hósdagur 14. juli 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2005
35
Verða teir donsku
hermenninir ikki
tiknir úr Irak, er
Danmark tað næsta
landið, sum kann
vænta eitt yvir-
gangsálop, sigur ein
bólkur hjá al-Qaeda.
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Fyri aðru ferð í átta dagar
verður Danmark nú ávarað
um eina møguliga yvir-
gangsatsókn. Tann fyrra
ávaringin kom sama dag,
sum bumburnar brustu í
London, og í gjár kom aftur
ein ávaring.
-Hetta er ein ávaring til
øll evropeisk lond, men
fyrst og fremst Danmark,
sum framvegis hava her-
menn í muslimskum lond-
um. Eingin skal kenna seg
tryggan í londum tykkara,
so leingi tykkara hermenn
og
drápsmenn
eru
í
muslimskum
londum,
stendur í ávaringini, sum er
frá bólkinum Abu Hafs al-
Masri Brigades.
Hesin bólkurin er ein
partur av al-Qaeda, og tað
var hann, sum játtaði at hava
skipað fyri bumbuatsóknini
í Madrid tann 11. mars í
fjør.
Bólkurin
takkar
samstundis Allah fyri góða
hjálp í sambandi við atsókn-
ina í London í síðstu viku.
Amerikanski yvirgangs-
serfrøðingurin Rita Katz
segði við Jyllandspostin í
gjár, ávaringin skal neyvan
takast í fullum álvara. Hon
heldur ikki, at bólkurin er
ein hóttan ímóti Danmark
og vísir á, at Abu Hafs al-
Masri
Brigades
hevur
átikið sær ábyrgdina av
næstan øllum yvirgangs-
atsóknum kring heimin
hetta seinasta árið.
-Hinvegin er tað vert at
leggja merki til, at Danmark
nú verður nevnt fleiri ferðir
sum álopsmál, og tað kann
hava við sær, at víðgongdir
persónar fara at fyrireika
eina atsókn, tí teir halda, at
Al-Qaeda hevur vælsignað
og góðkent tað, sigur Rita
Katz við Jyllandspostin.
UTTAN ÚR HEIMI
Stóru bretsku
fyritøkurnar BP og
Vodafone keyptu egin
partabrøv fyri
milliardir, tá
bumburnar fingu
virðið at fella.
BUSINESS
Árni Joensen:
fartekst@maildk
Leiðslan á børsinum í
London
umhugsaði
at
steðga øllum handli við
partabrøvum
aftan
á
bumbubrestirnar seinasta
hósdag, men gjørdi kortini
av at lata standa til. Bumb-
urnar fingu virðið at fella,
og tað gjørdu oljufelagið
BP og telefonfelagið Voda-
fone sær dælt av við at
keypa egin partabrøv fyri
lutfalsliga lítlan penga. Eitt
nú keypti BP tvær ferðir so
nógv egin partabrøv sein-
asta hósdag sum allan tann
seinasta mánaðin framm-
anundan.
Danska blaðið Børsen
skrivar, at framferðin hjá
BP og Vodafone hevur
fingið fólk at spyrja, hvar
markið
ímillum
etikk,
moral og ísakalda kapital-
ismu er.
Tá USA bleiv álopið tann
11. september í 2001 bleiv
børsurin í London stongd-
ur, men tað bleiv so ikki
gjørt hesaferð.
Havnirnar
ikki
nóg tryggar
Aftan á yvirgangsatsókn-
ina tann 11. september í
2001 gjørdi ST av at
herða trygdarreglurnar í
teimum havnum, sum
taka ímóti fremmandum
ferðamannaskipum.
Í
Noregi eru 516 havnir,
sum fáa útlendsk skip á
vitjan, men nú vísir ein
uppgerð, at bara 261
teirra hava framt tey til-
tøkini, sum myndugleik-
arnir hava kravt.
Upprunaliga fingu tær
norsku havnirnar boð um
at fremja tey neyðugu
tiltøkini innan tann 1. juli
í fjør, men nú so nógvar
eru farnar langt út um
tíðarfreistina,
ætla
myndugleikarnir at fara
harðari til verka, skrivar
Aftenposten. Um stutta
tíð fáa havnirnar eitt
ávaringarskriv, og verða
tiltøkini ikki sett í verk,
kunnu havnirnar missa
rættin til at taka ímóti
fremmandum
skipum.
Tað kann fáa álvarssamar
avleiðingar fyri havnirnar.
Herbent Francke, sum
arbeiðir hjá einum ráðgev-
ingarfelagi,
sigur
við
Aftenposten, at nógvar
norskar havnir hava fingið
góðkenning, sjálvt um tær
ikki
hava
framt
tey
neyðugu tiltøkini. Eitt nú
er tað lætt hjá óviðkom-
andi at sleppa umborð á
eitt
fremmant
ferða-
mannaskip og í land aftur,
sigur hann og leggur aftur-
at, at hetta hevur hann sæð
í fleiri av teimum stóru
norsku havnunum.
Hann fýlist eisini á, at
starvsfólkini í havnunum
leggja ov lítlan dent á
trygdina. Nógvar havnir
eru avbyrgdar við høgari
girðing,
soleiðis
sum
reglurnar siga, men tað
nyttar einki at hava eina
høga girðing, tá portrini
standa opin, sigur Herbert
Francke við Aftenposten.
Nógv
doyggja
í ferðsluni
Tann seinasta vikan hevur
roynst illa í donsku ferð-
uni, tí hesar dagarnar hava
ikki færri enn ellivu fólk
latið
lív
í
ferðslu-
vanlukkum.
Minst ein av vanlukku-
num hevði samband við
rúsdrekka, og í einum føri
var talan um alt ov nógva
ferð. Enn einaferð hevur
tað víst seg, at fleiri ung
koyra alt ov skjótt, og tað
hevur fingið danska ráðið
fyri ferðslutrygd at skipa
fyri einum reklamuátaki,
sum skal fáa tey ungu at
seta ferðina niður.
Danskir ferðslugranskar-
ar hava sagt, at umleið
hundrað mannalív kundu
verið spard árliga, um bil-
førarar halda seg innan
fyri ta loyvdu ferðina.
Ferðafólk
til Vietnam
Vietnam er vorðið eitt væl
umtókt ferðamannafólk,
og talið á fremmandum
ferðafólki veksur støðugt.
Blaðið
Than
Nien
skrivar, at fyrra hálvár í ár
vóru næstan 1,8 millión
útlendsk ferðafólk í Viet-
nam, og tað var næstan 24
prosent meiri enn í sama
tíðarskeiði í fjør. Tað eru
serliga amerikanarar, sum
hava hug at vitja landið,
har amerikanskir her-
menn bardust fyri ikki so
mongum árum síðani.
Higartil í ár hava 167.000
amerikanarar
vitjað
í
Vietnam, og tað er næstan
20 prosent meiri enn fyrra
hálvár í fjør, skrivar Than
Nien.
Eisini norðurlendingar
hava fingið hug at halda
frí í tí fjarskotna landin-
um. Sambært Ritzau hava
21 prosent fleiri danir
vitjað landið higartil í ár
enn um somu tíð í fjør.
Fyrr kravdu teir viet-
namesisku myndugleikar-
nir, at donsk ferðafólk
skuldu hava visum fyri at
vitja, men tað kravið varð
slept tann 1. mai í ár.
Ov heitt at
arbeiða
Tað hevur verið rættiliga
heitt í Danmark og Noregi
teir seinastu dagarnar, og
tey eru mong, sum fegin
vildu havt frí heldur enn
at sita inni á teimum heitu
skrivstovunum.
Ein kanning hjá danska
sjónvarpinum DR vísti, at
fleiri hildu, at arbeiðsgev-
arin átti at geva teimum
frí, tá hitin nærkast teim-
um 30 stigunum, tí tá er
alt ov heitt inni. Men ein
talsmaður hjá arbeiðs-
eftirlitinum segði við
sjónvarpið, at reglurnar
siga einki um, hvussu
heitt tað skal vera, fyri at
fólk ikki kunnu arbeiða
innandura longur.
Tað sama svarið fáa teir
norðmenn, sum sveitta
inni á skrivstovunum. Har
sigur
arbeiðseftirlitið
kortini, at hitin á skriv-
stovunum eigur at liggja
um 22 stig, og at arbeiðs-
gevarin skal tryggja, at
hann ikki fer upp um 26
stig. Men hinvegin sigur
lógin einki um, nær fólk
eiga at fáa frí av hita,
sigur
norska
arbeiðs-
eftirlitið sambært Aften-
posten.
Yvirgangsfelagsskapirnir leggja seg eftir plássum, har nógv fólk eru. Hendan myndin er av Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn
Danmark verður álopið
næstu ferð
Gjørdu sær dælt av
bumbunum í London