fríggjadagur 15. juli 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 15. juli 2005
3
BORING
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Amerikanska oljufelagið
Chevron, sum gjørdi eitt
stórt oljufund bretsku meg-
in markið á Atlantsmót-
inum í fjør, er um at fáa av-
talu við boripallfyritøkuna
Transocean um at leiga
boripallin
Transocean
Rather til at bora fleiri av-
markingarbrunnar á Rose-
bank/Lochnagar oljufund-
inum. Hetta liggur bert fáar
kilometrar frá føroyska
markinum og hevur verið
nevnt, at møguleiki er fyri,
at oljukeldan eisini gongur
inn á føroyskt øki.
Sambart blaðnum Up-
stream vilja keldur vera
við, at Chevron er við at
gera ein endaligan sáttmála
um at bora fleiri brunnar,
og sum skilst møguliga
tríggjar. Teir skulu so gera
av, hvussu stórt fundið er,
og út frá hesum kann
Chevron saman við partn-
arunum í loyvinum, Statoil,
Dong og OMV, gera av,
nær man kann fara undir
eina útbyggingarætlan. Tað
ljóðar, at fyrsti brunnurin
skal longu borast i mars
næsta ár. Ruth Parkhouse
frá Chevron váttar fyri
Sosialinum, at tey eru í
samráðingum við borifelag
um at bora ein brunn næsta
ár. Enn er eingin endalig
avtala gjørd. Ætlanin var at
bora í summar men eingin
pallur hevur verið tøkur.
Tað hevur verið sera
torført at fáa boripallar til
hetta farvatnið, og kostnað-
urin er farin heilt í topp, nú
eftirspurningurin
er
so
stórur. Dagratan er oman-
fyri 300.000 dollarar. Hetta
er nærum trýfalt vanliga
prísin.
Samtíðis
sum
arbeitt
verður við at fáa endaliga
avtalu um boripall hevur
Chevron gjørt avtalu við
Western Geco um at gera
seismiskar kanningar við
Western Pride í loyvum
sínum bæði í føroyskum og
bretskum øki. (sí kort)
Keldur Sosialurin hevur
tosað við halda, at gongst
væl í hond við kanning-
unum, og fæst ein avtala
um at bora avmarkingar-
brunnar næsta ár á Rose-
bank/Lochanager fundin-
um, so er møguleiki fyri, at
Chevron og tess partnarar
fara at bora í loyvinum
føroysku megin markið
longu í 2007.
Western Pride, sum fer at
gera sera framkomnar seis-
miskar kanningar á land-
grunninum og í bretskum
øki komandi tveir
mánaðirnar.
Mynd Westen Geco
Transocean Rather, sum helst
verður tøkur til at bora avmark-
ingarbrunn ella brunnar
komandi vár í stóra fundinum
nær markið Rosebank
Mynd Transocean
Kortið vísir økini, har Chevron er fyristøðufelag
báðumegin markið og har tað nú verða gjørdar
seismiskar kanningar og seinni eisini boraðir
brunnar.
Kelda Chevron
Chevron
borar við
markið næsta
summar