Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 137 - 21. juli 2005 -Tad er totalt kekkað og sýrut at fáa síni egnu sethús at búgva í. Hetta er enn klokkuklárt dømi um frálíka gestablídni, vit hava møtt í Føroyum. Hetta landi hevur einki sum helst at gera við Danmark at gera, tí alt er øðrvísi her. Eg skilji væl, at tit hava eina loysingar- rørslu sum vil loysa frá Danmark, sigur forsangarin i Nephew, Simon Kvamm á tíð- indafundi í Gøtu mikumorgunin G! Pall Holm Johannesen pall@sosialurin.fo - Ja vit hava bæði fingið ein gyltan møguleika at hyggja eftir brúdleypsmyndum á vegginum, og at kanna, hvørji undirklæði folkini hava í skuffunum. Nei, hatta mást tú also ikki sitera okkum fyri. Fryntliga og skemtiliga manningin í danska tón- leikabólkinum, Nephew, tekur sær veruliga av løtt- um í Gøtu. Tónleikabólk- urin hevur fingið eini set- hús i Gøtu at búleikast í hesar dagarnar, teir eru i Føroyum. - Tað er totalt kekkað og sýrut at fáa síni egnu sethús at bugva í. Hetta er enn klokkuklárt dømi um frá- líka gestablídni, vit hava møtt í Føroyum. Hetta landi hevur einki sum helst at gera við Danmark at gera, tí alt er øðrvísi her. Eg skilji væl, at tit hava eina loys- ingarrørslu sum vil loysa frá Danmark, sigur for- sangarin í Nephew, Simon Kvamm á tíðindafundi í Gøtu mikumorgunin. Vælumtókti sangarin og sjónleikarin kom longu til Føroya seinasta fríggjadag. Simon Kvamm hevur ætt úr Gøtu, og hann hevur nýtt seinastu dagarnar til at hitta føroyskar familjulimir. - Pápi mín hevur 22 systkinabørn í Føroyum, og eg mangli framvegis at møta 20 teirra, so nú fáa vit at síggja, hvussu nógv eg nái. Vit skulu eisini snúsa eitt sindur til oyggjarnar komandi dagarnar. Millum annað skulu vit vísast runt við tyrlu seinni í dag, greiðir Simon Kvamm frá. Ikki livibreyð Tónleikabólkurin Nephew hevur seinasta árið sligið sítt navn so rimmarfast í danska tónleikaheiminum. Fløgan, USA DSB, hevur vunnið eitt ótal av heiðurs- lønum í vár. Millum annað vann bólkinum heili fimm Danish Music Awards fyrr í ár. Kortini hava limirnir í bólkinum fyri fleiri árum síðan gjørt av, at tónleikur- in ikki skal gerast teirra einasta livibreyð. Allir limirnir í bólkinum hava valt at hava fast ar- beiði við síðurnar av tón- leikinum. Henda raðfesting hevur millum annað við sær, at fimti limurin í bólk- inum ikki er komin til Før- oya enn. Orsøkin er, at hann er lækni og hevur vakt fríggjadagin, og tískil kemur hann ikki til Føroya fyrr enn leygardagin. Hjá sangarum Simon Kvamm hevur seinasta árið verið ein kollvelting. Frá at vera ein anonymur persón- ur úr Jútlandi er Simon Kvamm blivin eitt heitt navn í øllum Danmark. Umframt viðrákið í Nep- hew hevur sangarin eisini verið limur í vælumtóktu sendirøðini, Drengene fra Angora, sum hevur verið víst á DR. Hvørt fríggja- kvøld hava danir í túsunda- tali verið klistraðir at skerminum fyri at síggja Henrik Solgaard, Baune, Henning Primdahl, Bobby Olsen stuttleika sær í kultrøðini, Drengene fra Angora. Spurdur, hvussu stóra ávirkan "successin" við Drengene fra Angora hevur havt á sølutøluni hjá Nep- hew, svarar Simon Kvamm: - Tað er einki dulsmál, at successin við Drengene fra Angora hevur verið við til at lata dyrnar upp hjá fólki fyri Nephew. Eg haldi kortini ikki talan er um nakað spin off, tí heimurin í Angora og heimurin hjá tónleikabólkinum Nephew er fullkomiliga ymiskir. Hinvegin kanst tú siga, at vit sum tónleikabólkur hava verið noyddur at prógva enn meira fyri kritikarum, enn um eg ikki var í Ang- ora. Eg ivist ikki eina løtu í, at fjølmiðlarnir høvdu elsk- að um teir kundu gjørt enn eina søgu eina vælumtókta sjónleikarin, sum kiksaði um tónleikari. Twix og Darth Vader Lýsandi Darth Vader svør og sjokulátakeksin Twix. Henda margháttliga saman- blanding er blivi til eitt vørumerki, tá Nephew hev- ur framført í Danmark seinasta árið. Áhoyrararnir møta vanliga mannsterkir upp við Darth Vader svør- um og tveita Twix upp til limirnar á pallinum. Hesi løgni atburður kemur fyrst og fremst av vælumtókta lagnum, En wannabe Darth Vader, sum í løtuni liggur nummar trý á 15 teimum bestu, og fyrr í ár hevur lig- ið ovast á danska tónleika- tindinum. Spurdur, um teir vænta at síggja Darth Vader svør og Twix á Gøtusandi leygar- kvøldið, svarar Simon Kvamm: - Satt at siga áni eg ikki, hvussu væl føroyingar kenna okkara tónleik. Eg dugi slett ikki at siga, hvussu tað verður á pallin- um, tí vit vita ikki um 200 fólk fara at sita og nikka eftir okkara tónleiki ella um 5000 fólk fara rópa og skrála. Hetta er ein rætti- liga undarlig kensla, sigur Simon Kvamm. Skuldi onkur freistast at ogna sær Darth Vader svør og Twix til framførsluna hjá Nephew leygarkvøldið er møguleiki fyri tí. Høvuðs- fyrireikarin á G!, Jón Tyril, sigur, at tað verður møgu- ligt bæði at keypa Darth Vader svør og Twix í básum á G! Festivalinum. Totalt kekkað og sýrut TÍÐINDASKRIV Hóskvøldið 21. juli og sunnukvøldið 24.juli verður vísukvøld við Stanley Samuelsen í Glitnum. Bæði kvøldini frá kl. 21.00, vísukvøld er sera vælumtókt - har møguleiki er at sita og práta og lýða á góðan vísutónleik. Stanley er eyðkendur vísusangari, og vit í Føroyum kenna hann frá fleiri fólkakærum vísum. Lagt er upp til góð vísu- kvøld, har høvi veruliga verður hugna sær. Stanley Samuelsen hevur fingið framúr góð ummæli ikki bert sum vísusangari í Føroyum, men so sanniliga eisini í okkara grannalondum. Stanley í Glitnum TÍÐINDASKRIV Fríggjakvøldið klokkan 21 verður vísukvøld við okkara kenda og fræga sangara og tónleikara Stan- ley Samuelsen í Miðla- húsinum í Vágsbotni. Flest allir føroyingar munnu kenna henda sera vælsyngjandi, fryntliga og dámliga tónlistamannin úr Fuglafirði. Bara vit hoyra nevnt "Um eg kundi kvøð- ið", so hugsa vit um Stan- ley. Dyrnar verður latnar upp í Miðlahúsinum klokk- an 20.30 og klokkan 21 og í ein tíma ella gott og væl tað fara vit at hoyra Stanley syngja og spæla. Stanley býr í Danmark, har hann er vorðin kendur sangari. Hann hevur fingið framúr góð ummæli ikki bert sum vísusangari í Føroyum, men eisini í okkara grannalondum. Stanley í Miðlahúsinum