Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 143 - 2. august 2005 Áskoðarafjøldin varð hildin á pínubeink- inum, áðrenn tað varð staðfest, at árs- talsfelagið hevði framt størsta fót- bóltsbragdið nakran- tíð á Ólavsøku UEFA CUP Jóannes Hansen Tað eydnaðist, men tað tók sína tíð. Ólavsøkuaftan mundu tað bara vera heilt fáu føroysku undantøkini, sum ikki tóku á við og stuðlaðu B36. Eftir stríð og strev og nógvar avhølvingar í trettan ára longu føroysku Europa Cup søguni, eydn- aðist tað endiliga hjá einum felag at spæla seg víðari í næsta innleiðandi umfarið. Hugaligt var tað fyri føroyskan fótbólt og serliga B36, at tað vóru so mong eygnavitni til nýggja blaðið í føroyskari fótbóltssøgu. Allir føroyingar eiga at ynskja B36 tillukku við fína avrikinum, sum tað var at vinna á ÍBV. Men tað gjørdist óneyð- uga spennandi og nerva- pirrandi. Ein hálvur tími restaði, tá ið Bergur Mid- jord skoraði til 2-1. Eftir at Allan Mørkøre hevði vunnið fríspark miðskeiðis á ÍBV hálvuni og eitt sindur í vinstru, sendi Mikkjal Thomassen flatt í ÍBV brotsteigin. Bergur Midjord stakk fótin fram, og bólt- urin broytti kós og smoygdi sær dygst inn við nærra stólpanum. B36 var á odda 2-1, og fagnaðurin var stórur. Leiðslan var hundrað pro- sent uppiborin, og gongdin seinasta hálva tíman átti at borið eitt, tvey ella kanska trý B36 mál afturat við sær. Heimaliðið var leikliga omaná, og fyritreytirnar gjørdust alt betri. ÍBV avrikið mundi vera eitt tað vánaligasta, sum nakað íslendskt fótbóltslið hevur víst í Føroyum. Mann móti manni og í liðavrikinum vóru B36 spælararnir stinnari - takt- iskt, tekniskt og eisini kropsliga. Likamliga styrk- in og skjótleikin plaga at vera tað, sum íslendingar í síðsta enda koppa føroying- um við. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. B36 menn- inir vunnu kanska fýra av fimm nærdystum - bæði á jørðini og í luftini. At tap var í hendi, og at stríðið kendist mest sum vónleyst mundi vera or- søkin til íslendsku frustra- tiónirnar. Fyri býttisligar hevnisøkur mistu teir tveir spælarar, og so var møgu- leikin góður hjá B36 heilt at gera av við ÍBV og at vinna við tveimum ella trimum málum. Tað megnaði B36 ikki. Harvið gjørdist síðsta løtan óneyðuga spennandi og slítandi. ÍBV slepti í verj- uni, og teir vóru einar tríggjar ferðir í nánd av málinum hjá Jákupi Mikk- elsen. Um teir høvdu havt javnað til 2-2, so høvdu tað verið teir í ÍBV, sum høvdu fingið plássið í næsta umfarinum. B36 syrgdi fyri, at ÍBV ikki fekk mál. Men løtan kendist óneyð- uga slítandi. Tað hevði rætt og slætt ikki verið annað enn skandala, um føroyskt lið, sum var á odda 2-1, og sum hevði takið og spældi ellivu ímóti níggju, ikki hevði megnað hesa upp- gávuna. At B36 ikki økti um munin til 3-1 og meiri enn tað komst ikki av, at B36 ikki spældi seg til møgu- leikar at gera mál. Síðstu løtuna høvdu Klæmint Matras og serliga Allan Mørkøre fínar møguleikar, men teir vóru ikki nóg neyvir. Tíbetur vísti tepri sigurin seg at vera nóg mikið til samantaldan sigur. Onkur helt, at um Bergur Magnussen hevði verið á vøllinum, tá ið hann var upp á tað besta, so hevði B36 vunnið við kanska trimum ella fýra málum! Framúr fyrsta løtan Ofta plaga føroysk lið í altjóða uppgerðum ikki at fáa hol á. Trýstið plagar at kennast stórt og úrtøkan at vera lítil. Soleiðis var tað ikki fyrstu løtuna ólav- søkuaftan. Í fyrsta álop- inum legði Niels Joensen innfyri úr høgru, og Allan Mørkøre, sum er heilt væl fyri, smekkaði í kassan aftanfyri eykamálverjan hjá ÍBV, sum avloysti gamla liðfelagan hjá Allani, Birkir Kristinsson, sum er so mikið skaddur, at tað ikki B36 skrivaði søgu B36-ÍBV 2-1 (1-1) UEFA Cup fyrsta innleiðandi umfar 28.juli 2005 kl.18.30 á Tórsvølli Dómarakvartett úr Luksemborg: Luc Wilmes, François Mangen, Guy Rolling og MarioPinto Da Costa 1-0: Allan Mørkøre 1. 1-1: Ian Jeffs 41. 2-1: Bergur Midjord 59. B36: 1. Jákup Mikkelsen - 15. Kenneth Jacobsen, 10. Fróði Benjaminsen, 19. Pól Thorsteinsson liðformaður, 2. Alex Dos Santos - 14. Niels Joensen (17. Heini í Skorini, 85.) , 6. Ingi Højsted, 22. Klæmint Matras, 8. Mikkjal Thomassen - 3. Allan Mørkøre, 20. Bergur Midjord (11. Levi Hanssen, 79.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 21. Magnus Poulsen, 4. Jóhan V. Gunnarsson, 7.Wellington Da Silva Soares, 9. Obele Okeke Onyebuchi, 13. Bárður H. Joensen Gult kort: Ingi Højsted, Bergur Midjord 60., Kenneth Jacobsen 64., Fróði Benjaminsen 72. Venjari: Sigfríður Clementsen Hjálparvenjari: Magni Mohr ÍBV: 1. Hrafn Davidsson - 9. Petur Runolfsson, 5. Bjarni Adalsteinsson, 2. Páll Hjardar liðformaður, 3. Bjarni Vidarsson (18. Andrew Sam, 80.) - 4. Heimir Gudmundsson, 16. Bjarni Einarsson (15. Matthew Platt, 57.), 8. Ian Jeffs, 6. Andri Olafsson - 10. Petur Sigurdsson, 7. Atli Johannsson Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Gudjon Magnusson, 13. Anton Bjarnason, 14. Hilmar Björnsson, 17. Egill Johannsson Gult kort: Heimir Gudmundsson 71. Reytt kort: Petur Sigurdsson 72., Ian Jeffs Venjari: Guðlaugur Baldursson Hjálparvenjari: Huginn Helgason FAKTA UM DYSTIN B36 skrivaði søgu, tá tað eydnaðist at spæla seg víðari í UEFA Cup. Her fegnast leikararnir eftir dystin. Á myndini síggja vit Mikkjal Thomassen og Jákup Mikkelsen, sum hálsfevnast, meðan Kenneth Jacobsen og Allan Mørkøre standa við síðuna av Mynd: Álvur Haraldsen