týsdagur 2. august 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 2. august 2005
29
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Avloysari fyri
leiðsluskrivara í
barnsburðarfarloyvi
Vegna starvsfólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt
eftir leiðsluskrivara til Vinnumálaráðið at byrja 12.
september 2005 og í uml. 12 mánaðir fram.
Arbeiði fevnir um:
• Landsstýrismannaskrivari
• Dagføringar av heimasíðuni
• Fyrifallandi skrivstovuarbeiði, t.d.
•
rættlestur
•
málsavgreiðsla
•
journal og postavgreiðsla
Vit hugsa okkum, at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi
útbúgving
• hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt
• kunnleika til EDV á brúkarastøði
• góð samstarvsevni
Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú
sjálv/sjálvur verður við til at skapa, til tíðir strævið,
men samstundis sera áhugavert og mennandi við
góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið
fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí um-
framt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, viðmælum o.ø. verða
sendar til:
Vinnumálaráðið
Postrúm 377
110 Tórshavn
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin
9. august 2005.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Vinnumálaráðið á telefon 35 60 60.
Røktarstarvsfólk
Runavíkar kommuna søkir eftir røktarstarvsfólki til
Heimið á Mýrunum í Runavík.
Talan er um fast starv í niðursettum brøki. Arbeitt
verður í skiftandi vaktum.
Krøv til røktarstarvsfólkið
• hevur prógv og góðkenning innnafyri sítt fak
• hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum
• hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk
• hevur góð samstarvsevnir
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir
tørvinum hjá búfólkunum
• er nýhugsandi og hevur hug og árræði at skipa
fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku
Vit kunnu bjóða:
• eitt starvsumhvørvi, har tú kenst gera tína
áskoðan galdandi og vera við til at menna
umsorgan og røkt
• góða innleiðslu
• undirvísing
• góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og
ígongdsetandi evni
• eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, hvar ið hvør
einstakur kann kenna seg væl.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmála ímillum
viðvkomandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Unn
Justinussen, leiðara á tlf. 443065 ella 477080.
Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til:
Heimið á Mýrunum
Mýravegur 26
620 Runavík
Umsóknarfreist: 15. august.
Jørð til sølu
Um hóskandi boð fæst er ein mørk í Dali til sølu.
Tlf. 211611