týsdagur 19. juli 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 135 - 19. juli 2005
Eftir trivaliga sigurin
á grannunum fyri
norðan hevur VB lagt
eina fjarstøðu niður
til botnliðini. TB
hevur innanfyri fýra
dagar tapt tvær
týðandi
botnuppgerðir
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
VB lat ongantíð nakran iva
vera um, hvat besta liðið í
Suðuroynni er í løtuni. Við
einum 5-1 sigri eru vág-
bingar eisini farnir at draga
frá hinum liðunum í botn-
stríðnum.
Trý skjót mál
Fyrsta hálva tíman av dyst-
inum á Eiðinum sunnu-
dagin leikaði javnt á. Bæði
liðini høvdu hálvar møgu-
leikar, men veruliga vanda-
mikið
gjørdist
tað
tó
ongantíð.
Eftir hálvan tíma fær VB
hornaspark, og verjuleik-
arin Anders Sørensen er
hægstur og høvdar bóltin í
netið til 1-0.
Hetta tók pippið frá tvøra-
monnum, og teir mistu full-
komiliga tamarhaldið á
dystinum. Símun Samuel-
sen fekk tvey mál innanfyri
stutta tíð, og so var 3-0 til
VB.
Bæði málini vóru rætti-
liga lík. VB fangaði bóltin á
TB-hálvuni, og so var Sím-
un sendur skjótt avstað, og
dagsins maður hjá VB var
ósvitaliga tryggur, tá hann
fekk møguleikan. Nú er
Símun farin til Íslands at
royndarvenja við Keflavík,
og tað verður ein stórur
smeitur fyri VB, um tann
ungi áleyparin endar íslend-
sku deildini.
VB bindur um
TB gjørdi hóast alt eina
roynd at svara aftur, og teir
høvdu ein møguleika at
minka til 3-1 heilt tíðliga í
seinna hálvleiki, men Bjarni
í VB-málinum bjargaði í tí
støðuni.
Hóast VB var framman-
fyri við trimum málum var
neyðugt at binda um heilan
fingur fyri ikki at missa
kalvan á stokkinum.
Fyrst økti Dan Djurhuus
til 4-0, áðrenn Milan Kulic
fekk tað fimta málið, og so
var dysturin í roynd og veru
liðugur.
Jón
Johannesen
fekk
minkað um munin við
einum sera vøkrum máli,
men tað mundi vera lítil
troyst hjá tvøramonnum,
sum fóru norðaftur við enn
einum lemjandi tapi. Hetta
er triðju ferð í ár, at TB
letur fimm ella fleiri mál
fara ígjøgnum.
Móti endanum av dystin-
um fekk Aca Petrovic bein-
leiðis reytt kort. Hann sendi
ein alboga í høvdið á Súna
úr Hørg, og dómarin bar
eyga við hendingina, og so
var eingin náði víst.
Fyrra dystin millum VB
og TB, vunnu tvøramenn 1-
0 við máli, sum Larby
skoraði. Hetta var sostatt
eitt gott høvi hjá vágbing-
um at siga takk fyri síðst.
TB í trupulleikum
Eftir at TB eitt skifti lá
miðskeiðis á stigatalvuni er
aldursforsetin aftur farin at
dragna í botninum. TB
hevur bert fingið tvey stig
seinastu átta dystirnar, og
tað burdi fingið alarmin í
gongd á Tvøroyri.
TB kann tó ugga seg við,
at liðið hevur sjey heima-
dystir av teimum seinastu
tíggju dystunum, ið standa
fyri framman. TB hevur
staðið seg væl á heimavølli,
og tað kann vera bjargingin
hjá TB í fremstu deildini.
Tveir teir næstu dystirnir
eftir steðgin vera júst ímóti
ÍF og KÍ, ið eru argastu
kappingarneytarnir í botn-
inum á deildini. Hesir dyst-
irnir fara sjálvsagt at hava
alstóran týdning í niður-
flytingarstríðnum.
Hjá VB peikar pílurin
hinvegin uppeftir, og teir
hava staðið seg væl síðan
nýggi venjarin tók við.
Venjaraskiftið gav
úrslit:
Gongdin
vend
Síðan VB fekk
nýggjan venjara er
vandakósin vend
VENJARASKIFTI
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Fyrsti venjarin at fáa
sekkin í ár var danin
John Christensen hjá
VB. Eftir at VB hátíðar-
helt 100 ára dagin á
aftasta plássi í Formula
deildini, er vend loksins
komin í hjá vágbingum.
Av teimum seks dystun-
um, har nýggi venjarin
hevur staðið við róðrið
hevur VB vunnið tríggj-
ar, spælt ein javnan og
tapt tveir dystir. Tískil
kunnu vit staðfesta, at
liðið hevur vent gongd-
ini undan summarsteðg-
inum, eftir at vandi var
fyri, at vágbingar blivu
isoleraðir
á
aftasta
plássi.
- Vit hava ligið og
tvassa niðri í botninum,
so vit skulu bara vinna,
tí at javnleikur telur so
at siga einki, segði mál-
verjin Bjarni Johansen
eftir dystin. Hann er
sannførdur um, at liðið
als ikki er so vánaligt,
sum stigatalvan vísti
fyrsta part av kapping-
arárinum.
Hann heldur, at tað
eftir øllum at døma hev-
ur hjálpt at skifta venj-
aran út. Leikarar hava
víst ein nýggjan hug-
burð og eru farnir at
trúgva meira uppá egn-
an mátt og megi.
Símun
Samuelsen
til Íslands
ROYNDARVENJING
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Heimasíðan hjá VB
upplýsir sunnukvøldið,
at ungi og evnaríki vág-
bingurin skal til roynd-
arvenjing í íslendska
felagnum Keflavík.
Símun hevur staðið
seg væl seinastu dystir-
nar, og sunnudagin fekk
hann tvey mál ímóti TB.
Fyri VB verður tað ein
dyggur smeitur at missa
Símun, men enn er so
einki komið uppá pláss
viðvíkjandi
einum
møguligum
sáttmála
millum
Símum
og
Keflavík.
VB-TB 5-1 (3-0):
1-0: Anders Sørensen
2-0: Símun Samuelsen
3-0: Símun Samuelsen
4-0: Dan Djurhuus
5-0: Milan Kulic
VB: Bjarni Johansen - Jákup Olsen (Dánjal Johan
Joensen), Anders Sørensen, Súni úr Hørg - Símun
Samuelsen, Edvard Ble, Pól Poulsen (Jón Kárason
Poulsen), Dan Djurhuus (Palli Augustinussen) -
Milan Kulic - Nenad Zivanovic
TB: Predrag Markovic - Predrag Ziskovic, Aca
Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen - Alex
Jovevic, Bárður Dimon (Birgir Rasmussen), Einar
Petersen, Búi Mortensen (Hallur Christiansen) -
Emanuel Larby (Olivur Abrahamsen),
Dan
Mortensen
Reytt kort: Aca Petrovic
FAKTA UM DYSTIN
VB-leikarar fegnast um stórsigurin á grannunum fyri norðan Mynd: Leivur Nygaard
VB-TB 5-1 (3-0):
VB stevnir uppeftir