týsdagur 2. august 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 2. august 2005
19
Ein hornasteinur í
ólavsøkurøðuni hjá
Hanusi Joensen var
útbúgvingarøkið.
Stjórin í Tórshavnar
Kommunuskúla vísti
á, at Føroyar nýta
lutfalsliga minst
tilfeingi upp á
okkara undirvís-
ingarverk sammett
við onnur lond.
SETANIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Øll lond um okkara
leiðir eru samd um, at
besta íløgan til fram-
haldandi
kappingarføri
mótvegis alheiminum og
framhaldandi fólkaræði-
ligari vælverutrygd er ein
vælútbúgvin ungdómur.
Samstundis má ásannast,
at vit, í mun til tey lond,
vit dagliga sammeta okk-
um við, brúka lutfalsliga
minst tilfeingi upp á
okkara undirvísingarverk
og somuleiðis hava fægst
undirvísingartilboð
til
okkara fólkaskúlanæm-
ingar. Ein heldur ivasamur
heiður - í hesum globali-
seringstíðum.
Í dýrdarveðri setti stjór-
in í Tórshavnar Komm-
unuskúla, Hanus Joensen,
ólavsøkuna í ár. Eitt yvir-
skipað evni røðuni hjá
Hanusi
Joensen
var
alheimsgerðingin
og
útbúgvingarverkið. Hann
vísti á, at tað er alneyðugt,
at útbúgvingarverki fær
hægri raðfesting.
-Grundleggjandi treytin
fyri støðugari vælferð í
londum okkara er rætturin
at javnseta útbúgving fyri
øll. At vit hava eina út-
búgvingarskipan,
sum
gevur góða og javnbjóðis
grundútbúgving til børn
og ungdómar og møgu-
leikar til framhaldandi
lestur á hægri stigi kring
allan heimin. Tað, at øll
fáa hollan kunnleika og
viðkomandi útbúgvingar,
tryggjar støðuga vinnu-
menning og møguleikar at
varðveita eitt samfelag,
har
fólkaræði,
friður,
javnrættandi og sosial
trygd valda, segði Hanus
Joensen millum annað.
Raðfestið útbúgving hægri
Tinganes var pakkað við fólki
til kappróðurin á ólavsøku.
Stjórin í Tórshavnar Kommunuskúla, Hanus Joensen, setti
ólavsøkuna í ár
Ein rúgva av fólki leitaðu sær
í Miðlahúsið í Vágsbotni at
hoyra framførslurnar hjá
Sigrid Rasmussen