Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 143 - 2. august 2005 Stjørnuklárt í Klaksvík Summarfestivalurin byrjar um fáar dagar og nú er klárt at taka ímóti festivalgestum í Klaksvík TÓNLEIKUR dagfinn@sosialurin.fo Nú er Summarfestival- urin í Klaksvík klárur at taka ímóti mongu áhoyrarunum og stóru poppstjørnunum, sum um fáar dagar fara at fylla miðbýin við sangi og tónleiki. Fríggjakvøldið klokk- an 23.00 verður írska heimsstjørnan Brian Mc Fadden á tí stóra pallin- um, og leygardagin fara so stór nøvn sum Anne Linnet, Ana Johnsson, Shaken`Stevnes og Straight Ahead at lata tónarnar runga á Vágs- bønum. Eisini til Summar- festivalin í ár verður nógv til børnini. Leygardagin klokkan 15.00 verður eitt øðrvísi Barna- & Trøllashow har politistar í tyrlu jagstra vælumtóktu trøllini, sum eisini eru á flogi. Framførslurnar verða á trimum pallum og skráin fevnir um nógvan føroyskan og útlendskan tónleik til alla familjuna. Meira um skránna og Summarfestivalin kann síggjast á www.summarfestivalur.fo Ferðsluóhapp í Steinatúni Ólavsøkudagarnar savn- ast nógv fólk í Havn og serliga í Miðbýnum og í Steinatúni, har hýru- vognarnir eisini standa á ólavsøku. Ein hýruvognur bar á ólavsøku við eitt knæ í fólkamongdini í Steina- túni, men førarin varn- aðist ikki óhappið, men persónurin, sum fekk ilt í knæið, boðaði løgregl- uni frá. Løgreglan setti seg í samband við føraran á hýrivoginum, men har var alt sum tað skuldi, men hann hevði bara ikki varnast óhappið. Hetta var eitt av bert tveimum ferðsluóhapp- um á ólavsøku og tað einasta, har persóns- skaði hendi. -do- Sera friðarligt á ólavsøku Løgreglan hevur ikki havt stórmál at taka sær av á ólavsøku, men nakrar vitjanir úti í býnum fyri at hjálpa fólki, ið høvdu rúsað seg ov nógv bleiv tað til og eisini vórðu nøkur hand- tikin ÓLAVSØKA dagfinn@sosialurin.fo Løgreglan hevur ikki havt nøkur stórmál at taka sær av ólavsøku- dagarnar. Í veruleikan- um hevur tað nærum verið friðarligari í so máta, enn vanligar dag- ar. Men 42 ferður fór sjúkrabilur ella løgregla at hjálpa persónum, sum høvdu fingið eina ov stóra kenning og sum tí máttu vakjast ella hjálp- ast til hús. - Bert 8 ferðir bleiv nakar handtikin, segði vakthavandi á Politi- støðini í Havn leygar- dagin, og tað verður ikki mett at vera nógv. Tá vakthavandi hugdi at hagtølunum, so sást, at tað hevur verið frið- arligt ólavsøkudagarnar, hóast nógva koyring og spáking aftur og fram. 12 fólk fingu skaða í døgunum frá 28. til 30 juli og bert 6 fráboðanir um herverk komu inn. - Tað er nærum minni enn vanligar dagar, sigur vakthavandi. Eitt ferðsluhóhapp við persónskaða var og eitt uttan. Eisini hetta verður mett at vera sera lítið, næstan minni enn van- ligar dagar, sambært vakthavandi. Vakthavandi metti, at góða veðrið hevur gjørt, at fólk eru ikki líka skjót at ringja, um tey síggja onkran, sum t.d. hevur fingið ov nógv innan- borða og løgreglan er kanska heldur ikki líka skjót á staðið, sum tá tað er vátt og kalt. Sum heild ein friðarlig ólavsøka hjá løgregluni. Tveir norðmenn komu tíðliga leygar- morgunin í land í Porkeri og fóru síðani beina leið til Havnar. Teir hava róð í árabáti úr Noreg til Føroya RÓGVING DagfinnOlsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir: Leivur Nygaard og Áki Bertholdsen 7. juli fóru teir báðir Tommy Skeide og Olav Lie Gundersen úr Ulsteinsvík í Noreg í árabáti. Teir settu kós móti Føroyum. Teir máttu tó inn í Het- landi síðsta mánadag fyri veður og fóru so síðsta fríggjadag aftur úr Hetlandi og leiðin gekk til Føroya. Klokkan 5:15 leygar- morgunin legði árabáturin Barbara við teimum báðum at landi í Porkeri, tí har var stytst at rógva inn og koma í land og teir vóru sum vera man móðir og troyttir. Annar teirra vitjaði í knappari vend Føroyar eina ólavsøku fyri nøkrum árum síðani og hetta vildi hann fegin royna aftur. Hann segði vinmanninum frá og teir gjørdu so av at rógva til Føroya. Teir gjørdu eisini eina roynd í fjør, men tá eydnaðist ikki at koma vegin fram. Til ber at vitja heima- síðuna www.rororo.no Brekkubrothers høvdu ólavsøkudag eina brakandi fram- løgukonsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Brekkubrothers hava inn- spælt 9 løg og eru hesi tøk á netinum til fría nýtslu á www.brekkubrothers.com Teir hava skrivað 2 løg í part og síðsta lagið er ein skemtilig innspæling av Stórhvalagildinum í vælswingandi samba- og/ella bossanovarútmum. Hetta lag verður lagt á netið seinni, tí lagið er upprunaliga norskt - eftir navnframa Thorbjørn Egner - og enn eru ikki øll loyvi fingin í rættlag. Konsertin íólavsøkudag var ein brakandi succes og rættiliga góður hýrur var á tónleikarum og teimum mongu, ið høvdu leitað sær á framløgukonsertina hjá manningini í Brekku- brothers, ið eru Hans Petur og Trygvi í Brekkunum, Magnus Johannesen og Bjarki Meitil. Brekku- brothers hava spælt eitt sindur í summar og ætla at meira skal verða at hoyra til teirra í framtíðini. Norðmenn róð til Føroya Brekkubrøður í ólavsøkuhýri Teir báðir norðmenninir, sum hava róð úr Noreg til Føroya, vóru móðir og troyttir, tá teir komu vegin fram leygardagin Kl. 5.15 komu Tommy Skeide og Olav Lie Gundersen í land í Porkeri