týsdagur 19. juli 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 135 - 19. juli 2005
Vegurin Langi • HoyvÌk • Tel. 353040 • Fax 353041
rs@reyniservice.fo • www.reyniservice.fo
Vit bjóða nú 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta
meira enn 85.000,-
Garanti skipanin, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-,
fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eygsæð ikki skyldast
nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi
tænastueftirlit.
Eingin gandur og eingir smáir bókstavir.
Kom og vitja okkum · landsins fremstu bilasølu.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prentvillum.
Klokkan tíggju mána-
morgunin vóru 27
seinkaði flogfør, sum
skuldu avgreiðast á
flogvøllinum í Vág-
unum. Tá hesi eru av-
greidd, kann "van-
liga" flogferðslan
byrja aftur
FLOGFERÐSLA
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ólag hevur verið á flog-
ferðsluni um vikuskiftið og
farnu vikurnar. Á Hotel
Vágum hava 1.000 fólk
verið og etið síðan fríggja-
dagin, meðan tey hava
bíðað eftir sínum flogfari.
Tey flestu gistingarhúsini í
miðstaðarøkinum
hava
verið fultsett um viku-
skiftið, tí ferðafólk eru ikki
sloppin víðari.
Fyrrapartin í gjár, áðrenn
blaðið fór til prentingar,
skuldu 14 flogfør lenda í
Vágunum, og 13 fráferðir
vóru á skránni.
Á middegi mánadgain
segði Magni Arge, stjóri á
Atlantic
Airways,
við
Útvarpið at felagið hevði
2.400 fólk í skipanini, sum
skuldu fáast víðari.
Atlantic Airways hevur
tískil nógv um at vera við
sínum fýra flogførum. Sum
skilst flýgur eitt flogfar
fasta rutu í Noreg, meðan
hini trý røkja ferðaleiðirnar
millum Føroyar og grannar
okkara. Føroyska flogfelag
hevur eisini leigað flogfør
til at røkja ávísar rutur. Eitt
felag í London røkir leiðina
millum Vágar og London,
og úr Aberdeen til Vágar
flýgur eitt annað felag fyri
Atlantic.
Hini trý flogførini røkja
rutuna millum Føroyar og
Keypmannahavn, og Før-
oyar og Ísland. Hesi trý
flogførini skulu royna at
vinna innaftur mistu tíðina
og fáa ferðaætlanina í
rættlag aftur. Tað merkir, at
flogførini komandi nógvu
tímarnar noyðast at vera í
støðugari flúgving fyri at
koma upp undan aftur.
Magni Arge segði við
Útvarpið í gjár, at tá komið
var út á mánakvøldið, og
um veðrið helt sær, so vóru
teir komnir væl áleiðis við
at fáa øll ferðafólkini til
høldar.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur at flogferðslan verður fingið í rættlag skjótast
gjørligt, um veðrið heldur sær. Stjórin segði við Útvarpið mánadagin, at teir ongantíð fyrr hava
verið úti fyri so nógvum mjórka
Mynd: Álvur Haraldsen
2.400 fólk bíða
eftir farti