Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 132 - 14. juli 2005 - Tá "Nýggjaberg" fórst ávirkaði tað bygdarlívið sera nógv. Øll vóru kedd, sigur 90 ára gamli miðving- urin, Karl Joensen. Sjálvur kundi hann verið við hesum skipinum, sum ikki kom aftur av Suður- landinum í mars mánaði 1942. MINNISLØTA Snorri Brend Mynd: Bárður Miðvágur: - Nei, tað var illa statt her í bygdini, tá tað frættist at Nýggjaberg var farin. - Hetta vóru ikki góð tíðindi, sigur Karl Joensen, sum misti ein beiggja við skipinum. Sjálvur skuldi Karl havt verið við á hesum vanlukku- liga túri. Men ein annar maður, sum hann kendi, spurdi um hann ikki kundi sleppa við í hansara stað. - Eg gav honum – hesum familjumanninum - so loyvi til hetta. - Og hann, sum bara skuldi vera við henda eina túrin ..., sigur Karl, fáorðaður. Nýggjaberg fór til fiski- skap undir Íslandi, men tað hoyrdist einki frá honum aftur. Og sambært bókini "Stríðsárini 4" varð skipið søkt av týska kavbátinum U701 hin 7. mars 1942. Stórstoytir Hesi fyrstu krígsárini vóru baldrut og trupul hjá føroyskum fiskiførum. Í bókini "Víkingasynir" greiðir J. Joensen soleiðis frá um hesi árini undir yvirskriftini "Stórstoytir": - Royndarárið mikla, 1941, gekk út. Føroyar høvdu mist tað størsta skipatal, tær á nøkrum sinni hava mist eftir einum ári, og fólkaskaðin var líka so stórur sum eitt árið, tá verst vildi til í friðartíð, og tá ið hugsað verður um, hvussu nógv skip, ið fórust, kundi, um illa vildi til, fólkaskaðin verði so nógv størri. 522 ferðir gjørdu tey føroysku skipini til Bret- land í 1941, 29.137 tons av fiski var farmur teirra, og fingu teir um 40 mill. fyri henda fisk. 1942 varð hildið fram við siglingini við sama lag; hetta árið gjørdu føroysk skip 528 ferðir til Bretlands við fiski. Vektin var 33.262 tons, og hesin fiskur varð seldur fyri um 43 mill. kr. Men hetta var eisini Føroy- um eitt dýrt ár; skipa- missurin var meinur og fólkaskaðin stórur. Ein lætti var tað, at flúgvaraálopini gjørdust ótættari; men tey vóru mein; tí av kríggsávum og ætlaðum kríggsávum mistu Føroyar í 1942 6 skip, og við teimum trimum av hes- um skipum fórst so nógv fólk, at hvør missur fyri seg rakti so víða og tók so dygt. "Vesturfarið" og "Nýggja- berg" hvurvu, og av manningini á "Tór II", sum varð søktur við torpedo, komu ikki fleiri enn 3 aftur. - Stoytirnir vóru størri, raktu størri tal av fólki og nívdu meira meint, stendur altso skrivað í Víkinga- synum. Einkjur kring alt landið Í bókarøðini "Stríðsárini" greiðir N. J. Arge meiri nágreiniligt frá tilburðin- um, tá Nýggjaberg varð søktur av týska kavbátinum U701. Hetta er ein sera áhuga- verd frásøgn, sum m.a. byggir á dagbøkurnar hjá skiparanum umborð á kavbátinum, Horst Degen. Her sæst, at Nýggjaberg varð søktur undir Íslandi hin 7. mars 1942 kl. 23:15. Her vísir høvundurin eisini á støðuna í landi, og hvussu meint hetta rakti Miðvág og onnur støð í landinum. Í Miðvági sótu átta einkjur eftir við 32 børnum. Í Vestmanna ein einkja við seks børnum. Í Vági ein einkja við sjey børnum. Í Havn ein einkja við fýra børnum, meðan skiparin Mortan Mortensen á Argjum átti 12 børn, sum øll vóru tilkomin. Í forkirkjuni í Miðvágs kirkju ber til at síggja eitt nýtt modell av skipinum, sum fórst í mars mánaði 1942. FRAMSýNING Snorri Brend Miðvágur: Tað er ikki ofta, at ein framsýning letur upp í Miðvágs kirkju. Men sunnudagin fáa vestanstevnugestir høvið at vitja kirkjuna, har eitt nýtt modell av Nýggja- bergi verður sýnt fram. Tað er Petur Hans Poul- sen í Havn, sum hevur gjørt hetta modellið. Hann er sonur ein av manning- ini, ið fórst við skipinum í 1942 – tann 36 ára gamla stýrimannin, Hans Poulsen úr Havn. Modellið av skipinum er sett í vakurt glasbúr, har ein eisini hevur fingið til vega nøvn og myndir av øllum 21 monnunum, sum fórust við skipinum. Miðvágs kirkja er opin sunnudagin millum kl. 18 og 20. 90 ára gamli miðvingurin, Karl Joensen skuldi verið við Nýggjabergi. Ein annar maður bað um hansara tjans umborð. Hesin fórst saman við 20 øðrum monnum, harav 16 teirra vóru úr Miðvági. Nú ber til at síggja hetta modellið av Nýggjabergi í Miðvágs kirkju Nýtt modell av Nýggjabergi Hesir fórust við Nýggjabergi Tá Nýggjaberg varð søktur í mars mánaði 1942 vóru hesir menn við skipinum, sambært bókini Víkingasynir: M. J. Mortensen, Argir, 58 ár, skipari; Hans Poulsen, Tórshavn, 36 ár, stýrimaður; Julius Thomsen, Miðvág, 26 ár, stýrimaður;T. S. Zachariassen,Vestmanna, 28 ár, maskinmeistari; Samuel Joensen, Miðvág, 23 ár, maskinmeistari; Jens Jacob Hansen, Miðvág, 35 ár, kokkur; Johannes Ellefsen, Miðvág, 28 ár; Esmar E. Poulsen, Miðvág, 28 ár; Hans Jørgensen, Miðvág, 25 ár; Poul Magnussen,Vágur, 42 ár; J.H. Johannesen, Miðvág, 46 ár;Theodor Hansen, Miðvág, 24 ár; Ludvig Poulsen, Miðvág, 48 ár; Hjalmar Reynstind, Miðvág, 39 ár; Niclas Niclasen, Miðvág, 44 ár; I.A. Richard á Ryggi, Miðvág, 28 ár; Evald Niclasen, Miðvág, 27 ár; Hjalmar Johansen, Miðvág, 29 ár; Aksel Niclasen, Miðvág, 43 ár; Niels J. Nattestad, Miðvág, 52 ár, og Niels Jacob Nielsen, Sandavág, 19 ár. FAKTA - Tað var ikki gott vorðið - Eg skuldi verið við Nýggjabergi ..., sigur Karl Joensen, fáorðaður Samba- dansur og dystur Fótbóltur: Tey fótbólts- hugaðu verða ikki við sviðusoð á stevnuni. Tey kunnu m.a. síggja fram til ein forvitnisligan dyst millum tvey av gomlu liðunum í føroyskum fótbólti. Leygardagin kl. 17 fara nevniliga Vágaliðið og B68 av Toftum at leika steypadyst. Fót- bólturin er so eitt, men í steðginum verður eisini eitt serligt slag av undir- haldi. Nógvir brasilianarar eru so líðandi komnir við í føroyskan fótbólt, og í steðginum er ætlan- in at vísa fram samba- dans. Aftaná dystin fer Frits Witt at handa steyp og heiðursmerki. Borgar- stjórar tala Samkomur: Vestan- stevnan verður sett sum siður er leygardagin kl. 14. Í sambandi við hetta verður eisini ein skrúð- gonga við ítróttarfólki, skótum og reiðfólki, sum fara at ganga frá Ellisheiminum og inn á økið undir kommunu- skrivstovuni. Her verður stevnan sett av borgarstjóranum, Napoleon Magnussen. Hornorkestrið fer eisini at spæla við hetta høvið. Um midnáttarleitið verður eisini serstøk samkoma, har ein annar borgarstjóri, Dánjal Andreasen úr Leirvík fer at halda røðu. Umframt røðuna, verður eisini felagssangur og fýr- verkarí á skránni hesa løtuna. Ein lykil fyri eina súkklu Lutaseðlar: Hesa sein- astu tíðina hevur eitt av evnunum í tosinum manna millum verið kappingin um súkkluna. Her er talan um eitt ser- ligt slag av lutaseðlum, hvørs vinningur er ein súkkla. Í staðin fyri luta- seðil keypir ein ein lykil, sum hóskar til hesa súkkluna. Sunnukvøldið millum kl. 18 og 21 verður so høvið hjá fólki at finna fram til, hvør er tann hepni eigarin av tí lykl- inum, sum passar til súkkluna. Hesin er sam- stundis vinnari av súkk- luni og kann súkkla á henni frá Bygdarskúla- num og heim til hús.