Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 2. august 2005 13 Eyðolvur R. Petersen hjá ÍF - vunnu nógvar bóltar, men hvørki liðið megnaði at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. ÍF hevði tvey vandamikil fríspørk dygst uttanfyri brotsteigarmarkið. Í fyrra førinum sendi Høgni Zachariasen omanfyri manngarðin og málið, og í seinna førinum sendi Magni á Lakjuni upp um manngarðin, men Sunvard Joensen, sum hevði vunnið kappingina um málverju- sessin hjá GÍ, bjargaði. GÍ, sum hevði broytt spælskipan frá 4-5-1 og til 4-4-2, fekk stóra úrtøku burturúr sínum møguleik- um. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfar- inum fingu teir hol á. Ás- lakur R. Petersen kastaði langt inn úr høgru. Tórður Thomsen í ÍF málinum royndi við nærra stólpan eftir bóltinum, men hann misti, og eftir tvær ferðir aftur og fram smekkaði Hanus Jacobsen, sum var miðvallari í vinstru upp undir nettakið. Fuglfirðingar fullu ikki í fátt, og fyri dystargongdina kendist tað avgerandi, at teir skuldu megna at javna undan hvíldini. Teir royndu at leggja trýst á, og teir vóru framvið í deyðbólts- støðum, tí fleiri fríspørk vórðu dømd ímóti GÍ. Tað var kortini ikki ÍF, men heldur GÍ, sum fekk mál undan steðginum. Súni Olsen sendi eftir miðásinum og fram til Hanus Jacobsen, sum spældi eitt tvey við Poul Arna Jacobsen, ið var undir liðini á Popczynski. Poul Arni spældi aftur til Hanus Jacobsen, sum var púra kaldur, tá ið hann sendi flatt inn við nærra stólpanum. ÍF trupulleikar ÍF legði bragdliga fyri eftir steðgin. Tað galt um skjótt at koma afturíaftur hjá teimum, og teir lógu frammarlaga. ÍF hevði royndir móti GÍ málinum, men tað kendist sum um, at tyngdin og broddurin ikki vóru nóg dygg. Áki Petersen, sum var vongverji í vinstru, hevði fínt langskot, sum GÍ mál- verjin hálvbjargaði, og Sylla sendi upp um, eftir at Emil Nolsøe Leifsson, sum var góður bóltspælari í vinstru á miðvøllinum, hevði lagt innfyri. Tá ið ÍF fekk mál, og tað í eina løtu aftur gjørdist spennandi, var tað Hanus Eliasen, sum vann brots- sparkið. Hans Jørgen Djur- huus, sum er fongur hjá GÍ at hava fingið, framdi brotið, og Gunnar Nielsen, sum hevði avloyst Emil, var tryggur úr ellivu metrum. At ÍF legði meiri fyri í álopspartinum bar við sær, at spentar støður stóðust í báðum endum. ÍF var fleiri ferðir næstan framvið, men sannførandi Atli Gregersen og Kaj Ennigarð, sum hevð í vunnið hitt miðverju- plássið og stóð seg heilt væl, høvdu saman við Jónreid Dalheim og Hans Jørgeni í borðunum tak á. Áslakur R. Petersen syrgdi fyri, at tað koppaði GÍ til fyrimunar. Eftir upp- spæl í høgru og sending frá Popczynski kanóneraði hann av brotsteigarsaman- komingini í høgru og upp í nærra tríkantin, og tveir minuttir seinni var Hanus Jacobsen aftur upp á spæl. Í vinstru gjørdsti hann eftir sending frá Sámali Joensen einsamallur, og framman fyri fegnum bláum og gul- um og vónsviknum reyðum og hvítum á og uttanfyri vøllin staðfesti Hanus sig- urin og samstundis, at hann skal roknast sum ein av lyklaspælarunum í Gøtu. Bæði í GÍ og ÍF fara spælarar nú av land- inum í útbúgvingar- ørindum NÝGGIR ÚTISETAR Jóannes Hansen Hetta er tann tíðin, tá ið ungdómar fara av landin- um í útbúgvingarørind- um. Fótbóltsfeløg plaga at missa fótbóltsspælarar, og soleiðis verður tað nú hjá báðum finalufeløgunum - GÍ og ÍF. Viðhvørt plaga spælarar at ferðast heim í viku- skiftunum at spæla fót- bólt. Um tað fer at verða soleiðis hjá onkrum spæl- ara, er einki frætt um enn. Men tað er ein veruleiki, at ÍF í hvussu so er missir tveir spælarar, og at ikki færri enn fýra, sum hava verið á GÍ liðnum sein- astu vikurnar, fara av landinum. Fritleif í Lambanum hjá ÍF var longu farin niður, men hann kom heim at hjálpa til í finaluni. Nú fer Eyðolvur R. Petersen, sum í mong ár hevur verið ógvuliga trúgvur og drúgvur í ÍF, av landinum. Miðskeiðis í øðrum hálvleiki í finaluni varð Magni á Lakjuni skiftur út, og í ólavsøkublaðnum boðaði hann frá, at hetta var síðsti hjá honum dyst- ur yvirhøvur í bestu deild- ini. Í Gøtu verður mann- fallið uppaftur størri næstu vikurnar. Sunvard Joensen og Leivur Hansen eru heima í summarfrí, og teir fara skjótt aftur til Keypmannahavnar. Súni Olsen var bara heima og vendi. Hann er longu farin aftur til Aalborg og AaB. Atli Gregersen hevur verið fastur fúsur í mið- verjuni seinastu árini. Í hesum mánaðinum fer hann av landinum í út- búgvingarørindum, verð- ur sagt úr Gøtu. Fleiri siga farvæl nir Tað kom heilt óvart á nýggja stjørnuskotið hjá gøtumonnum, at hann skuldi skora tríggjar ferðir, tí hann hevði ongantíð í bestu deildini skor- að meiri enn eina ferð GÍ Jóannes Hansen Lagið var framúr gott í GÍ leguni eftir trivaliga sigurin á ÍF. Hóast teir ætla sær meiri, enn støðutalvan nú vísir, so eru teir í Gøtu so mikið realistiskir, at teir halda tað fara at verða meiri enn trupult at vinna FM ella silvurkrónur og á tann hátt at bjarga sær atgongd til altjóða upp- gávur. - Tað hevur alstóran týdning fyri GÍ, at vit sleppa út í Europa at royna okkum. Tað hava vit so ofta gjørt, at tað næstan kennist sum, at okkurt restar, tá ið vit ikki eru við í Europa Cup. So hetta mest sum bjaraði okkum kapp- ingarárið, søgdu fegnu gøtumenninir. Ein av teimum, sum flest flokkaðust um at heilsa við avbera góða avrikinum, var mið- vallarin í vinstru, Hanus Jacobsen. Hann skoraði trý mál - tað fyrsta, tað næsta og tað síðsta. Tað er bara eina ferð áður komið fyri í finalum um Løgmanssteypið, at ein og sami spælari hevur skorað tríggjar ferðir. Tað var í 1997, tá ið GÍ vann 6-0 á VB - tað er størsti finalusigurin, sum higartil er vunnin, síðani tað í 1989 varð farið undir kappingina. Ta ferðina skoraði Henning Jarnskor tríggj- ar ferðir, og nú gjørdi Hanus Jacobsen tað sama. - Tá ið eg spældi í piltadeildini, skoraði eg onkra ferðina trý mál. Tað havi eg ongantíð gjørt í bestu deildini. Tað var fantastiskt, at tað eydnaðist mær at skora trý mál. Tað kann ikki annað sigast, enn at eg havi goymt málini inntil finaluna, skemtaði fegni trífaldi málskjútt- in. Hvussu ert tú nøgdur við avrikið? - Vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir. Fyrsta hálva tíman kundi tað fara báðar vegir. Tá ið vit høvdu fingið hol á, haldi eg, at tað var størri tyngd í hjá okkum. 2-0 málið hevði stóran týdn- ing. Í 2. hálvleiki vóru teir noyddir at satsa. Teir fingu eitt mál, og teir høvdu onkran annan møguleika. Men vit høvdu fleiri møguleikar. Málið hjá Áslaki var fantastiskt, og tá ið eg skoraði fjórða málið, var er púra leysur, greiðir 20 ára gamli nýklækti stu- denturin Hanus Jacob- sen frá. Hvussu ber tað til, at tú nú ert vorðin so vandamikil málskjútti? - Tað vóru miðvallar- arnir í borðunum, sum skoraðu øll fýra málini. Áslakur skoraði eitt og legði við innkasti upp til eitt, og eg skoraði hini trý. Hesa ferð spældu vit 4-4-2. Annars hava vit fyri tað mesta spælt 4-5- 1. Tá havi eg verið vongverji og harvið ikki so frammarlaga. Nú hevur Hans Jørgin spælt á tí plássinum. Hann hevur spælt sera væl, og tað hevur havt við sær, at eg havi fingið møgu- leika at spæla longri frammi, og hesa ferð var úrtøkan størri, enn hon nakrantíð hevur verið hjá mær í bestu deildini. Hanus var í serligum ólavsøkuhýri GÍ-ÍF 4-1 (2-0) Finala um Løgmanssteypið Ólavsøkudag,29.juli 2005,kl.16.00 á Tórsvølli Dómarakvartett: Birgir Sondum, Regin Egholm, Jónleif Frederiksen og Georg Rasmussen 1-0: Hanus Jacobsen 35. 2-0: Hanus Jacobsen 43. 2-1: Gunnar Nielsen br 72. 3-1: Áslakur R. Petersen 83. 4-1: Hanus Jacobsen 85. GÍ: 1. Sunvard Joensen - 2. Jónreid Dalheim, 5. Kaj Ennigarð, 10. Atli Gregersen, 18. Hans Jørgin Djurhuus (17. Robert Rzecyeki, 89.) - 6. Áslakur R. Petersen (14. Sam Jacobsen, 86.), 4. Sámal Joensen liðformaður, 9. Súni Olsen, 3. Hanus Jacobsen - 11. Poul Arni Jacobsen (7. Magni Jarnskor, 58.), 8. Krzystof Popczynski Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 15. Poul Henning Jacobsen, 16. Mortan Joensen Gult kort: Áslakur R. Petersen 65., Hans Jørgin Djurhuus 73. Venjari: Krzystof Popczynski Hjáparvenjari: Pauli Jarnskor ÍF: 1.Tórður Thomsen - 8. Fritleif í Lambanum, 18. Rúni Elttør, 30. Símun Eliasen, 2. Áki Petersen - 10. Hanus Eliasen (9. Atli Petersen, 77.), 11. Eyðolvur R. Petersen liðformaður, 17. Høgni Zachariasen, 14. Emil Nolsøe Leifsson (12. Gunnar Nielsen, 59.) - 20. Sylla D. Ahmed, 28. Magni á Lakjuni (4. Bárður á Lakjuni Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 15. Eyðun Ryggshamar, 16.Jacob Kaas Gult kort: Eyðolvur R. Petersen 75., Høgni Zachariasen 82. Venjari: Petur Simonsen Hjálparvenjari: Sonni Jensen FAKTA UM DYSTIN Hanus Jacobsen skoraði trý mál fyri GÍ í steypafinaluni Mynd: Álvur Haraldsen