leygardagur 16. juli 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2005
Lýsing eftir
dagrøktarum
Søkt verður eftir dagrøktarum til kommunalu dag-
røktina í Fuglafjarðar kommunu at byrja tann 15.
august 2005 ella skjótast eftir hetta.
Størvini, talan er um, eru tíðaravmarkað fyribils til
1/2 ár til 15. februar 2006.
Lønin verður ásett sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevar-
afelag Føroya fyri dagrøktarar.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at ringja til
Eyðgerð A. Petersen, dagrøktarleiðara á telefon
214950.
Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar, skulu
vera Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530
Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi mánadagin tann
1. august 2005 kl. 15.00.
Kommunan skilir sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 6. juli 2005
Fuglafjarðar kommuna
Leiðari til sosialu
deildina hjá
Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar býráð hevur á fundi tann 30. juni 2005
samtykt at seta sosiala deild á stovn tann 1.oktober
2005 og at søkja eftir leiðara til deildina.
Starvið
Tú kemur sum leiðari av Sosialu deild at taka tær av
leiðsluni av allari fyrisiting av deildini, herundir
málsviðgerð av almannamálum, sum sambært lóg-
gávuni eru ella verða løgd til kommununa. Sum
leiðari verður tú eisini skrivari og ráðgevi hjá sosialu
nevnd og ráðgevi og málsviðgerði og skrivari hjá
barnaverndarnevndini.Leiðarin skal eisini verða við
til at byggja upp barnaverndartænastuna,so henda
verður virkin tann 1. januar 2006, tá kommunurnar
yvirtaka hana. Leiðarin kemur eisini at hava
samskifti við m.a. tannlækna, kommunulækna,
skúlaheilsusystir, dagstovn, kommunalu dagrøktina
og landsmyndugleikar.
Førleikakrøv
Vit leita eftir persóni, ið er útbúgvin sum sosial-
ráðgevi. Tó kunnu eftir umstøðunum eisini aðrir
umsøkjarar lúka treytirnar, um teir hava aðra í
minsta lagi miðallanga útbúgving innan heilsu-,
almanna- ella skúlaverk.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum
leiðari fær møguleika til at byggja upp og menna
Sosialu deildina frá byrjan av.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og í seinasta lagi
1. oktober 2005. Starvið verður lønt sambært sátt-
mála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya og Starvsmannafelagið.
Hava tygum áhuga
So eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn
saman við prógvum og møguligum CV og viðmæl-
um til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fugla-
fjørður, og skal henda verða ráðnum í seinasta lagi
mánadagin 8.august 2005 kl.15.00.
Fleiri upplýsingar
Fást við at venda sær til Sigurð S.Simonsen,borgar-
stjóra á telefon 225111 ella Jákup Frants Larsen,
býráðsskrivara á telefon 211102.
Fuglafjørður, tann 7. juli 2005
Fuglafjarðar býráð
Til sølu
Citroen Xsara 2,0i 16v Stw
Koyrt 62250 km
Árgangur des. 98
Ljósagrátt metallak
El rútar
El spegl
Fjarstýrt centrallás
Klimaanlegg
Rattstýrt radio
Servica ok og tannreim útskift
Nýggj dekk og alufelgur
Rustviðgjørdur
Ein góður bilur
Prísur 94800,- kr.
Bilurin kann síggjast og roynast á verkstaðnum hjá
Kollskerð á Hjalla, tlf. 311013
Myndir www.autoliner.dk ella www.kollsker.fo
Skála skúli
Søkt verður eftir einum lærara til tíðaravmarkað
starv við uml. 16 tímum. Viðkomandi skal helst
kunna hava hesar lærugreinar: handaverk og
list,føroyskt,danskt,enskt,lívfrøði,heimstaðar-
læru, ítrótt/svimjing gentur og sertímar.
Starvið eru vegna avlopstímar og serligan tørv.
Starvið verður lønt samb. avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá fyrstalæraranum á
tlf. 442118 ella 586005.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein-
asta lagi 30. juli 2005.
Skúlastýrið fyri Skála skúla
v/ Rosu Prestá
480 Skáli
Lesið
-so eru tit við!
40