týsdagur 2. august 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 143 - 2. august 2005
FM manningin ætlar
at halda fram í
Eysturoyinginum, og
nú er drívmegin, at
teir skulu vinna fleiri
róðrar, enn nakar
annar hevur gjørt
ÓLAVSØKURÓÐURIN
10-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Fyri fyrstu ferð síðani í
1999 eydnaðist tað Eystur-
oyinginum at vinna á ólav-
søku. Tað vóru teir sjálv-
andi ógvuliga væl nøgdir
við.
Eysturoyingur
var
meistari í 2002 og í 2003.
Men tær báðu ferðirnar
vunnu teir ikki á ólavsøku.
Vestmenningur
vann
í
2002, og Havnarbáturin
vann á Ólavsøku í 2003.
Eysturoyingur var suver-
enur í góðveðrinum hós-
dagin. Hann fekk góðan
start. Vágbingur royndi at
bjóða av, men tað var ikki
hugsningur um. Á málinum
var Eysturoyingur leysur av
Vágbinginum, sum rakk
besta úrslitinum í ár. Kapp-
ingin
um
næstfremsta
plássið var rættuliga tøtt.
Tað var ikki leyst til Havn-
arbátin, Nólsoying, Hoy-
víking og Skálabátin.
Árabløðini eru ikki meiri
enn tornað, so eru teir farn-
ir at tosa um, hvussu tað
verður næsta ár. Enn er
langt til Norðoyastevnuna,
sum verður síðsta viku-
skiftið í mai. Men eingin ivi
er um, at teir umborð á
Eysturoyingi ætla sær at
halda fram at kappast, og
teir hava funnið sær nýggj
mál, sum teir ætla at røkka:
– Síðani í 1998 hava fleiri
okkara vunnið fimm FM
heiti. Í áttati árunum vunnu
nólsoyingar seks ferðir. Vit
hava sett okkum fyri at
arbeiða fram ímóti at leggja
upp á síðuna av teimum.
Og so er ætlanin at arbeiða
fram ímóti at vinna fleiri
FM róðrar, enn nakar annar
hevur vunnið í 10- manna-
førum, sigur Hilmar Sam
Lamhauge, bátsformaður á
Eysturoyingi.
Hvussu nógvar sigrar er
talan um?
– Tað hevur verið tosað
og skrivað um hetta. Havn-
ar-báturin var framúr í
sjeyti árunum. Frá tí at tað í
1973 varð farið undir at
kappast um FM eftir gald-
andi skipan, vunnu teir FM
sjey ferðir á rað. Tað var
bara í 1973, at teir vunnu
allar róðrarnar. Sambært
upplýsingum, sum vit hava
fingið frá onkrum, sum
róði tá, so hevur tann, sum
hevur vunnið flestar sigr-
arnar, vunnið 24 ferðir. Um
onkur situr við betri vitan,
so vilja vit fegnir frætta.
Hjá fleiri umborð á Eyst-
uroyingi skulu ikki so
nógvir sigrar til afturat,
áðrenn teir røkka 24 FM
sigrum. Sámal Hansen hev-
ur vunnið 23 ferðir, Ludvík
Justinussen hevur vunnið
20 ferðir, og Hilmar Sam
Lamhauge hevur vunnið 17
ferðir.
Í gjár fór ein av manning-
ini á Eysturoyingi, Gud-
mund Danielsen, á ítróttar-
skúla. Hann verður ikki
aftur fyrrenn í juni næsta ár.
Jón Rosenblad býr fram-
vegis í Danmark, og tað er
kanska eitt sindur ivasamt,
hvussu tað verður við um-
støðunum hjá honum at
rógva. Í løtuni eru allir, sum
vóru við til at vinna FM við
Eysturoyingi, sinnaðir at
halda fram.
Ólavsøkuaftan ljóðaði, at
klaksvíkingar umhugsa at
manna Klaksvíkingin, sum
hevur staðið í neystinum
trý tey seinastu árini, og í
Havnar Róðrarfelag halda
teir, at tað eru vánir fyri, at
tað eftir millumár nú fer at
eydnast at fáa Havnarbátin
fram aftur í oddin.
– Vit halda, at tað er mest
hugaligt at rógva, tá ið
kappingin er stór og tøtt. Tí
er tað hugaligt at frætta, at
tað eru fleiri, sum fara at
leggja nógv fyri. Eg rokni
avgjørt við, at Vestmenn-
ingur aftur fer at vera at
síggja, og tað hevði verið
best fyri kappróðurin, um
fleiri høvdu verið møgulig-
ir vinnarar í øllum róðrun-
um, heldur Hilmar Sam
Lamhauge.
Hann er 27 ára gamalur,
og saman við bátsfeløgun-
um, sum eru úr 35 árum og
niðureftir, hevur hann sett
sær nýggj mál! Eftir suver-
ent ár hjá Eysturoyingi
tykjast fleiri ætla sær at
bjóða
Eysturoyingi
av
næsta ár. Fyri kappróðurin
og kappróðraráhugað er
hetta hugaligt.
Eysturoyingar seta sær nýggj mál
Manningin á Eysturoyingi
vann bæði ólavsøkuróðurin
og FM-heitið í 10-
mannafarsróðrinum. Síðan
1998 hevur Eysturoyingur
vunnið fimm FM-heitið
Mynd: Bárður
Eyðfinn Bjarnastein heldur FM-steypinum hjá Eysturoyingi
Mynd: Bárður