Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 2. august 2005 3 Men harafturat missir hvør skipabólkur ímillum 4 og 11,% av fiskidøgunum aftur- fyri, at fiskitíðin nú skal roknast út í tímum, heldur enn í heilum døgum FISKIDAGASKIPANIN Áki Bertholdsen Aki@sosialurin.fo Næsta fiskiár verða fiski- dagarnir skerdir 2%. Tað er ætlanin hjá lands- stýrinum og tað stendur eisini í uppskotinum, sum Bjørn Kalsø, landsstýris- maður legði fyri tingið ólavsøkudag. Men harafturat verður skipanin gjørd um, so at fiskitíðin hereftir skal roknast út í tímum og ikki í heilum døgum, sum higar- til. Skipanin sum hevur ver- ið, hevur ført til misnøgd í vinnuni, og ført hevur verið fram, at uppgerðarhátturin virkar forðandi, tá fiski- skapurin verður lagdur til rættis og tískil verður tað nú broytt. Fer eitt fiskifar út klokk- an 9 á morgni og verður aft- ur klokkan 11 dagin eftir, verður frameftir roknað við 26 tímum, har tað nú hevði talt sum tveir fiskidagar. Tó verður ein túrur rokn- aður til minst 24 tímar ella ein fiskidag. Ongin broyting verður gjørd í uppgerðini av fiski- døgum fyri fiskiførini í bólki 5, har hvør túrur telur ein fiskidag. Broytingin fer at føra til hægri veiðitrýst. Fyri at forða fyri, at veiðitrýstið skal hækka av hesum, verð- ur skotið upp, at fiskidag- arnir hjá teimum ymsu bólkunum verða skerdir ímillum 4 og 11,% afturat afturat teimum 2%, sum allir bólkarnir verða skerdir við. Annars ætlar landsstýrið at umskipa bólkarnar so- leiðis, at bólkur 3 verður línuskip yvir 110 tons. Bólkur 4 A verður útróð- rarbátar ímillum 15 og 40 tons, bólkur 4 B verður út- róðrarbátar yvir 40 tons, sum royna við línu. Síðani verða útróðrarbátar yvir 40 tons, sum trola, koyrdir í bólk fyri seg, sum skal eita bólkur 4 T. Bólkur 5 verður sostatt útróðrarbátarnir undir 15 tons og partrolar- arnir eru í bólki 2. Samstundis verða fiski- dagar fluttir ímillum bólk- arnar fyri at leggja upp fyri hesum broytingunum. Umframt hetta ætlar landsstýrismaðurin at gera ein kunngerð, sum ger, at útróðrarbátar, sum royna við egningarmaskinu, ikki kunnu royna á innaru leið- unum. Hesi fiskiførini koma tá undir eina líknandi skipan, sum útróðrarbátar yvir 90 tons. Skal loysa seg at taka livur Annars heldur landsstýris- maðurin, at tað er sera týdningarmikið, at alt til- feingið, sum kann vera við til eina virðisøking, kemur til høldar. Nú útlit eru fyri, at livur og innvølir annars kunnu gerast eitt týdningarmikið tilfeingi sum grundarlag undir hávirðisframleiðsl- um, er tað umráðandi, at føroysk skip og virki eru í fremstu røð frá byrjan. Tí verður lagt upp til, at eitt ávíst dagatal fyri bólk- arnar 2, 3 og 4 verður sett av, soleiðis at hesir dagar kunnu tillutast skipum, ið taka livur við til lands. Skotið verður upp, at latnir kunnu verða dagar svarandi til 3% av tillutaða fiski- dagatalinum. Ætlanin er eisini at skerja hjáveiðikvotuna hjá lemmatrolunum av toski og hýsu á innaru fiskidagaleið, skerjast. Í løtuni er hon 48 tons av toski og 48 tons av hýsu fyri hvørt hálvárið í fiskiárinum. Hjáveiðan avmarkast Somuleiðis er ætlanin at avmarka hjáveiðina hjá svartkjaftatrolarunum. Seinastu árini hevur tíð- um verið ført fram, at svart- kjaftatrolararnir hava ov stóra hjáveiðu av botnfiski, serliga upsa. Royndirnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum prógva ikki henda pástand- in, men eitt lágt hjáveiði- prosent kann kortini geva nógv tons av fiski, tí svart- kjaftanøgdirnar eru sera stórar. Fiskimálaráðið fer í heyst at áseta neyvari reglur um svartkjaftafiskiskapin undir Føroyum m.a. so- leiðis, at svartkjaftaskipum ikki verður loyvt at fiska, har sannlíki fyri hjáveiðu av botnfiski er størst. Fiskidagarnir skerjast 2% Nú skulu broytingar gerast í fiskidagaskipanini: Bátar verða umbólkaðir, bátar, sum taka livur, skulu kunna fáa fiskidagar afturfyri og tað skal ikki vera loyvt at trola eftir svartkjafti, at nógv hjáveiða er