Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 132 - 14. juli 2005 - Hesir bátarnir eru sera arbeiðsligir, sigur Sonfinnur Ellefsen, sum rør út við útróðrarbáti úr Canada. BÁTAR Snorri Brend Miðvágur: Ein av útróðr- armonnunum í Miðvági er Sonfinnur Ellefsen. Hann hevur róð út trý tey seinastu árini, og hevur verið sera fegin um bátin "Bósdalarfossur". Hetta er 42 fót stórur glasfipurbátur úr Canada, sum Sonfinnur sjálvur umboðar í Føroyum. Bátarnir eru sera rúmligir og arbeiðsligir, og tí er helst ikki uttan orsøk at seks slíkir bátar longu eru í Føroyum. Og fleiri eru á veg. - Tann sjeyndi kemur helst til Føroyar í hesi vikuni, sigur Sonfinnur Ellefsen. Tveir bilar standa parkeraðir niðanfyri høvuðsvegin. Báðir hava danskar nummarplátur, men annar teirra hevur eitt skelti, sum er ein ábending um at eigarin hevur ein- hvørja føroyska rót. Og so var. SUMMARHUGNI Snorri Brend Mynd: Bárður Leitisvatn: Eitt av vøkru støðunum í Vágum er fram við tí stóra vatninum. Hetta vita fólk í oynni, og hetta munnu fleiri føroy- ingar somuleiðis vita. Men tað eru eisini onnur enn føroyingar, ið hava fingið eyguni upp fyri teirri friðsæluni og vakurleikan sum finst her. Hetta fingu vit fullgott prógv fyri mikudagin í farnu viku, tá tosað varð við tvey donsk pør, sum í góðveðrinum sótu og hugnaðu sær á hesum staði við einum drekkamunni og frukt. - Hetta er eitt ótrúliga vakurt stað. So deiliga avslappandi og róligt, vóru tey øll samd um. Talan var um tveir brøður, sum høvdu tikið konu og børn við sær til Føroyar. Og tað var ikki uttan orsøk, tí brøðurnir báðir eru hálvir føroyingar. Føroysk móðir Ferðalagið kom til Føroyar mánadagin við Norrønu. Júst tann upplivingin var ikki nógv at reypa av, vóru tey samdu um. Tey fóru úr Hanstholm leygarkvøldið, men tann seinasti parturin av túrinum var eitt langt rull, tí so nógv- ur mótvindur var á túrinum. So mikið størri var gleð- in at kunna seta føtur á land mánamorgunin, og koyra beinleiðis vestur til Sanda- vágs, har tey búgva í einum summarhúsum. Sandavágur er ikki ókent stað fyri teir báðar brøður- nar - Thorleif og Jens - við eftirnavninum Bøgh Vint- her, tí mamma teirra, Oda Augustinussen er ættað hagani. Teir báðir hava gjøgnum árini verið fleiri ferðir í Føroyum, bæði sum dreing- ir og nú sum menn: Jens fimm ferðir og Thorleif einar níggju ferðir, seinast fyri trimum árum síðani. Teir hildu tað eisini vera neyðugt, at restin av familjuni kom at kenna hetta vakra landið, og tí hava teir hesa ferð tikið familjurnar við. - Dóttir mín, Natasha, hevur verið her eina ferð áður, men tá var hon í búkinum á mammu síni. - Nú hildu vit, at hon skuldi koma við aftur, fyri at uppliva Føroyar og fyri at halda sambandið við oyggj- arnar, sigur Jens, sum er giftur við Gitte og býr í Ålborg. Beiggi hansara, Thorleif er giftur við Lone, og tey búgva nærhendis Sønder- borg. Lætt at ferðast Tey komu sum nevnt til Føroyar mánadagin í farnu viku, og fara aftur til Danmarkar nú fríggjadagin við Norrønu. Fyrsta dagin á ferðini brúktu tey partvíst at koma fyri seg aftur eftir ringa siglitúrin, men hava síðani verið á Bósdalarfossi og aðrastaðni í Vágum. Tey ætlaðu eisini at gera túrar inn í Eysturoynna, Streymoynna, til Havnar og aðrastaðni. - Tá ein hevur bil, so liggur tað so væl fyri at koyra runt. Og serliga nú, ið undirsjóvartunnilin er komin. - Hann ger tað so nógv lættari at vera ferðafólk í Føroyum, eru bæði Jens og Thorleif samdir um. Hugnalig løta fram við vatninum - Dekkið umborð á canadisku glasfipurbátunum er sera arbeiðsligt, sigur Sonfinnur Ellefsen, umborð á báti sínum Bósdalarfossur Mynd: Bárður Væl umtóktir bátar úr Canada Tey hava funnið sær eitt hugnaligt stað fram við Leitisvatni, familjurnar Bøgh Vinther úr Danmark. - Hetta er eitt vakurt stað, eru tey øll samd um Fólka- fundur og vísur Samkomur: Sunnudag- in verða tvey serstøk til- tøk á skránni, fyri teim- um sum dáma at hittast til fólkafund og fyri teimum, sum dáma væl at lurta eftir vísusangi. Í fyrra førinum verður fólkafundur hildin kl. 17, har Helena Dam á Neystabø fer at halda røðu. Í seinna førinum verð- ur Bygdarhúsið karmur um eitt vísukvøld har eingin minni enn Stan- ley Samuelsen fer at syngja og framføra. sb. Møtir úti og inni Trúarlív: Heldur ikki tær ymsu samkomurnar í bygdini spara seg undir eini slíkari stevnu. Allar dagarnar á stevnuni verða hildin fleiri møtir úti og inni, umframt gudstænastuna sunnudagin, har sóknar- presturin, David Johannesen fer at prædika. Tey andaligu tiltøkini byrja longu fríggja- kvøldið, tá Missións- húsið og Filadelfia í felag hava ungdóms- møti í Bygdarhúsinum. Aftaná hetta er opiÝ hús í Missiónshúsinum. Leygarkvøldið kl. 20 hevur fyrst Brøðrasam- koman útimøti undir Mylluni, og seinni - kl. 21:30 - hevur Missións- húsið útimøti á sama staði. Aftaná verður sangløta og opið hús í Missiónshúsinum. Sunnudagin hevur fyrst Brøðrasamkoman eitt barnamøti í Bygdar- húsinum, og kl. 16 skipar Missiónshúsið fyri serstøkum útimøti fyri børn undir Mylluni. Kl. 19 hevur so Evan- geliihúsið útimøti á sama staði og kl. 20:30 aftur Missiónshúsið. sb.