týsdagur 19. juli 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 135 - 19. juli 2005
Tey 15 gullmerkini
eru næst besta
úrslitið, sum Føroyar
nakran tíð hava
fingið á oyggja-
leiknum. Men býtið
av heiðursmerkjum
stafðesti, at tað eru
færri greinar, sum
draga heiðursmerkini
heim. Og einasta
loysnin upp á hetta
tykist vera, at ítróttur
í breiðari merking má
fáa betri umstøður at
virka undir
OGGJALEIKIR
Jákup Mørk
Lerwick: Tað hevur verið
sagt aftur og aftur. Uttan
nóg góðar umstøður at
venja og kappast, so dragna
føroysku ítróttarfólkini í
mun til teirra, sum kappast
verður við.
Hetta varð aftur staðfest í
Hetlandi, har fleiri av
teimum greinum, har vit
vanliga standa sterk, als
ikki megnaðu at liva upp til
vónirnar.
Fimleikur og
bogaskjóting
15 gullmerki er flott.
Eingin ivi um tað. Men
konsentratiónin av heiðurs-
merkjum
innan
ávísar
ítróttargreinar, staðfestir, at
verður ikki okkurt muna-
gott gjørt, so verða Føroyar
av álvara eftirbátar um heilt
stutta tíð.
Ikki færri enn seks gull
vórðu hesa ferð skotin heim
í bogaskjóting, og tað
staðfestir, at hetta er ein
ítrótt, har vit framvegis
hava eina oddastøðu. Ikki
minst mundi tað eisini vera
hugagott at staðfesta, at
talan nú eisini er um ungar
skjúttar, sum gera seg
galdandi. Hinvegin er stóra
talið av heiðursmerkjum
her eisini ein avleiðing av,
at kappingin er víðkað,
soleiðis at møguliga talið
av
heiðursmerkjum
er
tvífaldað í mun til tað, sum
var galdandi fyri bara fýra
árum síðani.
Og tað tykist longu nú
vera ein staðfesting, at
skulu vit hava sama tal av
heiðursmerkjum á Rhodos,
so mugu aðrar ítróttar-
greinar traðka til. Fimlei-
urin hevur hesaferð - eins
og á Man fyri fýra árum
síðani - tikið sítt stóra tak í
heiðursmerkjasavnanini.
Tað fáa fimleikararnir ikki
loyvi til um tvey ár, tá
fimleikurin er tikin av
skránni, og spurningurin er
eisini, hvørt okkara fim-
leikarar høvdu megnað tað
kortini. Tí síðani gullregnið
á Man hava hini londini
gjørt risa framstig í fim-
leikinum. Fyrst og fremst,
tí
venjingarumstøðurnar
eru til staðar hjá hesum.
Fleiri dragna
Tað merkir, at bara fýra
gullmerki vórðu vunnin í
øðrum
ítróttargreinum.
Fót- og flogbóltskvinnurnar
livdu upp til vónirnar. Tað
sama gjørdi nýggi borð-
tennisspælarin,
Thomas
Rasmussen, meðan svimj-
ingin hálvgum dumpaði við
bert einum gullmerki. Men
her skal tó leggjast afturat,
at við aldursbýtinum á
landsliðnum í huga, er als
ikki óhugsandi, at vit eisini
her koma at vinna nógv
heiðursmerki
komandi
árini. Eins og vónirnar til
mansliðið í flogbólti røkka
til meira enn bronsuna.
Men í aðrar mátar var
steindeytt. Hvørki frælsur
ítróttur ella súkkling vunnu
nakað sum helst. Og tó at
orð sum »ein ringur dagur«
og smáir marginalar kanska
eru ein frágreiðing her, so
skerst ikki burtur, at ein
stór
útskifting
innan
íðkararnar er ávegis.
Badminton liðið stóð seg
so væl sum nakrantíð, og
tað er hugagott at staðfesta,
at fleiri ungir spælarar her
eru ávegis. Men samstundis
er syrgiligi veruleikin, at
hesir spælarar ikki hava
oyggjaleikir at medda eftir
um tvey ár.
Skjóting var fyri fyrstu
ferð í langa tíð aftur á
føroysku
skránni,
og
avrikið hjá Marius Joensen
staðfesti, at her er talentið
til staðar. Men rutina og
kappingarroyndir skulu til,
áðrenn stóra fetið upp á
toppin kann takast.
Mugu skapa umstøður
Men fyrst og fremst, so eru
tað
umstøðurnar,
sum
vænta. At bogaskjúttarnir
hóast alt stadna seg so-
mikið væl, er kanska meira
ein staðfesting av treiskni,
heldur enn góðum um-
støðum. Fót- og flogbóltur
hava longu sum er betri
umstøður enn flestu av
teimum, sum vit kappast
við, og tí eru góð úrslit
nørum væntandi.
Á
seinastu
leikunum
hava vit sæð, at stórir
ítróttardeplar eru antin
bygdir ella renoveraðir,
soleiðis at hesir kunnu vera
sentrum
fyri
fleiri
kappingargreinum.
Men
umframt praktiska týdning-
in, tá leikir verða fyriskip-
aðir, so hava hesir eisini
víst seg at hava alstóran
týdning fyri ítróttarligu
menningina.
Stadion til frælsan ítrótt
verður í løtuni fyrireikað í
Havn, og hetta fer uttan iva
at økja um tilgongd og
menning innan tær greinar,
sum kappast verður um her.
Men skal eitt veruligt
elituumhvørvi skapast, er
helst neyðugt við einum
depli. Einum depli, har fólk
úr fleiri ítróttargreinum
dagliga umgangast hvør
annað, og har synergi-
effektin av hesum vil
styrkja allar partar.
Júst langsiktaða árinið av
einum slíkum depli eigur
helst at vera fremsta orsøk-
in til, at Føroyar aftur mugu
og skulu arbeiða fram ímóti
einum nýggjum vertsskapi
av oyggjaleikum. 2013 er
longu sett sum mál, og
hóast tað kann tykjast sum
góð tíð, so merkir hetta í
veruleikanum,
at
allir
hentleikar helst skulu vera
tøkir longu á sumri 2009, tá
tann
atkvøðugreiðslan
stendur fyri framman.
Færri taka meira
Rógvi á 8.
plássinum
Fríggjadagin vóru sein-
stu kappingarnar í fræls-
um ítrótti á skránni á
oyggjaleikunum.
Millum luttakararnar
her var Rógvi Højgaard,
sum tók lut í spjótkasti,
og tað gekk soleiðis
hampuligt hjá honum.
Eitt áttanda pláss var
úrslitið, tá Rógvi kast-
aði spjótið 49,05 metrar.
Hetta var nakað uttan
fyri heiðursmerkjarøð-
ina, sum byrjaði við
54,86 metrum. Til sam-
metingar kann sigast, at
føroyska metið, sum
Heini Hanusarson eigur,
er 54,42 metrar. Tað
kastið fekk Heni bronsu
fyri
á
leikunum
á
Guernsey fyri tveimum
árum síðani.
-jm
Langt frá
oddinum
Bogi Lenvig og Jóan
Karl Frederiksen gjørd-
ust ávíkavist nummar
seks og átta, tá 1500
metrar vórðu runnir
fríggjadagin.
Tíðin hjá Boga Len-
vig var 4.16,57, og var
hetta væl aftan fyri
fremstu rennararnar. Ein
rennari av Guernsey
kom fyrstur á mál í
tíðini 3.53,97, meðan
næstu rennararnir vóru
væl aftanfyri.
Føroyska
metið
á
hesum teininum setti
Albert Marni Joensen
annars í 1992, tá hann
rann teinin í 3.54,39.
-jm
Fyrsta
umfarið
kostaði
Tvær rundur við 13
dúgvum hvør vóru ein
kostnaðarmikil byrjan,
tá Bogi Wardum og
Regin Enghamar skutu
eftir dúgvum fríggja-
dagin.
Teir báðir megnaðu
annars at skjóta seg
hampuliga væl uppaftur,
men í nær námind av
nøkrum heiðursmerkj-
um vóru teir ikki. Regin
endaði við 49 dúgvum á
15. plássinum, meðan
Bogi varð nummar 16
við 48 dúgvum.
-jm
Í seinastu fimleikakappinginin gjørdist Høgni Rúnason Øster
stóri vinnarin, tá hann vann gull í lopi
Føroysku menninir - Øssur D. Eiriksfoss, Rósing Dam, Høgni R. Øster og Helgi W. Olsen - tóku
seg sjálvar á bóli, tá tað eydnaðist at vinna gull í liðkappingini á gólvinum
Helgi W. Olsen mátti geva avboð til yndisgreinina í ringunum, men hann megnaði kortni at
vinna gull á gólvinum og í kappingini á javnfjarðari barru