Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 25 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 186 - 28. september 2000 Nr. 186 - 28. september 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Føroysku U–16 dreingirnir vóru sera vónbrotnir miku- kvøldið. Í Gemert, sum liggur einar fjøruti kilomet- rar uttanfyri Eindoven í Hollandi, taptu Føroyar fyr- sta dystin í EM undankapp- ingarumfarinum 1–0. Mót- støðulandið var Hvítaruss- land, og einasta málið kom, tá klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leik- tíðina, sum er tvær ferðir fjøruti minuttir. Hvítarussararnir myndað- u álop í vinstru, ein langur bólturin varð sendur tvørtur um, og úr brotsteigarma rk- inum varð smekkað í hand- ara stólpan og í málið. 1–0 til Hvítarussland, føroying- arnir góvu bóltin upp á mið- jum vølli, og so bríkslaði dómarin fyri at dysturin var liðugur. Væl skipaðir Úrslitið boðar frá, at tíðin er farin, tá føroysk ung- dómslandslið hvørja ferð eru kanónføði úti í stóru verð. Nú er málið at fáa mál og at vinna stig, men tað tykist ganga eitt sindur striltið. Jógvan Marin Olsen hev- ur høvuðsábyrgdina fyri øll- um teimum yngru landslið- unum. Hann er ferðaleiðari í Hollandi. Mattias David- sen er venjari hjá u–16 dreingjunum. Hjálparven- jari hjá honum er Pætur Clementsen. Mikukvøldið høvdu vit Jógvan Martin Olsen í telefonini: – Okkara dreingir vóru væl skipaðir, og serliga í 1. hálvleiki vóru teir leikliga omaná. Teir spældu fótbólt og sparkaðu lítið. Tíverri vóru teir so óhepnir, at verjukrumptappurin, Rani D. Christiansen, longu í 7. minuttinum noyddist av vøllinum. Hann hevði fin- gið ein snudd í knæið, og tað er óvist, um hann verður við í teimum báðum dyst- unum, sum eru eftir. Jógvan Martin greiðir frá, at føroyingar høvdu tveir stórar møguleikar at fáa mál. Miðskeiðis í 1. hálv- leiki vóru tað Ingi Højsted og Jann Ingi Petersen, sum eftir miðásinum myndaðu eitt álop. Jann Ingi stakk bóltin til Bjarna Jørgensen, sum gjørdist blankur í brots- teiginum, men málverjin bjargaði. – Longu tá seinna um- farið bara var tveir minuttir gamalt, tiltuskaði Bjarni Jørgensen sær ein góðan møguleika, sum ikki gav ta úrtøku, sum átti at komið burturúr. Bjarni sneiddi tríggjar av sær, áðrenn hann stakk bóltin ímillum beinini á aftasta manninum og gjør- dist einsamallur við mál- verjanum. Tíverri fór bólt- urin við síðuna av málinum. Jógvan Martin heldur, at mótstøðuliðið, sum var ski- pað eftir 4–4–2 spælihátt- inum, hevði bóltin meiri í 2. hálvleiki. Teir spældu við longum sendingum, og teir løgdu nógvar bóltar innfyri U–16 dreingirnir vóru vónbrotnir Niðri í Hollandi skoraði Hvítarussland einasta málið, tá vanliga leiktíðin var væl og virðiliga farin málið, men teir vóru ikki serliga vandamiklir. Mál- leysi javnleikurin tóktist vera bjargaður, og so var tað, at stigið glapp føroyska liðnum av hondum. Vertirnir eru á skránni Føroyska liðið skal spæla aftur í kvøld. Tá verður Hol- land mótstøðuliðið. Dyst- urin verður spældur á einum staði, sum kallast FC Schijndel. Holland spældi mikukvøldið fyrsta dystin á sama staði, har Føroyar og Hvítarussland spældu. Mót- støðuliðið hjá Hollandi var Ísland. Úrslitið var 1–1, og tað vóru íslendingarnir sera fegnir um. Holland hevði stóra yvirvág í 1. hálvleiki, men teir megnaðu ikki at fáa mál burturúr møguleik- unum. Í 2. hálvleiki var yvirvágin uppaftur størri, og tá fekk Holland eitt mál. Íslendingarnir vóru treiskir, og í yvirtíðini fingu teir løn- ina. Tá bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Ísland, og so var úrslitið 1–1. Føroyar skulu spæla ímóti Íslandi leygardagin. Ímóti Hvítarusslandi sá liðið soleiðis út: Sámal Jó- han Samuelsen, EB/ Streymur – Rókur F. Jesp- ersen, HB, Áki Petersen, ÍF, Rani D. Christiansen, HB (Marni Djurhuus, EB/ Streymur, 7.), Aksel Peter- sen, B68 – Hanus Eliasen, ÍF, Jann Ingi Petersen, lið- formaður, B68, Ingi Høj- sted, B36, Rasmus Nolsøe, TB – Mortan Johannesen, B36 (Magnus Skoralðíð, LÍF, 58.), Bjarni Jørgensen, HB (Andy Olsen, NSÍ, 75.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Ann- finn í Bartalsstovu, GÍ, Bjarki Danielsen, NSÍ, Hans Pauli Samuelsen, EB/ Streymur og Eli Thorsteins- son, HB. Umframt venjaran, hjálp- arvenjaran og ferðaleiðaran eru í u–16 landsliðsferða- lagnum Leif Egholm, sum er liðleiðari, og Fanny Krus- e, sum er fysioterapeutur. Nógvir, sum liva av at selja og keypa fótbóltsspælarar, fylgja EM undankapping- arbólkinum í Hollandi. Millum hesar er Jákup í Stórustovu. JH Bjarni Jørgensen átti besta føroyska málmøguleikan, men tíverri fór royndin við síðuna av málinum JÁKUP MØRK Tá Manchester United, Lazio og onnur stórfeløg gera tað sama, hví skal FCK so ikki eisini fara í gongd. Stjórin í FCK, Flemm- ing Østergaard, hevur fyrr prógva, at hann ikki er bangin fyri at fara undir nýskapandi ætlanir, og nú tykist tann næsta at vera ávegis. Egna sjónvarpsstøð Danska Tipsblaðið skriv- ar nevnliga, at FCK nú er komið væl áleiðis í ætl- anunum at gera egna sjónvarpsstøð. Tað kann skoytast uppí, at hóast hetta ikki er nakar ríkandi handil hjá teimum feløgum, sum í dag hava egna rás, so verður rokn- að við, at hetta kann kasta nógvan pening av sær í framtíðini. Orsøkin er heilt einfalt tann, at í framtíðini verða sjónvarpsrættindi helst ikki longur seld sum ein samlað vøra, har t.d. TV3 kann keypa øll rættindi til donsku superliguna. Hin- vegin verða tað tey ein- støku feløgini, sum hvørt í sínum lagi selur rættindi til sínar dystir, ella tey velja at standa fyri varp- ingunum sjálvi umvegis egnu sjónvarpsrás sína. Framman undan hes- um, hevur FCK longu eg- na útvarpsstøð. Keypa AGF Nýggja tøknin tykist tó ikki vera einasta økið, sum Flemming Øster- gaard hevur áhuga fyri. Í samrøðu við danska Ekstra-Blaðið vísir FCK bossurin á, hvussu stórar fyrimunir tað kundi givið, um tað var loyvt FCK at keypa partabrøv í øðrum fótbóltsfeløgum, sum eitt nú kreppurakta AGF. Fyribils verður ein slík- ur handil tó av ongum, tí altjóða reglur forbjóða, at sami eigari hevur mun- andi ávirkan í tveimum feløgum í somu deild. Roknað verður nevnliga ikki við, at Flemming Østergaard hevur áhuga í at seta pening í eitt nú AGF, um hann ikki sam- stundis sleppur at hava munandi ávirkan. Orsøkin til bannið fyri slíkum handlum er ótti fyri avtalaðum úrslitum, men hesum er Østergaard tó ikki bangin um. Hann sigur seg ikki kunna ímynda sær, at tvey feløg, har bæði leiðsla, venjari og leikarar taka starv sítt í álvara, høvdu gingið við til slíkt avtalað spæl. Fyribils verður hesin spurningurin tó ikki ak- tuellur, tí lógirnar sum sagt forbjóða slíkum handlum. FCK økist Egin sjónvarpsrás er næsta mál á skránni hjá stórfelagnum, sum meira enn nakað annað hevur prógvað, at eitt fótbóltsfelag er meira enn fótbóltur At Flemming Østergaard er ein maður við stórum ætlanum, tykist hann enn einaferð hava prógvað Felagið hjá Óla Johannesen er framvegis í tungum sjógvi. Fíggjarliga støðan er sera vánalig, og á vøllinum gongst framvegis illa at fáa úrtøku. At avrikini á vøllinum ikki eru í topp varð enn eina ferð sligið fast mánakvøldið. Tá hevði AGF vitjan av botnliðnum úr Haderslev. Úrslitið var 1–1 javnleikur. Tað hevði við sær, at Haderslev tvífaldaði stigatalið upp í tvey. Haderslev kom á odda í 14. minutti, og AGF javnaði í 33. minutti. Bæði málini vórðu stútað. Síðstu løtuna stríddist AGF við tíggju monnum. Hetta var fjórða ferðin í hesum kappingarárinum, at ein av AGF spælarunum fekk reytt kort. Óli Johannesen var ikki á liðnum hesa ferð. Hann var leikbannaður. Í AGF høvdu teir fram- manundan sagt, at tað var lívs neyðugt at fáa øll trý stigini. Men javnleikurin var nóg mikið til í fyrstu atløgu at lyfta teir upp um niðurflytingarstrikuna. AGF hevur tíggju stig. Tað hevur Herfølge eisini, men Herfølge er á støðutalvuni niðanfyri strikuna, meðan AGF er beint omanfyri. Herfølge hevði eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men teir hava ment seg síðstu vikurnar. AGF hevði eina góða byrjan, men nógvu tær seinastu vikurnar hevur tað gingið illa. Í donskum fjølmiðlum hevur teir seinastu dagarnar verið gjørt nógv burturúr, at nú hava spælararnir í AGF fingið at vita, at felagið verður bjargað. Fleiri innanhýsis bólkar eru settir, og hesir arbeiða við at finna út av, hvussu felagið skal skip- ast í framtíðini. Enn er ei- nki komið framum, hvussu peningurin skal fáast til vega. Men lyfti er givið um, at ein loysn heilt skjótt verður løgd á borðið. Sunnudagin skal AGF spæla á útivølli ímóti Vi- borg. OB skal sunnudag- in spæla á útivølli ímóti AB. Mánakvøldið fær Herfølge vitjan av FCK. Tann dysturin verður vístur á TV3+. JH Piltaliðið hjá EB/Streymi vann kappingina um hálvan vøll. Her eru teir avmyndaðir úti á Argjum, eftir seinna finalu- umfarið. Piltarnir eru: Magnusi á Stongum, venjari, Sigtór A. Petersen liðform.úr Vík. Hans Egil Joensen úr Hvalvík. Hall- ur Johannesen málmaður frá Norðskála. Jan Jacobsen og Fróði Larsen av Oyrarbakka. Pætur Dahl, Heini Holm Andersen og Dávur Johannesen av Oyri og Toni Kruse, Hans Tóri Kallsoy og Andras Jacobsen av Eiði Myndina hevur Bergur Johannesen latið okkum Ungir meistarar Í kappingini hjá gentum 12-14 ár gjørdist HB vinnari, eftir at tær høvdu verið á silvurplássinum undan seinna fi- naluumfarinum, sum varð spælt í Klaksvík. Á myndini eru standandi frá vinstru Eyðvør Thomsen (venjari), Linda Weihe, Lilian Hellisdal, Beinta Nolsøe, Kristian D. Simonsen, Ása úr Dímun og Elin Christiansen (venjari). Sitandi frá vinstru eru Malan Ó. Simonsen, Ella Joensen, Randi S. Wardum, Rudi Rasmussen og Hedi Gullaksen Hjá yngru deildunum eru føroyameistarar nú funnir í øllum deildunum. Vit hava fingið myndir av onkrum teirra, og verða tær prentaðar niðanfyri. Eru lesarar, sum eiga myndir av øðrum FM-vinnarum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum AGF verður bjargað Hóast fíggjarliga dimmalættingin verður søgd at nærkast, so gongur tað framvegis striltið at fáa stig til høldar Jákup í europeiska eldin í kvøld Í kvøld skal einasti før- oyingurin, sum framvegis tekur lut í europeisku kappingini, aftur í eldin. Talan er um Jákup Mikkelsen, sum á heimavøllinum í Herfølge skal verja málið, tá AIK Stokholm kemur á vitjan. Útgangsstøðan hjá Her- følge er so mikið góð, at teir verða mettir at vera favorittar at sleppa víðari í kappingini. Fyri fjúrtan døgum síðani var Herfølge í Stokholm. Ta ferðina fór einki mál ígjøgnum hjá Jákupi. Herfølge vann 1–0. Í Eu- ropa Cup hava mál á útivølli stóran týdning, og tí verður mett, at Herfølge eigur at hava góðan møguleika at vera í hattinum, tá teir fríggja- dagin fara at draga um, hvussu liðini skulu hitt- ast í næsta umfarinum í UEFA Cup. Glottin Í Danmark hevur tað tær báðar seinastu vikurnar verið nógv tosað um, at donsku liðini hava staðið seg so vánaliga í Europa Cup. Í fyrrakvøldið var kortini talan um ein glotta. Viborg, sum hevði megnað málleysan javnleik á útivølli ímóti CSKA Moskva, vann 1– 0 á heimavølli og spældi seg harvið víðari í kappingini. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum. So varð spælt tvær ferðir eitt korter longd leiktíð, og tá eydnaðist tað Viborg at fáa eitt mál. Umframt Herfølge fara Brøndby og AB at royna seg í kvøld. Hvørki av hesum liðunum verður mett at hava serligar møguleikar at spæla seg víðari í kappingini. JH Viborg vísti í fyrrakvøldið, at tað ikki stendur so heilt illa til hjá dønum í Europa Cup