýrunum Mýravegur 26 620 Runavík Umsóknarfreist: 15. august. KUNNGERÐ um ferðslu á ólavsøku 2005 Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag 28. og 29. juli frá kl. 14.00 til næsta morgun kl. 08.00 verða hesar broytingar í ferðsluni: Bilferðsla er ikki loyvd eftir Kopargøtu, á Áar- vegnum og niðan á Vaglið, í N. Finsensgøtu frá Vaglinum og niðan til AUTO, ella í Mylnugøtu. Parkering er heldur ikki loyvd á hesum økjum. Vanlig bilferðsla er ikki loyvd tvørtur um Niels Finsensgøtu á vegamótinum Bøkjarabrekka/- Steinatún, undantikin eru hýruvognar, Buss- og Bygdaleiðir. Um hetta vegamóti gongur støðugt nógv fólk, tí má koyrast við størsta varsemi. Í Niels Winthersgøtu, í Steinatúni og í Bøkjara- brekku er loyvt hýruvognum at søkja hýru. Meðan kappróðurin fer fram ólavsøkuaftan, er Eystara Bryggja stongd fyri vanligari bilferðslu frá Kongabrúnni til Jónas Broncksgøtu frá kl. 14.00 til kl. 19.00. Á parkeringsøkinum á Bursatanga er ikki loyvt at parkera frá 27. juli kl. 20.00 til 29. juli kl. 09.00. Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn er stongd fyri vanligari bilferðslu. Ólavsøkudag, frá kl. 10.00 til kl. 14.00, verður øll ferðsla um Vaglið órógvað og ikki kann roknast við, at koyrandi verður eftir Mylnugøtu,Áarvegnum um Vaglið v.m. vegna skrúðgongu úr Føroya Løgtingi í Dómkirkjuna og aftur. Tórshavn, hin 22. juli 2005 POLITIIÐ Lýsið við brúktum bilum